Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 220 feløg hava ikki latið roknskapin inn Posta tekur postkassar niður Á Skráseting Føroya eru tey hampiliga væl nøgd við innkomnu roknskapirnar, nú tað bert vanta 220 feløg, sum ikki hava latið roknskapin inn – Vit kanna javnan nýtsluna av postkassunum, og teir, vit hava tikið niður, verða so lítið brúktir, sigur Rókur Jacobsen, marknaðar- og samskiftisráðgevi hjá Posta Leo Poulsen Freistin hjá feløgum at lata rokn­skapin inn er 1. juli. – Undanfarin ár eru rokn­ skap­irnir komnir inn, sum juli mánaður líður, og at tað bert vanta 220 roknskapir má metast sum gott, sigur Ken Nónklett á Skráseting Før­oya. Sum nakað heilt nýtt skulu feløg í ár lata rokn­skap­ in inn umvegis teldupost, og ikki í pappírformati. – Hetta er fyrstu ferð, at rokn­skapirnir koma í pdf- fíli, og tí mugu vit ansa eft­ir, at alt er rætt. Tá teir komu í pappírformati hildu vit í hvørjum einstakum rokn­ skapi sær, og tað gera vit ikki meira, sigur Ken Nónklett. Vanliga verður send ein áminning út til tey feløg, sum ikki hava latið roknskapin inn. – Tey feløg, sum ikki hava lat­ið roknskapin inn enn fáa vanliga eina tíðarfreist at gera tað í. Tað verður eing­in sendur í skiftirættin við tað sama, og tá feløg und­anfarin ár eru send í skifti­rætt­in hendur tað ikki fyrr enn mánaðarskiftið august/sept­ emb­er, sigur Ken Nónklett. Alt skal latast inn sum pdf-­fílar, men einstøk und­ an­tøk eru tó. – Tað er okkurt undantak lat­ið ávísum feløgum, men sum heild skulu rokn­skap­ir­ nir nú latast inn sum pdf-fíl­ ar, sigur Ken Nónklett. Hann sigur, at tá tað bert eru 220 feløg, sum ikki hava lat­ið roknskapin inn, so er tað betri enn undanfarin ár. – 220 feløg er eitt lítið tal, tá hugsað verður um øll tey feløg, sum eru skrásett. So samanum tikið stendur ikki so galið til við innlating av roknskapum, sigur Ken Nón­ klett á Skráseting Føroya. leo@sosialurin.fo Leo Poulsen Tað var fyrst í august, at post­kassarnir í Sumba, Fámj­in, Hovi og Sandvík vórðu tikn­ir niður. – Vit avlesa javnan nýtsl­ una av postkassunum, og í okt­ober-november mánað í fjør avlósu vit postkassarnar í Suðuroy, og í ein heilan mán­að lá talið av brøvum í hes­um fýra postkøssunum mill­um eitt og sjey brøv, sig­ ur Rókur Jacobsen. Tað er tó ikki so, at nakar verð­ur sleptur upp á fjall. – Vit vísa altíð til nærm­ asta postkassa, og um tað er onk­ur, ið ikki hevur møgu­ leika at sleppa av stað­num, kunnu tey bara ringja til okk­um, so verður brævið av­heintað, tá vit kortini eru har, sigur Rókur Jacobsen. Hann sigur, at teir á Posta al­tíð eru tænastusinnaðir, og í tí liggur eisini tann tíð, eitt bræv skal hava at koma fram. – Av tí sama ber ikki til at tøma postkassan einaferð um vikuna, tí tá røkja vit ikki okk­ara tænastu til fulnar, sig­ur Rókur Jacobsen. Hann sigur, at tað liggur ikki í kortunum, at taka fleiri post­kassar niður. – Vit fylgja altíð við, hvussu postkassarnir verða brúkt­ir, men tað er eing­ in ætl­an um at taka fleiri post­kass­ar niður sum nú er, sigur Rók­ur Jac­ob­sen, markn­aðar- og sam­skift­is­ ráð­gevi hjá Posta. leo@sosialurin.fo