týsdagur 19. august 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
oljuvinna
Umvælingararbeiðið kostar fleiri tíggjutals milliónir
krónur og gevur arbeiði til fleiri enn 200 fólk
West
Hercules
kastar
milliónir
av sær
Jón Brian Hvidtfeldt
Skálafjørðurin skal næstu
vikurnar standa sína roynd
sum oljuhavn, nú boripall
urin West Hercules kemur
at liggja á fjørðinum. Talan
er um rættuliga umfatandi
umvælingararbeiði, ið skal
gerast umborð. Tað setir
krøv, men er eisini ein gyltur
møguleiki
fyri
føroyskt
vinnulív at vísa seg fram.
– Vit hava havt góðar
royndir av føroyskum fyri
tøkum, sum hava gjørt eitt
gott arbeiði fyri okkum til
kappingarførar
prísir.
Tí
valdi vit at leggja hetta stóra
arbeiðið við West Hercules í
Føroyum, sigur Rúni M. Han
sen, stjóri hjá Statoil.
Talan er bæði um arbeiði,
ið upprunaliga skuldi gerast
í Norra, áðrenn pallurin kom
á føroyska landgrunnin; og
eisini um arbeiði, ið ætlanin
var at gera í Nýfoundlandi,
har næsta uppgávan hjá
West Hercules er.
– Men vit gjørdu so av, at
alt arbeiðið skal gerast í Før
oyum. Talan er tí um arbeiði
fyri fleiri tíggjutals milliónir
krónur, sigur Rúni M. Han
sen.
Sambært stjóranum hjá
Statoil verða fleiri enn 200
fólk knýtt at umvælingar
arbeiðinum umborð á West
Hercules. Talan verður um
bæði føroyingar og útlend
ingar.
Millum annað tí hevur
Statoil leigað eitt hotellskip,
ið kemur at liggja á Skála
fjørðinum tær umleið fýra
vikurnar, arbeitt verður.
Skálafjørðurin
er
av
náttúrunar hond sera væl
egnaður at leggja ein boripall
Ein vansi er tó, at pallurin
ikki sleppur at bryggju.
– Tað er sjálvandi ein av
bjóðing.
Fyrstu
dagarnar
mugu vit tí flyta arbeiðsfólk
aftur og fram við tyrlu, men
síðani kemur ein bátur at
sigla
millum
Runavíkar
Havn og pallin, sigur Rúni
M. Hansen.
Sveinaroynd
Stjórin í Statoil sær góðar
møguleikar fyri at aðrir
boripallar eisini koma inn á
Skálafjørðin til umvælingar.
– Nógv umvælingarar
beiði verður gjørt í Norra
og Skotlandi. Vit vita av
royndum, at fyrsta uppgáv
an ofta er tann truplasta,
men gongur arbeiðið við
West Hercules væl, so er væl
hugsandi at annað umvæl
ingararbeiði eisini verður
gjørt á Skálafjørðinum, sigur
Rúni M. Hansen.
Uppgávan
skal eydnast
Jón Brian Hvidtfeldt
– Vit skulu gera alt, sum
skal til fyri at loysa upp
gávuna til fulnar. Tað sig
ur Magnus Rasmussen,
borgarstjóri í Runavík,
sum um fáar tímar tekur
ímóti boripallinum West
Hercules.
Runavíkar Havn hev
ur í fleiri ár verið før
oyska oljuhavnin í sam
band við oljuleiting á
landgrunninum,
men
hetta er fyrstu ferð, at ein
boripallur kemur at liggja
á Skálafjørðinum.
Tann støðan setir olju
vinnuna í nýtt perspektiv.
Borgarstjórin sær júst
hesa uppgávuna sum ein
framúr
møguleika
hjá
Skálafjørðinum at mark
naðarføra seg sum olju
havn.
– Uppgávan við West
Hercules skal sjálvandi
loysast fyrst. Talan er um
eina sera spennandi upp
gávu, ið kann lata dyrnar
upp fyri øðrum møguleik
um, sigur Magnus Ras
mussen.
Umfatandi
umvæl
ingararbeiðið, ið kostar
fleiri tíggjutals milliónir
krónur og gevur arbeiði
til fleiri enn 200 fólk, sæst
aftur í nærumhvørvinum
kring Skálafjørðin.
– Enn havi eg onga
hóming av, hvussu nógv
arbeiðið kemur at kasta
av sær til økið og kom
mununa. Men her eru
nógv fólk og nógvar fyri
tøkur, sum fáa inntøkur
burturúr, og tað kemur
sjálvandi at síggjast aftur,
sigur Magnus Rasmussen.
Enn
metir
borgar
stjórin tað vera ov tíðliga
at siga ítøkiliga, hvussu
Runavíkar
Kommuna
kann marknaðarføra seg
við West Hercules, fyri á
tann hátt at lokka aðrar
líknandi uppgávur inn á
fjørðin.
– Vit hava frá náttúru
nar hond ein sera góðan
fjørð, og megna vit at
loysa hesa uppgávuna til
fulnar, so átti tað at givið
møguleikar. Tað er nakað,
ið vit eiga at kunna mark
naðarføra, sigur Magnus
Rasmussen.
Alt skal gerast fyri at arbeiðið
eydnast, tí hetta er ein
framúr góður møguleiki at
marknaðarføra Skálafjørðin
sum oljuhavn, sigur Magnus
Rasmussen, borgarstjóri