hósdagur 21. august 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
svimjing
heima í Vági og fylgdi við,
tá
ið
fyrrverandi
læri
sveinur hansara legði allar
europeararnar uttan italiu
mannin Gregorio Paltrinieri
aftur um seg.
Eftir framúr Pál avrikið
ásannaði
ovurfegni
Jón
Bjarnason, at Pál hesa ferð
hevði megnað meiri, enn
hann hevði torað at vóna:
– Hann tók meg á bóli.
Eftir innleiðandi hevði eg
ikki gott mót, og undan fin
aluni var eg bangin fyri, at
hann fór at enda aftast. Pál
er 23 ára gamal og elsti mað
ur. Hann hevur fleiri royndir
enn hinir, og tað vísti hann.
Hann legði varðliga fyri, men
so fór hann at taka seg fram,
og tá sást, at hinir høvdu
verið ov bragdligir fyrstu
løtuna. Hatta var fantast
iskt, og eg rokni hetta at
vera størsta bragdið, sum
Pál nakrantíð hevur megnað,
sigur Jón Bjarnason, og hann
heldur fram:
– Í 2010 vann Pál silvur í
EM í Budapest, men avrikið
í Berlin var betri, enn tað var
fyri fýra árum síðani: Tá var
hann í betri venjing enn nú,
men avrikið var so nógv betri
í Berlin, tí hann disponeraði
kappingina framúr hesa ferð,
heldur Jón Bjarnason, sum
er vísur í, at Føroya fremsti
svimjari og ítróttarmaður
eisini komandi árini fer at
vera við til at seta dám á al
tjóða svimjing:
– Hóast hann er elsti mað
ur í Berlng, so er hann bara 23
ára gamal. Tá ið HM verður
í Moskva næsta summar,
so vera tað fleiri væl eldri
kappingarneytar við, og Pál
fer sjálvandi at stríðast fyri
at vera við í toppinum. Vit
vita, at tað verður torført,
men um hann framvegis
verður motiveraður, og venj
ingarstøðan verður uppaftur
betri, enn hon nú er, so er
møguleiki fyri, at Pál eisini tá
fer at røkka í finaluna, sigur
Jón Bjarnason.
Løn fyri stríðið
Saman við Páli Joensen í
Berlin er unnustan Malan
Vitalis
Bærendsen.
Meiri
enn nakar annar veit hon,
hvat tað er fyri íløga, sum Pál
í nógv ár hevur gjørt fyri at
røkka europeiska og altjóða
tindinum.
Hon fegnast um avkastið
av íløguni, sum Pál megnaði
mikukvøldið í Berlin:
– Pál plagar altíð at iðra
seg um, at hann ikki hevur
gjørt okkurt uppaftur betri,
men í kvøld er hann orduliga
glaður. Úrslitini hava ikki al
tíð verið so góð. Tí trongdi
hann til hetta, og vit eru ov
urfegin.
Hvussu var dagurin fram
ímóti
silvvurmerkinum
mikukvøldið?
– Aftan á morgunmat var
hann eina løtu í hylinum.
Annars snúði tað seg um at
gera so lítið sum møguligt
fyri ikki at spilla orku, og so
snúði tað seg um sinniliga at
vera væl fyri. Pál stóð seg jú
ikki so væl í innleiðandi um
farinum, at hann í finaluni
taldist millum favorittarna.
Tað ræður um at vera cool
og rokna við sær sjálvum.
Tað gjørdi Pál, og í finaluni
sóu vit øll, hvat hann megn
aði, sigur Malan Vitalis Bær
endsen úr Berlin.
um
Jóannes Hansen
Eftir megnar avrikið hóskvøldið, tá ið
Pál Joensen vann silvur á 1500 metrum í
frísvimjing, var hann longu fyrrapartin í
gjár aftur í hylinum.
Hesa ferð var tað 800 metra frísvimjing,
sum var á skránni.
Møðin eftir stóra avrikið mikukvøldið
var ikki størri enn so, at hann stóð seg
framúr væl á 800 metrum - 16 tímar eftir
finaluna á 1500 metrum.
Heldur ikki hesa ferð var Pál millum
teir, sum løgdu bragdligast fyri. Men hann
svam seg støðugt upp, og tá ið hann kom
á mál var hann fremstur ikki bara í fjórða
riðlinum, men eisini fremstur av øllum.
1. Pál Joensen (FAR) - 7:53.09
2. Jan Micka (CZE) - 7:53.38
3. Gabriele Detti (ITA) - 7:53.51
4. Gergely Gyurta (HUN) - 7:55.34
5. Gregorio Paltrinieri (ITA) - 7:55.35
6. Stephen Milne (GBR) - 7:56.40
7. Richard Nagy (SVK) - 7:56.74
8. Ferry Weertman (NED) - 7:57.80
Pál í 800 metra finaluni
Hann megnaði
bestu tíðina
í innleiðandi
umfarinum, og
er tískil mitt í
røðini í finaluni
seinnapartin
Pál og unnustan Malan
Mynd: Malan Vitalis Bærendsen
Mynd: Polfoto