Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Vit skrivaðu fyrr í summar á in.fo um ein gravstein, sum knappliga ein dag var burt­ur. Steinurin stó yvir deyð­ fødda barninum hjá Mari­ onnu Jacobsen, og hann er horvin einaferð millum páskir og fyrst í juli. – Teir, sum hava garðin um hendi dugdu ikki at siga nakað um, hvar steinurin kann verða vorðin av. Tað er so javnan, at steinar verða settir í kirkjugarðin, ella grót­virkir eru eftir steinum, so tað er ikki lætt at halda skil á, sigur Marianna B. Jacob­sen. Men hetta vísir seg ikki at vera einasti stein­ ur­in, sum er saknaður í kirkjugarðinum við Velba­ staðvegin. – Ein abbabeiggi til lítla Pætur, ið eisini kall­ að­ist Pæt­ur, liggur í sama kirkjugarði, og eis­ini hans­ ara steinur er burt­ur, sigur Marianna B. Jacob­sen. Hesin steinurin var eisini ein malargrót stein­ ur, tikin úr Nólsoy, og familjuni líktist so væl á hendan steinin, tí hann var so vakur. Tey hava gamaní ein veruligan grav­stein, men hetta er eitt undar­ligt fyribrigdi. – Tað er sjálvandi saknur í steininum, tí hann var tað einasta veruliga, sum vit høvdu at fara til. Og eitt vita vit í hvussu er, at tað er ikki nakað barn, sum er farið avstað við hesum steinunum, sigur Marianna B. Jacobsen. Tað undrar hana eisini, at báðir steinarnir eru malar­grót steinar og báðir úr Nóls­oy. Og báðir høvdu navnið Pætur standandi á stein­inum. – Hetta er heldur ikki nakað, ið teir, sum hava við kirkju­garðin at gera, hava hoyrt nakað um áður. Teir fáa bert hjálpt við at hava eygu og oyru opin, og sum sagt, so vita teir einki um steinarnar at siga, sigur Marianna B. Jacob­sen. Sjálvt um vónirnar um at steinurin kemur aftur í aftur eru smáar, so eru tær kortini ikki sleptar heilt. – Hetta var ein steinur við navninum á, eins og føðidato og deyðsdato eisini stóðu á honum. Eisini vóru fuglar festir á steinin, so tað er illa hugsandi, at onkur hevur tikið steinin fyri at sett hann í garðin har heima hjá sær sjálvum, sigur Marianna B. Jacobsen. Tað er undarligt at nakar skal hava áhuga í at fara avstað við einum, fyri ikki at siga tveimum, gravsteinum, men tað er so tað, ið er hent í kirkjugarðinum við Velba­ staðvegin. tíðindi Gravsteinar horvnir Gravsteinurin hjá deyðfødda Pætur er fullkomiliga horvin, og tað er steinurin hjá abbabeiggja hansara, eisini nevndur Pætur Jón Brian Hvidtfeldt – Vit skulu duga nógv betur at brúka ta serfrøði, ið Danmark hevur á uttanríkispolitiska økinum. Tí havi eg avtalað við uttanríkisráðharran, at vit sleppa at brúka donsku sendistovurnar kring heimin í okkara royndum at sleppa inn á nýggjar marknaðir. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir árliga arbeiðsfundin við danska uttanríkisráðharran. Á felags tíðindafundi í Tinga­ nesi seinnapartin týsdagin gav Martin Lidegaard eisini til kennar møguleikarnar í tílíkum samstarvi, ið eftir hansara tykki eisini kann gagna Danmark. – Vit mugu bara ásanna, at síðstu nógvu árini hevur tað ikki eydnast Føroyum at gera handilssáttmálar. Tí mugu vit broyta strategi, og tí fara vit nú í nógv størri mun at brúka ta serfrøði, sum er til taks í uttanríkisráðnum og á donsku sendistovunum kring heimin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Sambært løgmanni verð­ ur ein samstarvsavtala for­ maliserað