hósdagur 21. august 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Beskytteren skal være her om kring den
20?. Bare du var med, men det bliver du
maaske efter det, jeg har hørt.
Venlig hilsen
Din Valborg
Á veitslu hjá
arbeiðsmannafelagnum
Tað er stutt millum postkortini. Tann 21.1.
1917 skrivar Valborg:
Jeg vil skrive dig et lille kort for at fortælle
dig, at jeg skal til Bal i Aften. Det er
Arbejderforeningen, der holder Aarsfest.
Min Bror har inviteret mig. Jeg skal nok
skrive Brev senere og fortælle dig, hvordan
jeg morer mig forhaabentlig. Men der bliver
kun danset færøsk Dans.
En kærlig hilsen sendes dig
fra din lille Valborg.
Hetta er eitt sindur av fakfelagssøgu. Havnar
Arb eiðsmannafelag var stovnað í 1916, og
fyrst í 1917 samtykkir nevndin at halda eina
“Stif telsesfest” í losjuni. Beiggin,
sum hevur bjóð að Valborg við,
er Knút skómakarin. Hann var
einasti beiggi eftir at Petur var
burt urgingin við enskum trolara.
Áhugin fyri at fara í hesa veitslu
komst kanska av, at systkinabarnið
hjá teimum báð um, Kristin í Geil,
bæði var ein av stig tak arunum
hjá felagnum og hann var eisini í
fyrstu nevndini sum næstformaður
og skriv ari.
Orsøkin til at Valborg und ir
strikar, at tað bara var føroyskur
dans ur, hevur kanska ver ið fyri at
tryggja Laurits, at her var eingin
vandi á ferð!
Valborg er eftir øllum at døma
far in til Dan markar í 1917 og er
neyv an komin heim aftur at búgva.
Í 1919 giftast Valborg og Laurits.
Laur its gjørdist sjómaður og sigldi
meg inpartin av sínum arbeiðslívi
við stórabeltsfergunum millum Kor
sør og Ny borg.
Tey búgva fyrst til leigu í Korsør, men
seinni bygdu tey Ved Lunden 4 eini hús, sum
fingu heitið Villa Okkara, sum gjørdist sera
kend millum føroyingar. Tað sigst, at tað var
systirsonurin Petur Háberg, sum kom við
upp skotinum um hetta heitið.
Her komu nógv á vitjan. Mill um hesi var
tann, sum skriv ar hetta. Var føddur og búði
í Danmark fyrstu sjey árini og minnist frá
teirri tíðini vitjan hjá Vallumostir, sum hon
varð kall að.
Familja úr Føroyum vitjaði eis ini ofta í
Korsør. Hitti so seint sum í vikuni skyldmann,
sum mint ist væl aftur á vitjan hjá Val borg og
Laurits í Korsør.
Valborg var kend fyri at vera sera blíð.
Tað var Laurits eis ini, men tey vóru so sera
ym isk. Valborg prátaði nógv, meðan Laurits
altíð var tann sátt ligi.
Knút
Valborg og Laurits fingu Knút í 1919. Hann var
uppkallaður eft ir abb anum. Tað vóru tríggir
av hans ara systkinabørnum eisini.
Í hesum sambandi fær Valborg eitt kort frá
systk inabarninum Onnu , gift við Andreas
Ziska. Hon er dóttir Betti og Djóna í Geil.
Tann 9.12.19 skrivar Anna til Valborg.
Kære Kusine,
Tak for Kortet og Fotografiet af Dig og
Din Mand. Kære Du, Hjertelig Tillykke
med Sønnen. Nu først faar Livet Værdi.
Naar først man faar børnene faar man
rigtigt noget at leve for. Børnene er Lykken
i Ægteskabet, uden Børn er alt saa tomt.
Kære Du, du følger mit Eksempel og skaffer
din Mand Sønner. Jeg har nu Fem Drenge.
Den yngste er 1½ Aar. Til sommer haaber
jeg at komme og besøge dig. Jeg tænker
nemlig paa at rejse til Danmark. Venlig
Hilsen til din Mand og Dig. Glædelig Jul.
