hósdagur 21. august 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
31 juli 2014 fingu Krista og Allan Sólsker ein son, hann vigaði 4510 gr og var 55 cm
langur.
Føðing
Mín elskaði abbi, tað er
hart at skriva hetta, tí tú er
ikki her hjá okkum longur.
Vit sleppa ikki at síggja títt
deiliga smíl og skálkabros...
saknurin er ómetaliga stórur.
Altíð, alt eg minnist, hevur
tú fingið okkum at flenna og
smílast við tínum søgum og
orðum, teg kundi man altíð
tvætla býtt við, líka til tað
síðsta.
Eg og tú abbi, vóru nokk
so lík haldi eg. Bæði nokkso
treisk, tú meir enn eg allíka
væl og hetta gjørdi onkun
tíð, at vit komu eitt sindur
upp at skeldast, tí bæði vildu
hava rætt. Men vit vóru eisini
lík uppá tann mátan, at tað
var skjótt yvirstaðið, eingin
fekk rætt, men bæði hildu
vit høvdu vunnið. Teg kundi
man altíð fáa eitt gott kjak
við, tað er so heilt sikkurt,
man skuldi bara ikki vænta
at man fekk rætt.
Eg havi altíð, líka frá eg
var fødd, verið nógv hjá tær
og ommu og eg elskaði tað,
altíð trygt og gott. Eg og
beiggi eru so jøvn í aldri, at
hann næstan er sum mín
stóribeiggi. Altíð slapp eg at
vera við í øllum rokanum hjá
tykkum og tað goymi eg væl
í mínum hjarta. Tú fortaldi
altíð søgur um ymiskt og eitt
minnist eg, at tú plagdi at
arga meg so illa við. Tað var at
tað vóru nakrir “krevitokkar”
úti á Bakka, eg var so bangin
fyri hesum “krevitokkunum”
fyristillaði mær, at tað vóru
nakrir yvirvaksnir krabbar,
sum komu upp á land úti
á Bakka og tú flenti bara.
Okkara festligi fitti abbi.
Tá eg bleiv tannáringur
kom eg vestur til tykkum,
hvørt einasta vikuskifti.....
at tit orkaðu!! Eg vænti at
omma ofta hevur verið noydd
at skava útyvir genturoksið
av mær og Guðrun, á denn
sminka, klæðir, sangur, dans
ur og látur av okkum hevur
verið, men vit vóru altíð væl
komnar og eg minnist einki
til, at tit nakrantíð hava talað
at, dugi væl at fyristilla mær,
at tað kann hava verið puff
og suff av tær abbi.
Eg gjørdi teg til langabba,
kanska nokkso tíðliga, haldi
tú var 64 ár. Eg minnist, at
eg var bangin at skulla siga
tær tað, so mamma mátti
gera tað. Tú segði bara, at øll
kunnu altso ikki bíða í ævir
at fáa sær børn. Tú og omma
hava altíð verið so góð við
okkum ommu- og abbabørn
og so eisini langommu- og
abbabørnini tá tey komu.
Øll elska at koma á gátt hjá
tykkum. Nú kláraði tú ikki
at uppliva tað at skulla blíva
oldurabbi, men tú visti, at
tú skuldi vera tað og var
so glaður um tað og tú gav
teimum ungu nøkur góð klók
orð á vegnum frá sjúkra
songini.
Vit hava í nógv ár vitað,
at tú hevur verið sjúkur,
men tað merkti man ikki á
tær, rokaðist sum altíð. Men
knappliga versnaði tú og
sjúkan fekk takið á tær. Tú
var tann sami abbi líka til
tað síðsta, sjálvt um tú ikki
orkaði tað stóra, vit kundu
sita og práta og bara vera um
teg. Sinnalagið og títt glaða
lyndi fór ongan veg. Eg eri
so glað fyri, at eg kundi vera
hjá tær, tær síðstu næturnar
og tímarnar abbi. Tað var so
friðsælt og eg fari at goyma
tað altíð í mínum hjarta.
