Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siðsøga við Óla Jacobsen POSTKORT SuM SIGA SøGu At skrivA postkort hevur verið nógv brúkt í meirA enn 100 ár. í summum førum er tAð so heppið, At hesi postkort eru varðveitt. tá kunnu tey gevA íkast til ættarsøguna hjá viðkomAndi T ann gamli Knút skómakarin var ein kendur maður í Havn í síni tíð. Hann framleiddi eisini t.d. stivl ar og hevði skósølu. Tískil hevði hann fleiri fólk í arbeiði. Son ur hansara Knút (1900­1968) var eisini ein kend ur skómakari í Havn. Knút var ættaður úr Funningi og giftist við Isa linu, systir tann ikki minni kenda Djóna í Geil, sum saman við sínum børnum eru ein týð andi partur av Havnar og Føroya søgu. Ser liga kendir vóru Petur Alberg og Kristin í Geil. Knút og Isalina fingu átta børn, sum komu til. Næstyngst av teimum var Valborg, f. 1898. und an henni var ein onnur Valborg, sum doyði sum smágenta. Valborg “fall” blaðung fyri tí trý ár eldri Laurits Jensen, sum var marinari við verju­ skip in um Beskytteren. Hetta skuldi ikki dáma páp an um, Knúti. Hann var so illur, at eina ferð Laurits kom á gátt í oysregni, vildi Knút ikki lovað honum inn. Hini í húsinum søgdu tá við hann, at tað sømdi seg ikki at vísa slíkt ringt gestablídni móti einum fremmandum, og sloppið var! Hetta javnaði seg skjótt, tí tað vísti seg, at Laurits var ein stásmaður. Tey giftust og búsettust í Korsør. Tey fingu tvey børn. Knud var eitt skifti stjóri á skipasmiðjuni í Vestmanna. Hann hevði føroyska konu, Nannu úr Sørvági. Margith búði í nógv ár í Roskilde. Tey eru bæði deyð fyri nøk rum ár um síð ani. Valborg hevði nógv samskifti við ættina í Føroyum, og hetta var eis ini gjørt við post ­ kort um. Her fyri var ommu sonurin Pet ur, hann var brand meistari í Havn nøk ur ár, á vitj an í Føroyum. Við sær hevði hann myndir og eitt album við post kortum hjá omm uni, sum hann helt, at eg hevði áhuga fyri. Valborg var ommusystir míni, so hetta hevði avgjørt áhuga. Myndirnar á hesum post kort um eru sera áhuga verdar og fleiri av teimum er rættiliga ókend ar. Tað er eisini áhugavert, at nógv av hes um postkortum við myndum úr Føroyum vórðu seld “til Fordel for Fonden til Hjælp for Døv stumme.” Vanliga stendur ikki so nógv í einum postkorti. Men kortini kann okk urt vera, sum kann hava áhuga fyri eftirtíðina. Tað er tað eisini í hes­ um savninum. Valborg samskifti við postkortum við sjeikin Her skal takast aftur i summi av hes­ um post kortum. Hetta kann fyrst vera við fyrsta sam band inum millum Val­ borg og Laurits, eftir at tey eru komin at kennast. Fyrsta kortið til Laurits er stemplað 1. febru ar 1916. Tá hevur Valborg bara ver ið 17 ára gomul. Hon sendir kortið til Korsør, men tað er umadresserað til Be skytteren, sum tá hev ur havt støð í Skagen. Frímerkið ljóðaði uppá 5 oyru. Í dag er minsti takstur at senda bræv millum Føroyar og Danmark kr. 10 ella 200 ferðir so nógv! Valborg skrivar við síni vøkru hond skrift, sum var eyðkend fyri hana alt lívið: Kære Laurits, Nu kan du vente at faa mit Fotografi snart. Jeg blev endelig fotograferet i gaar og faar Bille­ det at se paa Søndag og hvis det er lykkedes, saa skal jeg sende det med første Fart. Jeg var til Bal i aftes i Klubben og morede mig meget godt, men dog var der noget der manglede. Síðan greiðir hon frá, at postkortið er av amt­ mans borgini. Hon letur eisini heilsa hansara for eldr um og systkin, og hon endar: De kærligste hilsener din Valborg. Hetta var so romantiskt, sum tað kundi vera tá í tíðini. Hetta kundi eisini bent á, at tey hava hitt hvørt annað stutt framman undan, kanska í balli í klubbanum. Tey hava uttan iva eisini skrivað brøv teirra millum, men næsta kortið er frá 4. des ember 1916: Brevet kom ikke med Tjaldur (hjá DFDS). Posten var gaaet ombord, da jeg var færdig med at skrive, men der er kommet Telegram fra Island, saa haaber jeg, at du faar alt paa samme Tid. Jeg har det meget godt og haaber det samme om dig og dine. Næsta kortið er sent longu 9.12.1916, og hetta er ein nýggjársheilsan. Tá býr Laurits á sjómansheiminum í Frederikshavn. Tann 18. januar 1917 skrivar hon aftur: Endnu en lille Hilsen. Tjaldur sejler om et par Timer. Bare jeg skulde rejse med. Jeg synes, at det er saa længe til Sommeren, men jeg maa vente. Jeg har hørt, at havnargentan valborg í korsør: Eitt av postkortunum at stuðla deyvum: Fiskere med fangs i Kvivig Gamli Knút í Keypmannahavn saman við Valborg Seiður verður kruvdur í Havn. Postkortið er útgivið av Hjalmar Jacobsen