hósdagur 21. august 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Unn Sørinardóttir heldur, at
tað er upp á tíðina at hava
fund við býráðið í Havn um
svimjihylin í Nólsoy.
– Vit hava tosað við Heðin
Mortensen um svimjihylin í
Nólsoy, men tað eru nógv ár
síðani. Vit hava eisini bjóðað
Tórshavnar kommunu at
yvirtaka svimjihylin, men
vit hava ongantíð fingið
nakað svar, sigur Unn Sørin
ardóttir.
Hon sigur, at tað, at skipa
fyri ovastevnu, er so mikið
krevjandi, at tað tekur alla
orkuna.
– Vit halda tí, at tað
skilabesta er, at ein nýggj
stevnunevnd verður vald,
sum skal skipa fyri stevnuni.
Á tann hátt verða vit fríari
at skipa fyri øðrum peninga
innsavnandi arbeiði, til tess
at
stuðla
endamálinum
hjá Stuðulsnevndini fyri
Svimjihyl í Nólsoy, sigur
Unn Sørinardóttir.
Tað hevur annars verið
trupult at fáa nýggj fólk í
nevndina undanfarin ár.
– Fólk vilja ikki taka
ábyrgdina á seg, eisini tí, at
bygging av einum svimjihyli
er so óyvirskoðandi, at fólk
aftra seg, at koma upp í
nakað slíkt. Tað er eisini
ein orsøk til, at tað hevur
verið so trupult at fáa fólk í
nevnd, sigur Unn Sørensen.
Hon er tó ikki bangin
fyri, at eingin fæst at skipa
fyri ovastevnuni 2015.
- Har er tað soleiðis, at
fleiri longu hava melda seg til
reiðar at koma upp í nevndina
at skipa fyri ovastevnu, sigur
Unn Sørinardóttir.
500.000 á bók
Nýggj nevnd skal veljast
í januar mánað komandi
ár, og tey í gomlu nevndini
standa altíð klár við einari
hjálpandi hond.
– Vit skulu nokk koma
við hjálp og góðum ráðum til
nýggju ovastevnunevndina,
ta´skal ikki standa á, sigur
Unn Sørinardóttir.
Inntøkurnar
seinastu
árini eru minkaðar nógv,
onkuntíð
10.000
krónur,
onkuntíð null og onkuntíð
upp í 70.000 krónur.
– Vit føla ikki, at vit fáa
nóg mikið fyri tað arbeiði,
vit leggja í ovastevnuna. Tí
kundu vit hugsa okkum at
royna heilt nýggjar at skaffa
pening til svimjihylin í Nólsoy,
sigur Unn Sørinardóttir.
Nevndin eigur í dag
500.000 krónur á bók.
– Hendan stevnan roynd
ist ógvuliga illa við fólki,
og vit hava ikki gjøgnum
gingið allar rokningarnar
enn, men inntøkurnar eru
260.000 krónur, sigur Unn
Sørinardóttir.
Hon roknar tó við, at tey
fara at klára tað fyri tann
peningin, sum innkomin er.
– Eg giti, at tað fer ikki
at standa so illa til, tá sam
anum kemur, og eg vóni
og rokni við, at tað fer at
mala runt í ár, sigur Unn
Sørinardóttir.
Hetta er 8. ovastevna, at
Unn Sørinardóttir hevur
verið við til at skipa fyri,
men
sambært
hennara
egnnu útsøgn eisini tann
seinasta.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
– Vit mugu tak eina støðu
til, hvat skal henda við
svimjihyli úti í Nólsoy.
Tað sigur Heðin Morten–
sen, borgarstjóri í Havnar
kommunu.
Hann vil ikki avvísa, at
svimjihylurin kann gerast,
har hann er byrjaður, men
tað hevur ávísar trupulleikar
við sær.
– Jarnið í betonginum er
rustað, og tí má hetta gerast a
nýggjum. Men tað er kortini
ikki ein ómøgulig uppgáva, tí
vit síggja tað í dag, at eitt nú
stál verður nýtt í staðin fyri,
sigur Heðin Mortensen.
Men hann hevur eisini ein
heilt annan og nýskapandi
tanka.
– Vit hava gjørt Malarenda
til eina útmerkaða baði
strond, og hon kundi verið út
bygd við at gjørt tvær brúgv
ar og so lagt ein svimjihyl har
onkunstaðni, sigur Heðin
Mortensen.
Har ber til at skifta, og
bæði wc og fótbóltsvøllur er
í sama øki.
– Eg haldi, at tað veruliga
kundi drigið fólk til Nólsoyar
at baða á strondini á Malar
enda. Sum er koma hópurin
av barnagørðum og forskúl
um út til Nólsoyar, eins og
ein rúgva av øðrum ferða
fólkum, og við hesum fasili
tetum aftrat, ivist eg ikki í,
at enn fleiri fólk høvdu leita
sær til Nólsoyar, sigur Heðin
Mortensen.
Ikki slept
Men Heðin Mortensen ætlar
at kalla ovastevnunevndina
inn til fundar.
– Nú skilji eg á lagnum, at
hendan nevndin ikki fer at
skipa fyri ovastevnu næsta
ár, men kanska heldur ætlar
at royna aðrar møguleikar at
savna pening inn til svimji
hylin. Tó kann nevndin geva
eitt innlit í, hvat tað krevst at
skipa fyri ovastevnu, og hvat
eigur at leggjast dentur á,
sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at ovastevna
er so inngrógvin í Nólsoy, at
sjálvandi eigur hon at halda
fram.
– Tað kann væl vera, at
sjálvt innihaldið eigur at
broytast nakað. Har eru fleiri
gomul hús, ið saktans kundu
verið meiri brúkt á ovastevnu,
eins og aðrar tillagingar
kundu verið gjørdar, sigur
Heðin Mortensen.
Hann leggur tó dent á,
at ætlanin um svimjihyl í
forleingilsi at skúlanum ikki
er slept.
– Møguleikin er sjálvandi
til staðar, at kommunan
yvirtekur
byggingina
av
svimjihylinum, og ger hann
lidnan, sigur Heðin.
Undir øllum umstøðum
ætlar borgarstjórin at kalla
ovastevnunevndina inn til
fundar ein av fyrstu døg
unum fyri at røða um, hvat
besta stigið er at taka víðari
í málinum um svimjihyl í
Nólsoy.
Gleðir seg til fund við Heðin
Tað sigur Unn Sørinardóttir, forkvinna í Stuðulsnevndini fyri Svimjihyl í Nólsoy,
sum ikki dugir at siga úrslitið av stevnuni í ár, fyrr enn í morgin
Malarendi upp
lagdur møguleiki
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá talan er um at gera ein svimjihyl úti í Nólsoy
Malarendi er vorðin ein rættiliga baðistrond, og Heðin Mortensen hevu rspælt við tankanum um at
gera baðibrúgvar og svimjihyl har, so børnini kunnu læra at svimja soleiðis, sum Ovi ætlaði
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen
Unn Sørinardóttir, forkvinna í Stuðulsnevndini fyri
Svimjihyl í Nólsoy, Heðin Mortensen, borgarstjóri og
Guðrun Sundar Hansen nevndarlimur í stuðulsnevndini