Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Fyrst skuldi hvør steinur vendast, so skuldi Eik Grunnurin kannast, siðan skuldu bæði Eik Grunnurin og Skráseting Føroya kann­ ast, og nú verður tað serliga skrásetingin, sum verður kann­að. Nevndin, sum er sett at kanna Eik Grunnin og grunna­eftirlitið, sigur, at hon møguliga ikki fær innlit í øll tey skjøl, sum hon skal brúka fyri at kanna, hvat fór fram í Eik grunninum. Hetta er als ikki besta loysnin, sigur Kristina Há­ foss, løgtingskvinna fyri Tjóð­veldi. Saman við Helga Abra­ham­sen og Joen Magnus Rasmus­sen mannar hon grein 19 nevndina, sum varð sett áðrenn summarferiuna, at kanna Eik Grunnin og grunna­eftirlitið. – Tað mest náttúrliga hevði verið, at grunnaeftirlitið, sum er Skráseting Føroya, fekk neyðuga peningin til at kanna, hvat er farið fram, men tað vildi samgongumeirilutin á løgtingi ikki, og tískil er hetta eitt alternativ, men tað er ikki meira enn næstbesta loysnin, sigur Kristina Há­ foss. Hon sigur, at lands­stýris­ maðurin í vinnumálum hev­ur vitað alla tíðina, at nevndin ikki hevði líka víðar heimildir til at kanna Eik Grunnin, sum Skráseting Før­oya hevði. Tá hann meldaði út, at grein 19 nevndin skuldi set­ ast, var boðskapurin, at bæði Eik Grunn­urin og grunna­ eftir­litið skuldi kannast. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn for­ maðurin í grein 19 nevndini, Joen Magnus Rasmussen, segði við fjølmiðlarnar, at tað helst ikki var møguligt at fáa innlit í øll neyðug skjøl í Eik Grunninum, tí løgtingsfólk ikki kunnu fáa innlit í ein privatan grunn. Tískil var tað fyrst og fremst Skráseting Føroya, sum skuldi kannast. Hvussu nógv nevndin fær atgongd til velst millum annað um, hvussu orðingin ”al­ment umvarandi” skal tulk­ast løgfrøðiliga. Hetta er ein gøla Kristina Háfoss heldur, at tað er púra óhoyrt, at landsstýrið og samgongan ikki lótu neyð­ ugu upphæddina til kanning av Eik Grunninum áðrenn málið var fyrnað. – Tað eru so nógvir føroy­ ingar, sum hava mist pengar upp á Eik-málið. Ímynda tær, at ein stóru danskur banki fór á heysin, og Fíggjareftirlitið bað um pening at kanna, hvat var hent, og fólkatingið segði nei til at játta pening til kanningina. Tað er óhugsandi og hetta er faktisk ein gøla, sigur Kristina Hásfoss. Hon heldur, at besta loysn­in hevði verið, um Skrá­ setingin fekk neyðugu upp­ hæddina at kanna grunn­in beinanvegin. Tá um­ræð­ur kanning av grunna­eftir­litin­ um, so hevði tað ikki verið neyðugt at seta eina grein 19 nevnd. – Um landstýrismaðurin er ónøgdur við handfaringina av málinum, kann hann sjálv­ ur seta eina kanning í verk av Skráseting Føroya, sigur Kristina Háfoss. Hon sigur, at nevndin fer at gera sítt besta fyri at lýsa málið við Eik Grunninum til lítar, hóast tað møguliga er avmarkað, hvørji skøl, tey fáa atgongd til. Nevndin fer millum annað at hyggja neyvt at fyrningini. Hvussu tað ber til, at málið kundi fyrna og hvønn leiklut løg­ ting­ið og vinnumálaráðið høvdu í hesum sambandi. Grein 19 nevndin hevur fund aftur 26. august, og tá vænta tey at viðgera tilmæli frá umsitingini um, hvønn tey skulu heita á at vera fakligur ráðgevi í kanningini. marjun@sosialurin.fo Grein 19 ikki besta loysnin Tað er ein gøla, at peningur ikki varð játtaður til Skráseting Føroya at fullfíggja kanningina av Eik Grunninum, heldur Kristina Háfoss, sum í dag mannar grein 19 nevndina saman við Helga Abrahamsen og Joen Magnus Rasmussen eik grunnurin Tá Jóhan Dahl landsstýris­ maður í vinnumálum gjørdi av at seta eina grein 19 nevnd at kanna grunnaeftirlitið og Eik grunnin, segði Bjørn á Heygum, at hetta var ein góð loysn. Og ta útsøgnina stendur hann við í dag. Ein orsøk til, at hann helt tað var, at nevndin hevur møguleika fyri at fara so langt, sum hon hevur hug til í sínum kanningararbeiði, og kann taka fakligar før­ leikar inn eftir tørvi. Hann heldur ikki, at tað eigur at vera nøkur forðing fyri, at nevndin fær neyðuga inn­ litið. – Um orðingin ”alment umvarandi” verður brúkt synonymt við ”viðkomandi fyri samfelagið”, so dugi eg ikki at síggja, at handan orðingin kann vera nøkur forðing, sigur Bjørn á Heyg­ um. Hann heldur, at alt sum hevur at gera við Eik Grunn­ in, má metast at verða við­ komandi fyri samfelagið, tá støðan er sum hon er. – Eg dugdi ikki at síggja nakað alternativ til grein 19 nevndina tá, og nevndin eigur at fáa innlit í alt, sum er viðkomandi fyri sam­ felagið, uttan mun til, um grunnurin er almennur ella privatur. Tað eri eg sann­ førdur um, sigur Bjørn á Heyg­um. marjun@sosialurin.fo Eigur ikki at vera nøkur forðing Gein 19 nevndin eigur at fáa innlit í øll viðkomandi mál, sigur Bjørn á Heygum, advokatur Grein 19 nevndin fer at kanna leiklutin hjá løgtinginum og vinnumálaráðnum í sambandi við, at Eik málið fyrnaði, áðrenn tað var liðugt kannað