Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Er tað meiningin at borgarar í Havn skulu trumlast niður fyri at geva »Bústaðir« pláss!? Bjarni Restorff Fyri umleið fimm mánaðum síðani kom ein úr fyrisitingini hjá býráðnum og segði við meg, »hevði pápi tín vitað!«. Fyri at gera einum hvørj­ um greitt, hvør pápi mín var, so var hansara navn Frants Restorff, kemigrafur, sum tíverri doyði alt ov tíð­liga 62 ára gamal síðst í 1996. Hann var eitt sindur fram­ fýsin, og soleiðis stovnaði hann »GRAFIA«, sum fyri fyrstu ferð í Føroya søgu framleiddi myndir til blað- og bókaútgávur bæði í svørtum/hvítum og eisini í litum, millum annað tað fyrsta havninakortið. Hans­ ara fyritøka bleiv av bý­ ráð­num í 1963 plaserað á ídn­aðar­økinum »Yviri við strond«, seinni skifti tað navn til Jegaragøta og síðani til Jekara­gøta!! Framman fyri staðið, hann fekk til keyps frá bý­ ráð­num, lógu nakrar fyri­ tøkur, millum annað Djóni í Geil við sínari heilsølu, Stoypi­virkið hjá Absalon Eyst­u­roy, C. C. Johansen, sum var bæði oman fyri og nið­an fyri vegin »Yviri við Strond«, Sersjantarhúsini (verð­ins minstu dupulthús), Grót­virkið og ikki minst eitt fan­tast­iska flott fiska­stykki, áleið har, sum høvuðs­bygn­ ingurin hjá Eik er í dag og yvir móti Advokatunum. Hvat var tað í grund­ini, maðurin frá býráðs­fyri­sit­ ing­ini meinti við, tá hann segði »hevði pápi tín vitað«? Fyri meg er tað eingin ivi um, at tað er tann grøni plett­urin, sum Búðstaðir nú ætlar at byggja á, og tað man undra mangan, og ikki minst meg sjálvan, hvussu tað yvirhøvur letur seg gera, tá hugsað verður um, at økið hevur kostað Tórshavnar komm­unu og teirra skatta­ borgarum tíggjutals milliónir í erstatningi (í 80/90 pengum) til leigararnar og fyri at leggja økið grønt – og tí mugu vera nógv teir dýrastu fer­metrarnir á Føroya landi. Tað sigur mær so mikið, at Tórshavnar kommuna hev­ur kastað pengar eftir leig­ar­ unum fyri at fáa teir at flyta, og tað gjørdu teir definitivt í seinnu helvt av 90’unum, tá okkara borgmeistari, Leivur Hansen, flutti sersjanta­hús­ ini út á Reyn, tíverri megn­aði hann ikki eisini at flyta Ser­ sjantavíkina við út á Reyn! Síðani hendir ikki tað stóra, øll vóru glað, ikki minst Fiskasølan, Føroya størsta fyri­tøka, sum hevði bygt í 70'unum, tí teir høvdu fingið eitt umhvørvi við tign: Skansin aðru megin og ein ruddiligan grønan plett hinumegin. Ikki fyrr enn um túsindáraskiftið hendi so tað ótrúliga, at øk­ið skuldi leggjast undir Tórs­havnar havn, og økið skuldi forerast til okkurt flutn­ings­felag til pakkhús og um­siting. Og so langt var tað komið, at Albert Isfeldt longu hevði teknað nakrar fantastiska flottar barakkir umboðandi tíðina frá her­ setingarvaldinum, men tað var bara tað, at tað bleiv snýtt við byggisamtyktini upp á »kryds og tværs« – ikki ókent fyri­brygdi – so tað bleiv tá av ong­um. Hví var tað í grund­ini mað­urin frá býráðs­fyri­sit­ ing­ini segði »hevði pápi tín vitað«? Eg eri heilt sikkur í, at hann sóknaðist eftir, at pápi mín, Frants Restorff, sum tann framfýsni og rættvísi mað­urin hann var, fór bein­ leiðis til borgmeistaran - allarhelst við einari tekning, har Bústaðir (almennur fíggj­ar­stovnur) hevði bygt ein mega stóran bygning á Glaðs­heyggi (alment lendi) við einum periskopi, soleiðis at borg­meistarin kundi síggja sólina, vesturskynið og oman á býráðið, tá hann hugdi í tað. Hann hevði spurt borgarstjóran, hvat hann billar sær inn at gera seg inn á fólk, og so var tann sakin úti av verðini – men ikki fyrr enn hann hevði funnið út av, um tað var ein politiskur rossahandil ella dugnaloysi í fyrisitingini, ella kanska bæði tvey! Tíverri eri eg ikki so djarv­ ur sum pápi mín! Eg kann bara konstatera, at politiski myndugleikin og fyrisiting teirra hava brúkt 12 ár um at finna út av, at tann nýggi Musikkskúlin er skeivt plaseraður, og loksins lagdur »har piparið grør«. Dugnaloysi á hægsta stigi, tó at loysnin lá beint framman fyri nøsina. Tórshavnar kommuna, ein grøn kommuna, stendur eftir mínum tykki ikki aftan fyri aðrar kommunur í øðrum londum eitt nú Qaasuitsup kommunu í Grønlandi ella Carleone kommunu á Sicilia. Á bonkunum í Steinatúni manglar í hvussu so er eitt skelti afturat: tú mást ikki pissa á borgararnar, tað ger Tórs­havnar kommuna í hvussu so er! Økið við Skansan, sum tað sær út í dag Myndirnar vísa økið við Skansan, sum tað sá út í sjeyti- og áttatiárunum