týsdagur 19. august 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heilsugóðar og mettandi nøtur: Tær eru lekrar, og tær eru heilsugóðar. Sambært nýggjari kanning eru
mandlur ella nøtur eisini vælegnaðar til at halda svongdini burtur, samstundis sum tær ikki eru fitandi. Tað
ræður um at eta umleið 30 mandlur ella nøtur um dagin. Hóast hesar hava einar 150 kaloriur tilsamans,
merkir tað ikki, at tú fært fleiri kaloriur enn annars gjøgnum dagin. Við sínum heilsugóða feitti, proteinum og
fiprum geva mandlur og nøtur tær kensluna av, at tú ikki líður svongd.
Kelda: sundhed.dk
heilsusíðan
Vilmund Jacobsen
Í Danmark vísa kanningar, at inni
luftin í meiri enn helminginum av
landsins skúlastovum er ov vánalig.
Ring inniluft í skúlum kann
geva næmingum trupulleikar við
at konsentrera seg, høvuðpínu og
trupulleikar við innlæring. Hava
børn eisini astma og ovurviðkvæmi,
gerast trupulleikarnir uppaftur
størri.
Inniluftin í meiri enn 56% av
donskum fólkaskúlum er so vána
lig, at næmingarnir hava trupult
við at læra.
Tað vísir ein kanning, sum Dan
marks Tekniske Universitet (DTU)
og Center for Indeklima og Energi
hava gjørt. Granskarar eru ovfarnir
av úrslitinum.
- Í meira enn helminginum av
donsku flokshølunum er ventila
tiónin ikki nóg góð í mun til talið
av næmingum og lærarum í hølu
num. Vit eru ovfarin av, at tað er
so illa vorðið. Vit hava áður gjørt
mátingar í ymiskum skúlum, og vit
hava sæð, at viðurskiftini ikki vóru
so góð. Men, at trupulleikin er so
stórur, kom óvart á okkum.
Tað sigur Jørn Toftum, lektari á
stovninum fyri Byggeri og Anlæg á
DTU.
Jørn er eisini ein av teimum, ið
hevur skrivað frágreiðingina, sum
á donskum kallast ”Indeklima i
skoler - Status og konsekvenser”.
Vánalig innlæring
Tað er ein røð av ymiskum viður
skiftum, sum ávirka luftina í einum
skúla ella skúlastovu, eitt nú Co2,
dust, hár av djórum, sterkir luktir
og roykur, luftbornar bakteriur,
luftvæta, blámusoppur og ymiskt,
sum kann dampa úr byggitilfari og
møblum.
Co2 sigur okkum, um luftin er
góð ella ring, og eitt høgt Co2 hevur
eftir øllum at døma eisini týdning
fyri innlæringarevnini hjá næm
ingunum.
Kanningin vísir, at ein skúla
næmingur kann betra um síni av
rik við upp til 14%, um inniluftin er
góð.
Einfaldar loysnir
Tað eru nógvar orsøkir til at gera
nakað við vánaligu inniluftina í
skúlunum, og møguleikarnir eru
fleiri.
- Tað týdningarmesta er, at skúl
arnir verða væl viðlíkahildnir, og
avgerandi er eisini, at teir liva upp
til nýggjastu krøvini fyri byggiverk
ætlanir.
Jørn Toftum sigur, at hin mest
effektiva loysnin fyri at koma Co2
til lívs, er at lufta út, manuelt ella
mekaniskt.
Ráðgevin í Astma-Allergi Dan
mark, Betina Hjort, stuðlar Jørn
Toftum í tí, hann sigur og vísir á, at
tað er alfa og omega fyri inniluftina,
at kommunur taka politiskar av
gerðir um at seta pening av til við
líkahald og dagføring av skúlunum.
- Tað er eisini týdningarmikið,
at skúlaleiðslur seta fokus á inni
luftina, og at lógarkravdar reglur
verða fylgdar. Skúlaflokkurin eigur
eisini at minnast til at rudda upp
og at lufta út í flokshølunum, eins
og hølini skulu haldast rein, sigur
ráðgevin hjá Astma-Allergi, Betina
Hjorth.
Kelda: www.helse.dk
Frísk luft
ger børn
klókari
Tað er ikki ókent, at inniluftin í skúlastovum
er ov vánalig. Hetta gongur út yvir evnini
at læra, lagið og heilsuna, og hetta er
ikki minst galdandi fyri børn, sum hava
trupulleikar við astma og ovurviðkvæmi
Tað eru nógvar orsøkir til
at gera nakað við vánaliga
inniluft í skúlunum, og
møguleikarnir eru fleiri
Vilmund Jacobsen
Best er, um næmingarnir fara úr
flokshølunum og syrgja fyri at fáa
sær fríska luft, tá steðgur er í undir
vísingini.
Skilagott er eisini at eta aðra
staðni enn í flokshølunum, so
roykur av osti og øðrum viðskera
og mati ikki órógvar floksfelagar.
Ein góður máti er at tøma rusk
spannina, soleiðis at sleppast kann
undan royki frá matpakkum og
gomlum banan-ella súreplaskølum.
Lufta út í skúlastovuni millum
hvønn skúlatíma, og best er, um tað
verður gjøgnumtrekkur.
Yvirklæði eiga ikki at hanga
inni í skúlastovuni, tí ráligheit frá
regni ella kava á klæðunum økir
um vætuna í rúminum og ger inni
luftina verri.
Skúlastovan eigur at vera ruddi
lig, tá farið verður heim, soleiðis at
tey, sum vaska, betri sleppa fram at
dusti og skitti.
Hitin í skúlastovuni eigur at
liggja millum 20 og 22 stig. Skín
ur sólin, er skilagott at draga
gardinurnar fyri. Gerast floks
hølini ov heit, verður næmingur
in troyttur og fylgir verri undir
vísingini.
Hava
næmingarnir
hug
til
”livandi” ljós í skúlastovuni, er
fýrfadsljós betri enn vanlig kertu
ljós, men til ber saktans eisini at
finna el-loysnir til hugnaljós.
Skilagott er at minka um par
fuma, tí onkur floksfelagi hevur
kanska trupulleikar við astma ella
parfuma-ovurviðkvæmi, sum kann
elva til andaneyð ella eksem.
Kelda: www.helse.dk
Soleiðis betrar tú inniluftina í skúlanum
Tað eru nógvir mátar at betra um inniluftina í eini skúlastovu