hósdagur 21. august 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Málið var fyri í Føroya Rætti
mikumorgunin.
Maðurin noktaði seg sek
an, tí hann minnist einki frá
hendingini. Hann var máldur
til 1,1 promillu.
Maðurin greiddi annars
frá, at tey fýra í bilinum vóru
bestu vinir.
Teir keyptu spiritus um
dagin, og fóru oman á Glitnir
um kvøldið, har teir vóru frá
klokkan 21 til 01, tá teir vóru
eitt stutt legg í býin.
Eftir hetta fóru teir út á
Argir eftir gentuni, sum kom
við í bilin. Síðani var ætlan
in at koyra oman til har, ið
førarin av bilinum búði, men
av onkrari orsøk koyrdi før
arin fram við, har hann búði.
Tey koma so til hesa veg
bunguna, sum eftir øllum
at døma førdi til, at førarin
misti tamarhaldið á bilinum.
Hann fór singlandi millum
hús og fleyg sambært politi
num fleiri enn 27 metrar
gjøgnum luftina.
Sum nakað heilt nýtt
førdi sakførarin hjá ákærda
manninum fram, um tað
kundi hugsast, at førarin
hevði fingið eitt dánilsi, og
um tað kundi vera tí, at hann
einki minnist.
Hann greiddi frá, at eftir
vanlukkuna var ein svullur
staðfestur í høvdinum á
føraranum, og longu síðst í
januar var hann niðri á Ríkis
sjúkrahúsinum, har svullur
in varð skorin.
Hetta fekk ákæran at
krevja málið útsett, so við
komandi læknar fáa høvi at
úttala seg í málinum. Tað er
ikki sannlíkt, at málið kemur
fyri aftur fyrr enn mánaðar
skiftið oktober-november.
Tigandi vitni
Ein politistur var eisini av
hoyrdur í málinum. Hon var
ein av teimum fyrstu á stað
num og kom skjótt fram á
deyðu gentuna. Hon var hjá
henni eina stund, men fekk
so ein annan politist at taka
sær av henni.
Hon greiddi frá, at tað var
ógvuliga myrkt á staðnum,
og tí var trupult hjá henni
at staðfesta, hvørjar snuddir
gentan hevði fingið.
Somuleiðis greiddi hesin
politisturin frá, at tey høvdu
ógvuliga nógv at gera júst
hetta vikuskiftið, tí tey fingu
eitt knívsmál og eina møgu
liga neyðtøku at taka sær av
eisini.
Næstur á vitnisbeinkin
var annar av dreingjunum,
sum var við í bilinum. Hann
var avgjørdur um, at gentan
sat í trygdarbelti.
Hann greiddi frá, at ein
bilur kom ímóti teimum, tá
teir fóru um vegbunguna,
og hann ivaðist ikki í, at teir
fóru at renna á hann. Men
tað hendi so ikki.
Síðani rendu teir á ein
fortovskant og flugu síðani
gjøgnum luftina. Hann hevði
sitið á forsetrinum, men tá
hann kom til sín sjálvs aftur,
lá hann á baksetrinum.
Hann mintist at hava
spurt eftir gentuni, tí hann
sá hana ikki á baksetrinum.
Hetta vitnið var annars
ógvuliga tigandi og trekur at
svara.
Ákærin vildi vita, um før
arin nakrantíð hevði gramt
seg um, at tað sortnaði fyri
sær, men tað visti vitnið ikki.
300.000 í endurgjaldi
Hin ungi maðurin í bilinum
var líka sannførdur um, at
gentan sat í trygdarbelti.
Hann segði eisini, at tað sort
naði fyri sær eina løtu.
Í politirapportini hevði
maðurin greitt frá, at bilur
in speedaði upp og koyrdi
rættiliga skjótt, men mað
urin dró nakað á tað. Hann
greiddi frá, at tá teir koyrdu
á vegbunguna, bleiv alt svart.
Hann visti ikki um, at før
arin skuldi vera illa fyri, og at
tað skuldi sortna fyri honum.
Spurdur
av
verjanum
segði maðurin, at førarin við
hvørt hevði sagt sær, at tað
við hvørt sortnaði fyri sær.
At enda var ein politistur
aftrat
avhoyrdur.
Hann
segði, at tað var tað reina
virvar, tá teir komu á staðin.
Hann var settur at taka sær
av deyðu gentuni, og sat hjá
henni í ein hálvan tíma, áðr
enn sjúkrabilurin kom, og
teir bóðu hann bara gevast
við at geva fyrstuhjálp, tí
eingin vón var.
Í
síni
dokumentatión
nevndi ákærin, at sambært
læknanum hjá gentuni var
hon bæði sunn og røsk, hevði
eitt vet av astmu, sum tó ikki
órógvaði hana stórvegis.
Hon
hevði
eisini
eitt
endurgjaldskrav
móti
ákærda upp á tilsamans
300.000 krónur. Harav vóru
36.713,51 krónur reistar sum
endurgjaldskrav fyri jarðar
ferðina hjá gentuni.
Hartil komu góðar 263.000
krónur í endurgjaldi fyri
ákoyring av bili, húsi og heg
ni.
Verjin og ákærdi góðtóku
hesi endurgjaldskrøv.
Leo Poulsen
Eftirlitsmaðuri greiddi frá,
at hann dugdi ikki at síggja
nakran feil við bilinum,
sum kundi havt verið ein
orsøk fyri vanlukkuni á
Argjum 11. januar 2014.
Tað var heldur eingin
ábending um bremsusvikt
undan vanlukkuni.
Hann skuldi eisini gera
eina meting av, hvussu
skjótt bilurin hevði koyrt,
og hansara útrokningar
vístu, at bilurin hevði
koyrt 102,5 km/t um hann
nýtti nøkur punkt, og 104
km/t, um hann nýtti onnur
punkt,
Hann greiddi tó frá, at
tað var ein ókendur faktor,
sum hann mátti síggja
burtur frá, og hevði tann
faktorurin verið kendur,
hevði ferðin verið væl
meira enn nevndu km/t.
- Ferðin kann hava ver
ið heilt upp til 150 km/t,
um mátini hjá politinum
høvdu verið nýtt, men
eg
havi
kortini
hildið
meg til tað trygga, segði
bileftirlitsmaðurin í rætti
num mikudagin.
Deyðsvanlukkan á Argjum
Noktar
seg sekan
18 ára gamli maðurin, ið førdi bilin sum 11. januar í
ár førdi til eina deyðsvanlukku, noktar seg sekan.
Ferðin kann hava
verið 150 km/t
Tað segði ein bileftirlitsmaður, ið var
avhoyrdur í deyðsvanlukkuni á Argjum