hósdagur 21. august 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Teitur Vágadal
Eg havi roynt, men ringt
hevur verið at sloppð undan
hesum Sea Sheapard roksi
num. Roks er tað, tí tað er
einki annað enn roks. Tann
tíðin, vit sum fólk og miðlar
hava givið teimum er bert
vunnið fyri Sea Shepard. Ikki
skal ein tosa leingi saman
fyri at verða samdur um at
hatta bert er propaganda
fyri Sea Shepard, líka mikið,
hvat tíðindi verða framborin.
At ein teirra, ella okkara
hevur roykt eina feita. Eg
havi ikki roynt eina feita,
men eg eri ikki so býttur, at
eg ikki haldi at føroyingar
hava roykt nakrar feitar,
annars høvdu vit nokk ikki
havt eina narkoavdeiling í
løgguni, ella hvussu vit skulu
kalla hesi hart arbeiðandi
løgreglufólkini.
Fleiri
hava
roynt
at
demoniserað
tey,
hesir
vegetararnir, sum ikki hava
skil fyri, hvar kjøtið í kølu
diskunum koma frá. Sum
ikki vita at djór, kyllingar
og grísar skulu slaktast fyri
at gerast til kyllingabringu
og bacon. Jamen er tað ein
so stór synd, hvør er tann
størri?: Tann sum einki veit,
ella tann, sum veit eitt sindur
betur, men bert flennur eftir
tí, ið ikki veit nakað serligt?
At vit, sum føroyingar
ikki eingong vilja ómaka
okkum at hjálpa teimum, tí
at tey hava koyrt av vegnum
er stór skóm. Stór fúl skomm.
Tví fái tykkum øll, sum hava
koyrt framvið einum neyð
støddum! Kalla okkum eina
kristna tjóð og vilja ikki
eingong fylgja døminum hjá
einum samverjubúgva, sum
faktikst var ein útstoyttur av
jødiska samfelagnum. Vísur
bara, hvussu nógv føroyingar
vita um tað at vera kristin.
Samverjubúgvin legði einki
í, hvat jødar søgdu, Guðs út
valda fólk, hann hjálpti tí at
hann sá eina neyð. Og tað
gerða føroyingar ikki mót
vegis Sea Shepard, megin
parturin av teimum hava
sjálvi goldið fyri at koma
her, og so vísa vit teimum
hetta andstyggliga andlit,
forfylgja teimum á facebook,
og avsløra hvar í Føroyum
tey eru! Hevði tað verið
gjørt móti einum einstøkum
persóni, so høvdu vit ikki
verið sein at fráboða henda
psykopatin til løgguni fyri at
forfylgja. Ella?
Hevur nakar spurt hvørji
tey eru, stakkalarnir, ið
halda “vakt” dagin langan?
Meginparturin hevur sjálvur
goldið fyri ferðaseðilin til
Føroya, og okkara mótstøða
stuðlar bert ørskapinum hjá
tí eina psykopatinum, Paul
Watson.
Høvdu vit vilja grinda
drápinum væl, vístu vit før
oyskt gestablídni, bjóðaðu
teimum til matna (ikki grind
og epli sjálvandi) og fortalt
um okkara land og okkara
lívsstíl.
Andstygd
lærir
eingin av, men við at vísa
andlit læra vit av hvørjum
øðrum. Og Sea Shepeard
stuðlarnir eru óvitandi. Og
hvør skal læra tey? Opinbart
ikki føroyingar, so idiotistkt
vit hava uppført okkum
móti teimum.
So tí skammist eg at vera
føroyingar tá tað kemur til
grindadráp. Tí vit eru ikki
errin av okkara drápshátti,
tí vit hava undirlutakenslur,
og einasti háttur at uphevja
okkum er at niðurgerða.
Well, at niðurgerða er at
happa, og happar tú, ert tú
ovitandi. Eg veit eitt sind
ur um grindadráp, og tað er
tað eg fari at fortelja, fyri at
upplýsa. Um eingin upplýsur,
lærir eingin! Heldur ikki vit!
ÚTBJÓÐING
Vegna Starvsmannafelagið verður arbeiðið, at umbyggja gamla
sjónvarpsbygningin í J. H. Schrøtersgøta 9, hervið boðið út í
almenna lisitatión, sum høvuðsarbeiðstøka.
Áhugaði kunnu, umvegis teldupost, venda sær til Arkitektar 99,
es@arkitektar99.fo, í seinasta lagi 01.09.2014, kl. 16:00.
Lisitatiónin verður á teknistovu okkara mánadagin
15.09.2014, kl.14:00.
ARKITEKTAR 99 - GRØNLANDSVEGUR 2 - TEL. 363500 - WWW.ARKITEKTAR99.FO
99
arkitektar
Eg skammist at
vera føroyingur
kjak