Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93 meldurin John William Jo­en­sen. Eitt annað, ið ger Sjó­ manna­dagin sermerktan, er, at alkohol ikki er partur av nøkr­um av tiltøkunum. Eitt val, sum fyriskipararnir siga, er ógvuliga tilvitað. – Vit hava ikki nakra pol­ itiska meining um alko­hol­ poli­tikk ella nakað tílíkt, men vit hava frá fyrsta degi sagt, at einki alkohol skal vera á øk­inum. Vit meina ikki, at tað er serliga hugnaligt á einum slík­um degi, at fólk drekka, og vit ynskja heldur ikki, at fólk koma á Sjómannadagin fyri at drekka og ball­ast, sigur John William Jo­ensen, sum tó vísir á, at einki eftirlit er á øk­inum, har kann­að verður, um fólk hava drukk­ið. – Um fólk ella virki ynskja at bjóða gestum alkohol, tað mugu tey um, men alkohol skal bara ikki vera partur av teimum tiltøkunum, sum vit skipa fyri, sigur John Willi­ am Joensen. Skulu ikki kappast Hóast tað alt summarið eru nógv tiltøk at fara til, so hevur tað ikki verið ein trup­ ul­leiki at lokka fólk á árliga Sjó­mannadagin. – Vit uppfata okkum ikki sum kappingarneytar til øll hini tiltøkini, sum eru, og vit hava heldur ikki nakr­ an­tíð havt ambitiónir um at kappast. Vit selja ikki at­ gongu­merki, so um tað eru 1000 ella 5000 fólk á Sjó­ manna­degnum, tað ávirk­ar okk­um ikki stórvegis, sig­ur John William Joensen. Hann heldur, at Sjó­ manna­dagurin er rættiliga nógv øðrvísi í mun til hini til­tøkini, ið eru partur av summ­arinum í Føroyum, og tí hevur tað ikki verið ein trupulleiki at fáa fólk at lut­ taka á degnum. – Tað snýr seg um fiski­ vinnu og fólkini, sum arbeiða í vinnuni. Fáa vit sett fokus á tað, og familjur samstundis kunnu fáa ein hugnligan dag saman, so er málið rokk­ið, sigur John William Jo­en­ sen og vísir samstundis á, at ætlanin við degnum eis­ ini er at kunna tey ungu um fiskivinnu sum eina møgu­ liga lívleið. – Vit kunnu bara stað­ festa, at í dag fer ein stórur part­ur av ungdóminum til Danmarkar at lesa, og tey ungu velja sær ofta bók­ligar útbúgvingar held­ur enn at útbúgva seg í fiski­vinnu ella øðrum, ið er knýtt at fiskivinnuni. Sjó­manna­dag­ ur­in er tí eisini ein roynd at kunna tey ungu um, hvat fiskivinna er, hvussu fiskur verð­ur hagreiddur, hvussu hann verður framleiddur og so framvegis, sigur John Willi­am Joensen. Positivi andin drívur verkið Líka síðani 2005, tá tann fyrsti Sjómannadagurin varð hild­in, hevur John William Jo­ensen verið fastur partur av fyrireikingartoyminum, ið telur 10 mans. Hóast drúgv tíð og nógv orka verður brúkt upp á at fyrireika Sjó­ mannadagin, er John Willi­ am Joensen als ikki í iva um, at tað hvørt ár er stríðið vert. – Eg vil siga, at tað er tann positivi andin, sum hvørt ár hevur verið um til­takið, ið ger, at eg og eis­ini hinir fyriskipararnir hava hug til at skipa fyri Sjó­manna­deg­ num ár eftir ár. Fyri meg persónliga eru tað tær góðu afturmeldingarnar og reak­ti­ ón­irnar, sum eg fái frá fólki, ið fáa meg at føla, at tað er tað heila vert, sigur John Willi­am Joensen og heldur fram: – Sjálvur dámar mær væl ta róligu atmosferuna, sum er á Sjómannadegnum. Tað er eingin skundur, og tú kanst fara við børnum, og tey kunnu renna til alt, uttan at tú stendur har við mappuni og mást siga nei, sigur John Willi­am Joensen. Tó er tað ein ávísur part­ ur av Sjómannadegnum, sum er heilt serstakur fyri John Willliam Joensen, og sum hann eisini gleðir seg til á stóra degnum um viku­ skift­ið. – Løtan, tá skip og bátar verða heiðrað, er heilt serlig, tí at síggja menn, sum van­ liga ikki eru í fokus, fáa slík­ an heiður, er ótrúliga stutt­ ligt og hugaligt. Tann løt­an er nakað heilt serligt fyri meg, sigur John William Jo­ en­sen. rannva@sosialurin.fo Myndir: Eydbii Myndir Positivi andin, sum hvørt ár hevur verið um tiltakið, ger, at eg og hinir fyrireikararnir tíma at skipa fyri Sjómannadegnum ár eftir ár, sigur John William Joensen