týsdagur 19. august 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Ein dagur, har fiskivinnan og
fólkini, ið starvast í vinnuni,
verða sett í fokus. Tað var
endamálið við tí fyrsta Sjó
mannadegnum, sum varð
hildin í Klaksvík í 2005.
– Fyri níggju árum síðani
tosaðu vit als ikki um, at
tað skuldi blíva til fleiri Sjó
mannadagar. Vit vildu bara
skipa fyri einum degi, sum
snúði seg um sjófólkið og
fiskivinnuna, men longu tá
fyrsti Sjómannadagurin var
farin aftur um bak, vóru vit
greiðir yvir, at talan skuldi
blíva um eitt afturvendandi
tiltak. Áhugin fyri degnum
hevur alla tíðina verið til
staðar, og eg haldi, at vit øll
kunnu blíva samd um, at
sjófólkið hevur tað uppiborið.
Tað sigur John William
Joensen, ið er ein av teimum
tíggju monnunum, sum eru
høvuðsfyriskiparar av Sjó
mannadegnum í Klaksvík.
Hetta vikuskiftið er Klaks
vík karmur um enn ein Sjó
mannadag, sum nú hevur 10
ár á baki.
Byrjaði í luftini
Søgan aftan fyri tað, sum er
blivið eitt av teimum heilt
stóru tiltøkunum og fastur
partur av føroyska summ
arinum, byrjaði umborð á
einum flogfari á veg til Før
oya.
– Pápi mín, Olivur Joen
sen, ferðaðist heim til Føroya
og hitti Niclas Hera Jákups
son umborð á flogfarinum.
Her greiddi Niclas Heri frá
eini sjónvarpssending, hann
hevði sæð, um eina verk
smiðju yviri í Amerika, ið
framleiddi mat til smábørn.
Einaferð um árið skipaði
býurin har fyri einum degi,
har alt var ókeypis og snúi
seg um verksmiðjuna, mat
til
smábørn,
kappingar,
sum hava við smábørn at
gera, og so framvegis. Nicl
as Heri gjørdi sær síðani
tankar um, hvussu ein slíkur
dagur kundi verið gjørdur
í Klaksvík og tillagaður
føroysk viðurskifti. Hann
nevndi so fyri pápa, um tað
ikki hevði verið eitt hugskot,
at havt ein dag í Klaksvík,
har tað snýr seg um línufiski
skap og alt tað umhvørvið,
sum hevur við sjóvinnu at
gera, fortelur John William
Joensen.
Í fyrstu syftu flentu teir
bara eftir hugskotinum, men
rættiliga skjótt festi hug
skotið røtur, og teir greiddu
millum annað John William
Joensen og øðrum frá um
henda serliga dagin.
– Í 2005 valdu vit so
at skipa fyri tí fyrsta sjó
mannadegnum.
Sjálvur
helt eg beinavegin, at tað
var eitt frálíkt hugskot, tí
tað er ótrúliga lítið fokus
á gerandisdagin umborð á
teimum ymsu skipunum og
ikki minst fólkini, ið starvast
í vinnuni, sigur John William
Joensen og leggur afturat:
– Tað, sum vit vildu tá, og
eisini vilja í dag, er at hava
ein dag, har vit kunnu vísa
tað siðsøguliga innan fiski
vinnuna og sjálvt hond
verkið.
Harafturat
skal
Sjómannadagurin vera eitt
hugnaligt tiltak fyri alla
familjuna, sigur John Willi
am Joensen.
Ókeypis og
rúsfríur dagur
Eitt, sum eyðkennir Sjó
mannadagin, er, at øll tiltøk
ini eru ókeypis. Til dømis
kostar stóra fiskabuffétin,
sum
verður
leygardagin,
einki, og tey útvið tvey tons
ini av mati, sum vera á fiska
buffétini, eru latin av skip
um, útróðarbátum, virkjum
og øðrum. Og júst tað, at
Sjómannadagurin er ókeyp
is, hevur stóran týdning fyri
fyriskipararnar.
– Hvørja ferð tað er ein
stevna ella okkurt annað til
tak at fara til, so er tað ikki
altíð eins hugaligt hjá teim
um, ið eru foreldur, tí tað
kann skjótt kosta nógvar
pengar. Hevur tú fleiri børn,
er tað alt annað enn stuttligt
at skula siga nei, tá børnini
spyrja um candyfloss ella
ballón. Vit vita væl, at tað
skulu pengar til, men vit
hava valt, at seta tingini á
høvdið – tað vil siga, at vit
mugu keypa okkum til ting
ini, greiðir John William Jo
ensen frá og heldur fram:
– Tíbetur eru vit so hepp
in, at vit hava eina rúgvu av
feløgum, sum hjálpa okkum,
og ikki minst stuðlar, sum eru
við til at gera tað møguligt at
hava Sjómannadagin, sigur
meldurin
Sjófólkið
hevur
uppiborið
heiður
– Fólkini, ið dag og dagliga stríðast í eini vinnu, sum landið í stóran mun livir av, hava uppiborið ein dag, har tey
og teirra fak kemur í fokus. Tí blíva vit við at skipa fyri Sjómannadegnum. Soleiðis sigur John William Joensen, ið
er ein av høvuðsfyriskiparunum av Sjómanndegnum. Um vikuskiftið verður Sjómannadagurin hildin fyri 10. ferð