Saknurin er stórur hjá
okkum øllum, tú manglar
tá man kemur norð til tín
og ommu. Tú segði altíð við
okkum, at vit ikki skuldu
syrgja og gráta um teg, men
tú manglar og onkuntíð má
sorgin sleppa framat. Tú
hevur givið okkum nógv
minnir og stuttligar løtur, so
láturin ljóðar eisini.
Tú hevur eitt serligt pláss
í mínum hjarta, mín elskaði
abbi .
Hvíl í friði.
Abbadóttir tín Miriam
Minningarorð um mín elskaða abba
Jógvan Hans Joensen
Sunnudagin 24. august 2014
verður Daniel Jacob Olsen,
vanliga nevndur Dalli, 90 ár.
Dalli er føddur í Havn,
men vaks upp á Deild í Vest
manna. Pápin var Óli á Deild
úr Vestmanna og mamman
var Maria f. Mikkelsen úr
Hovi.
Dalli var næsteldstur av
11 børnum. Hugurin stóð til
sjógvin, men fyrstu árini
árini eftir skúlagongdina
arbeiddi hann við fyrifallandi
arbeiði. Hetta var undir 2.
veraldarbardaga. Seinni fór
Dalli at sigla við Smyril, har
pápabeiggi hansara Lítli Pól
var hovmeistari.
Seinni fór Dalli til Noregs
at læra til maskinmeistara.
Eftir lokna útbúgving helt
Dalli út í stóru verð sum
maskinmeistari
umborð
á norskum farmaskipum.
Hann sigldi um allan heimin
í góð 20 ár til hann tíðiliga
í 70'unum mynstraði við
Skipafelagnum. Hann sildi við
teimum flestu av skipunum
hjá
Skipafelagnum,
men
longst mundi hann tó verða
umborð á Lómi.
Seinastu tíðina til sjós
silgdi Dalli við danska reiða
rínum Copenhagen Reefers.
Har var silgt við frystigóðsi
millum Evropa og Grønland,
Canada og USA.
Dalli fór í land fyri góðum
20 árum síðani og hevur
brúkt tíðina heima til ymiskt
ítriv og familjuna.
Dalli giftist við Paulu
Mariu f. Jacobsen av Eiði í
1961. Tey fingu børnini Jytte,
Óla og Magna. Í 1965 settu tey
búgv á Suðuroyavegi 5, har
tað tá var mest sum óbygt.
Dalli misti konuna í 2011,
tá Paula Maria andaðist á
Tjarnargarði 81 ára gomul.
Teimum eydnaðist at halda
gullbrúdleypsdag 23. mars
sama ár.
Dalli hevur altíð verið
serliga áhugaður í slekt
og hevur í fleiri ár gingið
til ættargransking. Burtur
úr hesum eru komin nógv
sokallað
stamtrøð,
sum
familjan hevur notið gott av.
Minnið hevur Dalli sum
fáur. Hann minnist hvønn
føðingardag hjá øllum í
familjuni og eisini hjá kenn
ingum. "Nær var tað" kapp
ingarnar í Útvarpinum hevur
honum altið dámað væl, og
hevði hann luttikið, hevði
hann helst verði ringur at
syft.
Vestmanna hevur altíð
átt eitt serligt pláss hjá Dalla,
og hóast bæði foreldur og
systkin fluttu úr bygdini fyri
nógvum árum síðani, vitjar
Dalli javnan í Vestmanna, har
hann vitjar familju og vinir.
Seinastu tíðina hevur hann
luttikið í hugnaløtum saman
við øðrum eldri vestmonnum
í Norðurlandahúsinum har
teir hittast at tosa um gamlar
dagar.
Í sambandi við stóra dag
in, hevur Dalli opið hús í
heiminum á Suðuroyavegi 5
í Havn leygardagin 23. august
frá klokkan 16:00, har øll eru
vælkomin.
Vit ynskja babba hjartaliga
til lukku við stóra degnum.
Børnini
Dalli 90 ár