hósdagur 21. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er ein sera fáorðaður
stjóri á Strandferðsluni, sum
verður biðin um at lýsa aktu
ellu fíggjarstøðuna á stovn
inum. Hilmar Eliasen sigur
seg í løtuni vera í holt við at
gjøgnumganga allar rakst
rarkonti hjá Strandferðsluni.
Fíggjarætlanin hjá stovnin
um fyri árið í ár hongur ikki
saman, og longu nú er greitt,
at pengar koma at mangla í.
Tí noyðist Johan Dahl,
landsstýrismaður við ábyrgd
av Strandferðsluni, í næstum
í løgtingið at biðja um eyka
játtan til stovnin.
Hvørki Johan Dahl ella
Hilmar Eliasen vilja í dag
upplýsa, hvussu nógvar peng
ar talan er um. Landsstýris
maðurin vil bara upplýsa, at
eykajáttanarlógin kemur í
tingið í september.
– Vit gjøgnumganga í
løtuni allan raksturin, sigur
Hilmar Eliasen, sum tó ikki
vil útgreina orsøkina til at
neyðugt er við fleiri peng
um.
Stjórin kann ikki peika á
nakra, einstaka orsøk til at
stovninum tørvar eina eyka
játtan.
Greitt er tó, at samstundis
sum hetta arbeiðið fer fram
inni á Strandferðsluni, so er
fíggjarleiðarin á stovninum,
Hans Petur Joensen, sendur
til hús.
Fíggjarleiðarin
hevur
fingið ætlanarskriv um upp
søgn.
– Jú, tað er rætt, at hann
er ikki til arbeiðis á Strand
ferðsluni
fyribils,
sigur
Hilmar Eliasen, sum annars
als ikki ynskir at gera við
merkingar til upplýsingar
nar.
Í aðrari grein her á síðuni
váttar Hans Petur Joensen
tó, at hann 13. august fekk
hoyringsskriv um uppsøgn.
– Eg eri í einum internum
dialogi… Arbeitt verður við
eini felags útmelding... ljóða
einastu svarini frá Hilmari
Eliasen, tá hann verður biðin
um at vátta ella avsanna tíð
indini um støðuna hjá fíggj
arleiðaranum.
Politikkur
Hósdagin í síðstu viku var
stjórin á Strandferðsluni á
gátt í Tinganesi, har hann
kunnaði leiðandi samgongu
politikarar og embætisfólk
um støðuna á Strandferðsl
uni.
Við á fundinum var eis
ini
landsstýrismaðurin
í
vinnumálum.
Men
held
ur ikki Johan Dahl vil gera
viðmerkingar til at fíggjar
leiðarin er sendur til hús.
– Tað mást tú tosa við
Hilmar Eliasen um, ljóðar ein
asta svarið frá Johan Dahl,
sum er staddur á almennari
vitjan í Álandi.
Hilmar Eliasen sigur seg
arbeiða við einari almennari
fráboðan. Fráboðið var ikki
komin, tá blaðið fór til prent
ingar.
Fíggjarligur ruðuleiki
á Strandferðsluni
Jón Brian Hvidtfeldt
Uppsøgnin er dagfest 13.
august, tað er mikudagin í
síðstu viku. Hoyringsskrivið
varð latið honum dagin fyri
at stjórin á Strandferðsluni
fór á fund í Tinganesi at
greiða leiðandi samgongu
politikarum frá støðuni á
stovninum.
– Ja, eg kann bara vátta,
at eg eri sendur heim við
hoyringsskrivi um uppsøgn.
Skrivið er dagfest 13. august
og eg havi 14 dagar at gera
viðmerkingar, sigur Hans
Petur Joensen.
Higartil hevur fíggjar
leiðarin ikki gjørt nakað
burtur úr at svara hoyrings
svarinum, og Hans Petur
Joensen sigur seg ivast í, um
hann yvirhøvur fer at gera
nakað.
– Nei, sum støðan sær
út í løtuni rokni eg ikki við
at koma við nøkrum hoyr
ingssvari. Eg bara bíði, sigur
Hans Petur Joensen, sum er
sendur til hús, samstundis
sum stjórin á Strandferðsluni
er farin at ganga ígjøgnum
allar rakstrarkonti, áðrenn
hann í næstum fer at biðja
landsstýrismannin í vinnu
málum fara í løgtingið eftir
eini eykajáttan.
Søgan
Tá tað stóð greitt, at játtanin
til Strandferðsluna fyri 2013
ikki fór at halda, boðaði
Hans Petur Joensen í vetur
Fíggjarnevndini hjá løgting
inum frá støðuni á stovn
inum. Tað gjørdi fíggjar
leiðarin uttan um sín stjóra,
sum í kjalarvørrinum av
málinum varð sendur til hús.
Grannskoðaði roknskapurin
fyri 2013 vísti seinni eitt
undirskot á 4,4 milliónir
krónur í mun til játtanina.
Í mai komu løgtingsgrann
skoðararnir við hvøssum
viðmerkingum til roknskapin
hjá Strandferðsluni fyri 2013.
Atfinningarnar peikaðu ikki
minst móti landsstýrismann
inum í vinnumálum, sum
varð lagdur undir at vera
alt ov passivur í málinum.
Víst varð á, at Johan Dahl
ikki kunnaði løgtingið ella
bað løgtingið um eykajáttan,
hóast hann sambært løg
tingsgrannskoðarunum var
vitandi um, at játtanin til
Strandferðsluna fór ikki at
halda.
Landsstýrismálanevndin
er síðani farin at kanna hesi
viðurskifti.
Men hóast landsstýris
maðurin í lovaði bót og
bata, so er fíggjarstøðan á
Strandferðsluni
framvegis
langt frá í lagi. Fyrra hálvár
í ár er meirnýtslan í mun til
játtanina
umleið
tríggjar
milliónir krónur.
Enn vilja hvørki lands
stýrismaðurin í vinnumálum
ella stjórin á Strandferðsluni
upplýsa,
hvussu
nógvar
pengar Johan Dahl má biðja
løgtingið um í komandi eyka
játtanarlóg, sum væntandi
verður borin í løgtingið í
september.
Greitt er tó, at Strand
ferðslan megnar ikki at
halda sína játtan fyri 2014.
Samstundis er fíggjarleiðarin,
Hans Petur Joensen, sendur
til hús. Spurdur, hvørt hann
er offraður í hesum máli,
svarar skjótt fyrr verandi
fíggjarleiðarin turrisliga:
– Tú kanst tulka tað, sum
tú vil.
Hóast hann ikki ynskir at
fara í smálutir, so sigur Hans
Petur Joensen seg tó kunna
staðfesta, at framvegis er
ikki samanhangur millum
játtan og rakstur á Strand
ferðsluni.
Skjótt fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni
váttar at hava fingið hoyringsskriv um uppsøgn.
Fíggjarleiðarin er sendur til hús, meðan stjórin roynir at fáa yvirlit yvir,
hvussu stóra eykajáttan Strandferðslan hevur tørv á í ár
Hilmar Eliasen, stjóri
á Strandferðsluni
Fíggjarleiðarin offraður