innan okkurt um tveir mánaðir. Sum dømi nevnir Kaj Leo Holm Johannesen ta nýggju rammuavtalu, ið Danmark í løtuni ger við Kina. – Eg ímyndi mær eitt samstarv, har Føroyar onk­ urs­vegna gerast partur av líknandi avtalum, ið Dan­ mark ger vil nýggjar og spennandi marknaðir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður heldur tað vera átrokandi neyðugt fyri Føroyar at fáa eina nýggja handilsavtalu við ES, umframt at Kina eftir hans­ara tykki er ein sera áhuga­verdur marknaður. Har­umframt er russiski mark­naðurin komin í eina serliga støðu, eftir at landið hevur sett innflutningsbann á vørur úr ES og fleiri øðrum londum, men ikki úr Føroyum. – Sjálvandi vil aktuella støðan í Russlandi ávirka okkara møguleikar at dúva uppá danska serfrøði og hjálp á økinum. Men vit skulu satsa uppá russiksa mark­naðin, sigur Kaj Leo Holm Johanne­sen og vísir á, at Føroyar í næstum lata upp sendistovu í Moskva. Eins og Martin Lidegaard, so ásannar Kaj Leo Holm Johannesen at síðsta árið er einki ítøkiligt hent til frama fyri sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO. – Eg má bara staðfesta, at síðsta árið hava vit brúkt alla okkara serfrøði og kreftir á økinum til at stríðast móti ES-boykottinum á føroyskan makrel og sild. Men nú ES- boykottið er av koma vit aftur at seta orku av til til WTO-spurningin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Boykot fór við orkuni Hóast føroyskur WTO-limaskapur stóð ovarlaga á breddanum á føroyavitjan fyri júst einum ári síðani, so er einki hent síðani, ásannar Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri Jón Brian Hvidtfeldt Føroyskt ynski um sjálv­ støðugan limaskap í heims­ handils­felags­skapinum WTO varð ikki nevnt við einum orði á stutta tíðinda­ fundinum í Tinganesi seinna­partin týsdag. Danski uttanríkisráð­ harrin er á árligari arbeiðs­ vitj­an í Føroyum, her løg­ mað­ur er vertur. Kaj Leo Holm Johannesen og Martin Lidegaard hava verið rættuliga víða á altjóða pallinum á stutta fundinum teirra millum hesaferð. Alt frá aktuellum kreppum í heimsins brennideplum til arktiska økið og víðkaða landgrunnin norðanfyri Før­oyar. Men serliga eru tað møgu­ leikarnir fyri frí­handils­av­ talum og atgongd til nýggjar marknaðir, ið fyllir nógv í Tinganesi í samband við vitjanina. Tí eru løgmaður og uttan­ ríkisráðharrin samdir um, at danska Uttanríkisráðið við síni servitan, sendistovum og netverki skal hjálpa Før­ oyum við at sleppa inn á nýggjar marknaðir. Sjálvstøðugur, føroyskur WTO-limaskapur var ovar­ laga á breddanum fyri júst einum ári síðani, tá táverandi uttanríkisráðharrin Villy Søvndal vitjaði í Tinganes. Men síðani er reelt einki hent á tí økinum, váttar Martin Lidegaard, sum nú er danskur uttanríkisráðharri. – Vit mugu bara stað­ festa, at síðsta árið er nógv orka brúkt til ES-boy­kott­ið. Tí mugu vit ásanna, at lítið og einki er hent í spurn­ing­ inum um før­oysk­an WTO- limaskap, sigur Martin Lide­ gaard, sum í sama viðfangi leggur aft­ur­at, at nú verður ferð aft­ur sett á viðgerðina av tí spurn­ing­in­um. Danmark skal opna dyr Danska diplomatiið skal hjálpa føroyingum inn á nýggjar marknaðir, sigur løgmaður eftir arbeiðsfund við uttanríkisráðharran Danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard Mynd: Sigmar Mørkøre