hósdagur 21. august 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Grøni politikkurin í Tórshavnar
kommunu er í góðum hondum
Elin Lindenskov
býráðslimur í
Tórshavnar Kommunu
Sambært
Marin
Katrinu
Frýdal úr Tjóðveldi er grøni
umhvørvispolitikkurin
í
Tórshavnar
Kommunu
í
vanda, nú Tjóðveldi ikki er
við í breiða samstarvinum.
Eg kann tryggja Marin
Katrinu, at grøni orku- og
umhvørvisppolitikkurin er í
góðum hondum hjá nýggju
Náttúru
og
umhvørvis
nevndini.
Marin Kathrina Frýdal
sigur beinleiðis ósatt, tá hon
sigur, at meirilutin hevur
slept ætlanini um at brúka
sjóhita til at hita gamla Salt
sølubygningin við.
Tað var ikki meirilutin
(Javnaðarflokkurrin, Fólka
flokkurin
og
Sambands
flokkurin), men ein samd
vinnunevnd við umboðum
úr Fólkaflokkinum, Javn
aðarflokkinum
og
Tjóð
veldinum, sum mæltu til at
sleppa ætlanini um at hita
bygningin við sjóhita.
Sjálv undraðist og harm
aðist eg stórliga tilmælið
hjá vinnunevndini at spara
sjóhitan
burtur
í
stóru
byggiætlanini við Saltsølu
bygninginum, og tí kundi
eg als ikki taka undir við til
mælinum.
Hinvegin so kunna vit
gleðast um, at vit í meirilut
anum samdust um at útseta
spurningin
um
endaliga
orkuloysnina í tveir mánaðir.
Hesir tveir mánaðirnir skulu
brúkast til at kunna okkum
um,
hvørjar
orkuloysnir
kunna brúkast í gamla Salt
sølubygningunum. Sjálvandi
skal orkuloysning koma frá
varandi orkukeldum.
Náttúru- og umhvørvis
politikkurin í Tórshavnar
kommunu er í sera góðum
og tryggum hondum í nýggju
nevndini. Forkvinnan, Sigrún
Mohr, hevur sett framtíðar-
orkupolitikkurin í kommun
uni á dagsskránna, so eg gleði
meg til samstarvið í náttúru-
og umhvørvisnevndini.
kjak
Nú er nokk bíðað – styrkið og
samskipið tænastur nú!
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Styrkin hjá einum samfelag
verður – sum kunnugt –
mett eftir, hvussu dugnaligt
samfelagið er til, at taka sær
av teimum, ið hava størst
tørv á eini hjálpandi hond.
So er eisini í Føroyum.
Hóast ávís framstig hava
verið seinastu mongu árini,
so eru fetini tíverri ov smá
og sein, og gingið verður ov
ofta í ring. Neyðugt er, at
seta ferðina upp, og at seta
samskipaða kós fyri at røkka
málinum um, at Føroyar
veruliga skulu vera fyri øll.
Skulu menna
nýggjar tænastur
Vit
koma
ongantíð
at
kunna bjóða allar tænastur
her í Føroyum, men stórir
møguleikar eru fyri menning
av nýggjum tænastum. Í
2012 nýttu vit 43 mió. kr.
til tænastur í útlandinum
til føroyingar við serligum
avbjóðingum. Nøkur vilja
altíð hava tørv á at fara
uttanlands, meðan onnur
kundu fingið sama ella betur
tilboð í Føroyum, um rætt
varð borið at. Hetta vildi
verið ein vinn-vinn støða
fyri samfelagið alt. Eitt nú
tí fólk fingu tænastuna her
í heimlandinum, familjur
sluppu undan at flyta av
landinum, og nýggj arbeiðs
pláss og førleikamenning
vórðu framd í Føroyum.
5-10 ár áðrenn øll
fáa rætt til skúla
eftir fólkaskúla?
Hóast hetta, so vísir tað seg
at ganga ómetaliga seint
við menningini av nýggjum
tænastum. Eitt nú er greitt,
at hóast tað er ein gøla,
at politiska skipanin ikki
hevur tryggjað øllum okkara
ungu rætt til mennandi
skúlatilboð eftir fólkaskúlan
fyri langari tíð síðan, so eru
framhaldandi long útlit til,
at hetta kemur í rættlag.