Anna fekk enn fleiri synir, menValborg kom
ikki til at útvega sínum manni líka nógvar
syn ir, sum Anna gjørdi. Hon fekk ikki meira
enn tann eina. Hon fekk eina dóttir afturat.
Isalina, dóttir Knút, beiggja hennara, búði eitt
skifti hjá Valborg og Laurits.
Isalina fekk somuleiðis postkort frá for
eldr unum, sum hetta, ið er dagfest 14.11 1932:
Kære Datter
Hjertelig tillykke med Fødselsdagen den 25.
Held og Lykke ønsker vi dig.
Søskende, Mor og Far og Lena faster.
Lenafastur var tískil systir Valborg. Magda
lena var ógift og búði inni hjá Knúti. Hon
seym aði fyri fólk. Seinastu árini búði hon á
Bakka hellu.
Samstundis fær Knút hjá Valborg eisini
post kort frá teimum somu. Hann fyllir 13 ár
um somu tíð.
Tann lítli Knút fær eisini postkort, sum
hetta ið er dagfest 30.11 1923:
Kære lille Knud
Hjertelig tillykke med Fødselsdagen og
mange kærlige Hilsener sendes dig fra
Viggamoster, Onkel Juul og lille Søster.
Viggamostir er Hedvig, sum var gift við Jo
hann es Juel, sum var ættaður úr Nólsoy. Hann
var beiggi Trónd Olsen. Tey búðu allar dagar
úti á Reyni. Lítla systir man vera Súsanna,
sum er deyð fyri kortum. Tey fingu eisini
Knút, sum arbeiddi fyri Mærsk í nógv ár.
Valborg hevði annars nógv samband við
síni systkinabørn. Millum annað er postkort
frá Amaliu Mohr, mammu m.o. Eivind. Hon
var dóttir Onnu Sofíu og Jóan Hendrik Eg
holm. Anna Sofía var fastur Valborg. Eisini er
post kort frá systkinabarninum Mallu í Funn
ingi. Hon gjørdist 100 ár. Her var vin skap ur
í fleiri ættarlið alla teirra tíð.
Niels Juel var og ferðaðist
Tað var dúgliga skrivað undan krígnum.
Niels Juel Háberg, sum var sonur Mallu, systir
Val borg var og ferðaðist í 1939. Tá var hann 26
ára gamal. Tá í tíðini var hetta langt at fara.
Heim aftur skrivar hann:
Kære Allesammen
Kommet til Thorshavn igen sender jeg
jer en hilsen og takk samtidig for den
store Elskværdighed, I vist mig under mit
besøg i Korsør. Jeg skal skrive med Dr.
Alexandrine.
De hjerteligste hilsener os alle fra Niels Juel.
Ískoyti til seinasta part:
"Fleiri kvinnur í
kommunustýrum"
Viðhvørt kann tað loysa seg at skriva nak að
sum ikki er heilt rætt, sum tá ið tað í seinasta
parti varð skrivað at Poula Christia nsen
kanska var fyrsta kvinna utt anfyri Havnina,
sum varð vald í komm unu stýri.
Aftaná hesa grein eri eg kunnaður um,
at í hvussu er tríggjar aðrar kvinnur hava
ver ið valdar frammanundan. Tær eru Jo
hanna Mortensen á Tvøroyri, Katrina Sofía
Anthoniussen í Fuglafirði og Karin Samu
elsen í Kirkjubø. Ein komandi partur verð ur
um hesar kvinnur.
Um tað eru aðrar, sum eru lopnar um, er
bara at siga til.
Komandi partur:
Í komandi parti verður komið meira inn á hesa postkortsøgu við umøðu av
ættini hjá Valborg. Eisini verður nortið við, at 31. august eru liðin 100 ár
síðan systirsonur hennara Petur Háberg varð føddur.
Fyrsta postkortið Valborg sendi Laurits
Skómakaravirksemið kom eisini á postkort. Sitandi
er Knút hjá Knút. Lærlingurin er systkinabarnið
Johannes úr Funningi, seinni búsitandi í Fuglafirði
Postkort frá Onnu Ziska
Systrarnar Hedvig, Malla, Valborg og Magdalena