týsdagur 19. august 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
oljuvinna
Stór og
spennandi
uppgáva
Jón Brian Hvidtfeldt
– Í løtuni hava vit 10 fólk
umborð á West Hercules,
meðan 20 fólk í landi eru
knýtt at arbeiðinum við
pallinum. Men talan er
um nógv arbeiði, og tí
kunnu vit skjótt fáa brúk
fyri okkurt um 50 fólkum
til hesa uppgávuna, sigur
Mouritz Mohr, stjóri í
Mest og Pam Offshore
Service.
Skipasmiðjan
og
dóttirfelagið hava fingið
eina røð av uppgávum at
loysa, nú stórt umvæling
ararbeiði skal gerast um
borð á West Hercules.
– Vit hava sjálvandi
vitað leingi um hesa upp
gávuna, og hava tí roynt
at fyrireika okkum so væl
sum yvirhøvur tilber. Tað
er nakað heilt serligt at
arbeiða umborð á einum
boripalli, serligar manna
gongdir skulu fylgjast,
og alt skal skjalprógvast
aftaná, greiðir Mouritz
Mohr frá.
Eisini eru serlig krøv
sett til trygdina í samband
við alt arbeiðið umborð á
boripallinum.
Týdningurin
Stjórin fyri Mest og Pam
Offshore Service vísir á,
at ein uppgáva at hesum
slag hevur stóran týdning
fyri fyritøkurnar.
– Fyrst og fremst skap
ar tað meira virksemi.
Bæði fyri okkum og fyr
itøkur og vinnulív í øki
num, sum fáa uppgávur
av alskyns slag í samband
við boripallin. Men ikki
minst hevur tað týdning,
at vit fáa møguleikan at
prógva, at vit í Føroyum
eru før fyri at loysa eina
uppgávu av hesum slag.
At ein boripallur kann
koma inn á ein føroyskan
fjørð til umvælingar, og
vit eru før fyri at fáa loysa
uppgávuna og fáa pallin
útaftur.
Mouritz
Mohr
er
spentur til hesa uppgávu
na, ið eftir hansara tykki
kann slóða fyri øðrum,
líknandi uppgávum:
– Tað er avgjørt mein
ingin, og tað vil eg vóna,
verður
úrslitið,
sigur
Mouritz Mohr avgjørdur.
Skipasmiðjan Mest og
dóttirfelagið Pam Offshore
standa fyri stórsta partinum
av tí arbeiði, sum føroyingar
gera umborð á West Hercules
boripallur
Mánadagin fór
boripallurin West
Hercules at sigla av Súla/
Stelkur feltinum, teir
umleið 100 fjórðingarnar
inn á Skálafjørðin. Fyri
framman stendur stórt
umvælingararbeiði,
ið væntandi kemur at
taka umleið fýra vikur