Spurdi
landsstýrismannin
um, nær væntast kundi at
vit kunnu javnseta øll okkara
ungu hesum viðvíkjandi, tá
viðgerð av Ólavsøkurøðuni
var á Løgtingi. Landsstýris
maðurin upplýstið, at hetta
væntandi fór at taka 5-10 ár.
Hetta kann als ikki góðtakast,
og skal munandi ferð setast
á hetta arbeiðið. Eri vís í,
at landsstýrismaðurin fær
breiða undirtøku fyri hesum
á Løgtingi, um hann ynskir
hetta.
Inklusión krevur
rættar fyritreytir
Tá tað kemur til nógv um
talaðu inklusiónina, so er
hetta ein søga fyri seg. Tað
er sjálvandi gott og rætt at
seta sær sum mál, at rúm
skal vera fyri øllum, eitt nú
í barnagørðum, skúlum v.m.
Men uttanlands eru tíverri
fleiri dømi um, at sokallað
inklusión verður nýtt sum
umbering fyri sparingum.
Hetta við at niðurleggja
serstovur, serflokkar og ser
tænastur, og í staðin beina
øll inn í ”vanligu skipanina”
við stuðli. Hetta er als ikki
rætta loysnin fyri øll. Langt
frá. Og fyrsta fyritreytin
fyri at hetta skal eydnast er
undir øllum umstøðum, at
neyðuga játtanin og førleika
menningin fylgir við. Hetta er
nakað, ið tíverri ofta vísir seg
at mangla. Eisini í Føroyum.
Manglandi raðfesting
kostar dýrt
Tað fer altíð at vera tørvur
bæði á møguleikanum at
kunna vera partur av ”vanligu
skipanini”, eitt nú við stuðli,
og eisini á sertænastum/
sertilboðum. Í dag er støðan
tó langt frá nóg góð á hesum
øki. Tí politiska skipanin
megnar ikki at raðfesta
stuðulsskipanina nóg høgt,
og megnar heldur ikki at
raðfesta sertilboðini – eitt
nú til tann eina serskúlan,
Skúlan á Trøðni – nóg høgt, so
at framkomin og málrættað
serundirvísing kann bjóðast
øllum hesum næmingum, ið
hava so sera stóran tørv á
hesum. Hetta er óskiljandi.
Ongin ivi er um, at manglandi
íløgan í framtíðina hjá hesum
børnum og ungu, kostar bæði
teimum og samfelagnum
ómetaliga nógv hvønn dag
og yvir tíð.
Minst 90 á bíðilista
til vardan bústað
Tá umræður bústaðarum
støðurnar hjá føroyingum
við serligum avbjóðingum,
so kunnu vit fegnast um,
at komið er væl áleiðis við
at byggja nýggjar vardar
bústaðir í Klaksvík og Runa
vík. Eisini eru nakrir vardir
bústaðir ávegis á Sandi og í
Havn.
Enn standa tó 90 á bíði
lista til vardar bústaðir, og
veruligi tørvurin er helst
enn størri. Hartil eru fleiri av
verandi bústovnum ótíðar
hóskandi, eins og tørvur
er á nýggjum virknis- og
umlættingardeplum. Tað er
tí týðandi, at ítøkilig átøk og
langtíðar íløguætlan verða
framd, í tøttum samstarvi
millum land, kommunur og
Bùstaðir, fyri at røkka á mál.
Manglandi samskipan
ein trupulleiki
Tað er tó ongin ivi um, at
tað eru hend ávís framstig
innan sernámsfrøðiliga økið
seinastu mongu árini. Settar
eru á stovn ymiskar tænastur
tvørtur um aðalráð, tvørtur
um stovnar og tvørtur um
land og kommunur. Sera
trupult er tó at fáa neyðuga
yvirlitið, og er neyðugt at
venda sær til ótalligar dyr,
áðrenn komið verður á mál
við
einum
heildartilboði.
Tí verða somu upplýsingar
eisini ofta latnar og við
gjørdar
fleiri
staðni,
og
óneyðugt dupultarbeiði í
stóran mun framt. Úrslitið
er m.a. at ongin samlað per
sónlig menningarætlan og
ongin skipað uppfylging av
hesum, verður gjørd fyri tey,
ið hava so alstóran tørv á júst
hesum.
