Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur svimjing Føroyska heimsstjørnan kendi seg meiri einsamallan, enn hann plagar at gera, tá ið hann mikukvøldið í Berlin vann silvur á 1500 metra teininum og harvið framdi størsta bragdið, sum hann higartil hevur megnað Jóannes Hansen Tað setti rættuliga eld í all­ar Føroyar, sum í altjóða svimj­ ing lýstu sum stórt bál, tá ið Pál í Berlin kom næst­fremst­ ur á mál! Føroyar fegnast, á face­ book er eingin endi á heils­ un­um, sum streyma til stinn­asta umboð smáu Før­ oy­ar nakrantíð hava átt, og altjóða svimjiheimurin – kappingarneytar hjá Páli, tíð­ inda­fólk og tey sum annars fá­ast við svimj­ing – fegnast sam­an við sympatiska Páli og Før­oy­um. Avrikið og úrslitið í Berlin mikukvøldið er so langt uttanfyri alt tað, sum tað eigur at verða roknað við, at tað skal bera til hjá ein­samøllum persóni úr so lítlum samfelag sum Før­oy­ um. Í innleiðandi umfarinum týs­morgunin var tað einki, sum bendi á, at langtberandi før­oyska rakettin seinna­ part­in mikudagin skuldi standa næstovastur og við silvurmerkinum um háls­in, tá ið finalan var av. Í kvali­ fikatiónini var hann sjeyndi bestur, og harvið lá hann á geil eitt og tískil ikki mitt í hylinum millum teir, sum plaga at kappast um heið­ urs­merkini. Ovurfegni Pál Joensen sig­ur, at plaseringin á geil eitt var orsøk til, at hann kendi seg uppaftur meiri ein­ sam­allan, enn hann plagar at gera, tá ið hann legði næstan alla europeisku elituna aftur um seg: – Bretin innanfyri meg var eitt vet fremri í fyrstuni. Tað bar við sær, at eg sá ongan ann­an. Harvið hevði eg onga hóm­ing av, hvussu nógvir vóru frammanfyri okkum báð­ar. Vit fylgdust væl fyrstu løtuna, men eg visti, at tað var neyðugt hjá mær at fara frá honum, tá ið fimm hundr­að metrar vóru lagdir aft­ur­um. Tað eydnaðist, og so var avbjóðingin at koyra á. Eg roknaði fyri heilt vist, at í hvussu so er ein italiumaður var langt frammanfyri, men eg visti ikki, um tað vóru fleiri. Tíbetur hevði eg nógv meiri orku, enn eg hevði í inn­leiðandi, og tað var ein fram­úr kensla at standa á pall­inum og fáa silvurmerkið um hálsin, sigur Pál Joensen í samrøðu við svimjing.com. Meðan føroyingar heima og burturi í fyrrakvøldið stór­fegnaðust um framúr úr­slitið hjá einastu veruligu al­tjóða ítróttarstjørnuni, sum oyggjasamfelagið hev­ ur fostrað, so var dags­skrá­ in hjá einsamalla høv­uðs­ leikaranum ein heilt onn­ur. Eftir at hava fingið heið­urs­ merki og eftir at hava verið vitni til, at føroyska merkið veittr­aði næstovast, vóru sam­røð­ur við tíðindafólk alla ­staðni frá á skránni. So snúði tað seg um eina væl uppi­borna máltíð og so eftir høvd­in­um í song. Tað ráddi um at fylla goymslurnar aft­ ur, tí fyrrapartin í gjár snúði tað seg um innleiðandi á 800 metr­um. Størsta avrikið At Pál Joensen er partur av toppinum av toppinum í europeiskari svimjing ber við sær, at vónirnar og dreym­ar­ nir eru heilt øðrvísi nú, enn tey vóru fyri nøkrum árum síð­ani. Glæsilig avrik bera við sær, at dreymarnir verða hægri. Tá ið HM var í Australia í 2007 endaði Pál, sum tá var 16 ára gamal, sum nummar 36 av 47 luttakarum á 1500 metrum. Hann setti nýtt føroyskt met, og tá varð hetta roknað at vera merk­is­ vert úrslit. Pál Joensen var longu tá fok­useraður. Hann ætlaði sær at røkka fram ímillum teir fremstu. Síðani hevur hann lagt alla orku og allan vilja í svimjingina. Fyri fýra ár­um síðani vann hann silv­ ur í EM í Budapest, og miku­ kvøld­ið trumfaði hann enn eina ferð. Jón Bjarnason var venjari nógvu tey fyrstu árini, tá ið Pál so við og við svam seg fram at vera millum teir fremstu. Mikukvøldið sat fyrrverandi venjarin er á tindin PÁL Finalan: 1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14.39.93 2. Pál Joensen, Føroyar, 14.50.59 3. Gabriele Dette, Italia, 14.52.53 4. Stephen Milne, Bretland, 14.53.83 5. Jay Lelliott, Bretland, 14.58.74 6. Gergely Gyurta, Ungarn, 15.03.26 7. Richard, Nagy, Slovakia, 15.11.97 8. Antonio Perez, Spania, 15.16.21 Mynd: deepbluemedia.eu