týsdagur 19. august 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Stevnan byrjar fríggjadag,
og longu fyrsta dagin er
nógv ymiskt á skánni, eitt
nú hevur Listasavnið opið,
eins og tivoli við tombola,
fiskibrunnum, hoppiborgum,
tarvaríðing og sumowrest
ling er á skránni.
Fríggjakvøldið
verður
bæði kafé og barr í Virkinum,
og tá verða eisini tríggir
stuttfilmar hjá Sakarisi Stórá
sýndir. Hetta tiltak verður
eisini uppafturtikið leygar
kvøldið.
Málningaframsýning
verður í Virkinum við lista
fólkum úr Sandoynni, og
konsert verður við Monkey
Rat Band ft., eins og Black
sheep fer at spæla á kafé’ini
og barruni í Virkinum til væl
út á náttina.
Ókeypis morgunmatur
Leygardagurin byrjar við,
at Sands kommuna bjóðar
ókeypis morgunmat í ovaru
hæddini í Bókasavninum,
og um middagsleitið verður
barnatiltak á sandinum, har
børn sleppa at kappast um
at byggja flottasta slottið úr
sandi. Fyrireikararnir siga,
at klárt verður at byrja at
byggja frá klokkan 9 leygar
morgunin.
Leygardagin sleppa børn
ini eisini at koyra í traktori,
høvi verður til jollu-túrar í
ánni, og eisini verður skatta
jakt.
Tey smæstu børnini fáa
eisini høvi at spæla ymisk
spøl, og søla verður eisini av
matpakkum, har til ber at
fylla sær matareskjuna fyri
40 krónur.
Setanin
av
sandoyar
stevnuni verður leygardagin
klokkan 14, og tað verður
borgarstjórin, Brandur Sand
oy, sum fer at halda røðu.
Leygardagin verða eisini
ymiskar framsýningar, eins
og kunningarstovan fer at
hava myndaframsýning, sum
vísir gongdina, tá bundið
varð upp á Rættarsteinin.
Seinnapartin leygardag
in verður tivoli við áður
nevndu tiltøkum eisini opið,
og málningaframsýningin í
Virkinum verður eisini opin
seinnapartin leygardagin og
út á leygarkvøldið.
Stuttfilmarnir
hjá
Sakarisi Stórá verða sýndir
leygardagin, og í Listasavni
num verður Solo Bass-kon
sert við Arnoldi Ludvig.
Fornminnissavnið í Koytu
verður opið, og framsýning
verður av gomlum myndum
í Akselsa Handli.
Ymiskt
annað
verður
eisini á skránni leygardagin á
sandoyarstevnuni, og eitt nú
verður Hoyløðan undir Gøtu
ni opin, og her verður smurt
breyð og leskandi til sølu.
Seinnapartin leygardagin
verður eisini steypadystur
millum B71 og B68 Inni í Dal,
og túrur verður gjørdur til
Rættarsteinin
saman
við
Honnu á Reynatúgvu.
Aðrir fótbóltsdystir verða
á lítla vølli leygardagin, bæði
millum dreingir, kvinnur og
oldboys.
Midnáttarrøða við Poul
Andaligi
parturin
liggur
held-ur ikki eftir leygardagin,
tí klokkan 18 verður útimøti
við Frelsunarherinum, og
út á kvøldið verður høvi at
keypa sær grillað íslendskt
lambskjøt.
Um midnáttarleitið leyg
arkvøldið fer Poul Klement
sen at halda midnáttarrøðu,
og eftir røðuna verður felags
sangur.
Seinasta á skránni leygar
kvøldið verður dansur í
Virkinum við Terja, Eyðun,
Kim & Arnold.
Sunnudagin er bert eitt
á skrá. Tað er gudstænasta
í Sands kirkju við Jákupi
Reinert Hansen, presti.
Sandoyingar spenna seg
út við fjølbroyttari stevnu
Tað hevur eydnast at leggja eina
fjølbroytta og forvitnisliga skrá fyri
sandoyarstevnuna, sum verður á
Sandi um vikuskiftið, 22.-24. august
sandoyarstevna
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 23. august, sum
er komandi leygardag, fer
Føroya Grótvirki í Skopun
at hava opið hús.
Teir, sum standa aftan
fyri virkið, siga, at høvi
verður at støkka inn á
gólvið leygardagin millum
klokkan 13 og 18.
- Øll eru hjartaliga væl-
komin til ein kaffimunn, og
møguleiki verður eisini at
síggja virkið og maskinur
nar, sum kunnu skera upp
til 25 tons tungar klettar.
Lagt verður aftrat, at til
ber hjá teimum, sum vitja,
at fáa innlit í, hvussu klettur
verður skorin - og til hann
stendur hápoleraður sum
gravsteinur, borðpláta ella
flísar í ymiskum sniðum.
- Vit hava eisini okkurt
gott til børnini, siga teir,
sum standa aftan fyri Før
oya Grótvirki í Skopun.
Føroya Grótvirki í Skopun hevur opið hús
Høvi verður at síggja virkið og maskinur, sum kunnu
skera steinar, ið eru upp til 25 tons tungir, til vakrastu
gravsteinar, borðplátur ella flísar í ymiskum sniði
Virkið á Sandi verður karmur um fleiri av
tiltøkunum á sandoyarstevnuni.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leygardagin verður barnatiltak á sandinum, har børn sleppa at kappast um at byggja flottasta slottið úr sandi