Óskipaða
tænastan
merkir hartil at tey, ið hava
tørv á hesum, als ikki fáa
fult gagn burturúr verandi
tænastum. Tíverri tykist ofta
sum um at «skipanirnar» og
«kongaríkini» koma framum
persónin, ið hevur tørv á
hjálpandi hond. Hetta skal
sjálvandi vendast á øvugt –
tí persónurin skal sjálvandi í
miðdepilin.
Full samskipan
møgulig og alneyðug
Og tað ber lætt til at fremja.
Hetta við at velja eitt stað,
«eina hurð», og har útnevna
persónligan ráðgeva, ið sam
skipar og leypandi fylgir
upp uppá øll viðurskifti, ið
hava við persónin, ið hevur
serligar avbjóðingar, at gera.
Á henda hátt verður tryggjað
ein skjót og góð tænasta, ið
støðugt tekur útgangsstøði
í tørvinum hjá tí einstaka
persóninum.
Samstundis vil full sam
skipan, umvegis persónligan
ráðgeva,
tryggja
tættari
samstarv tvørturum ymsu
eindirnar og stovnarnar, ið
veita
tænasturnar.
Hetta
fer aftur at bera við sær
størri vitanardeiling, betri
gagnnýtslu av førleikum, at
sloppið verður undan dupult
um fyrisitingararbeiði, og
at fleiri og betri tænastur
kunnu veitast. Hartil gerst
tað heldur ikki eitt ”yvir
raskilsi” fyri skipanina, tá
ein persónur við serligum
avbjóðingum
skiftir
frá
barnagarði til fólkaskúla. Frá
fólkaskúla til miðnám. Frá
miðnámi til egnan bústað,
møguligt vart starv o.s.fr.
Løgtingið samtykt
uppskot frá Tjóðveldi
Í vónini um, at seta ferð á eina
menning innan hetta økið,
løgdu vit í Tjóðveldi í 2012
eitt uppskot til samtyktar
fyri á Løgtingi, ið hevði til
endamáls, at fáa eina fult
samskipaða tænastu til fólk
við serligum avbjóðingum.
Uppskotið hevði eisini til
endamáls at fáa tikið ítøkilig
stig til, at minka um tørvin
á, at senda børn, ung og
vaksin av landinum, men
heldur – har hetta letur seg
gera – bjóða tænasturnar í
Føroyum.
Enn bíða vit…
Løgtingið samtyktið upp
skotið, ið álegði landsstýrin
um at koma við frágreiðing
– í seinasta lagi í 2012 – um,
júst hvussu tænasturnar
kundu og skuldu samskipast
framyvir. Sjálvt um vit eru í
2014, so er onki úrslit komið
frá landsstýrinum. Síðan 2012
hevur fráboðanin verið, at
arbeitt verður við málinum.
Men tað, at so nógv ár nú eru
farin framvið, uttan at úrslit
fyriliggur, og enntá hóast eitt
samt Løgting hevur álagt
Landsstýrinum at koma við
frágreiðing, tað sigur nakað
um, at hetta økið als ikki
fær ta raðfesting, ið tað átti.
Tíverri.
Úrslit takk.
Og meðan vit bíða, flyta
alsamt fleiri familjur við
børnum og ungum við ser
ligum avbjóðingum av land
inum. Hetta er í allar mátar
ein tap-tap støða fyri allar
partar.
Kann ikki annað enn
undrast um, at politiska
skipanin kann fremja eina
røð av umfatandi broytingum
eftir
fáum
døgum,
men
tá tað kemur til at fremja
samskipan av tænastum til
fólk við serligum avbjóð
ingum, ella at veita øllum
mennandi skúlatilboð eftir
fólkaskúla, ella at halda
grundleggjandi ásetingar í
ST-sáttmálanum um rættindi
hjá einstaklingum, ið bera
brek - so ganga ár eftir ár
eftir ár. Og enn bíða vit.
Nú er nokk tosað, skrivað,
fundast og bíðað.
Vit vilja síggja úrslit.