Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 4 Heðin Stenberg Vardi fyri brotssparki og eina stórbjarging seint í dystinum. Prísgivin í øllum trimum málunum – vardi fyri enn størri tapi. 3 Jónas Stenberg Arbeiðshestur burturav. Megnaði at koma fram á baklinjuna hjá B36 og hótta – hansara partur lá ikki eftir. 2 Andras B. Vágsheyg Var heldur ótryggur á bóltinum, men hevði eisini nógv at gera. Varð útskiftur longu í hálvleikssteðginum. 3 Dimitrije Jankovic Varð yvirspældur nakrar ferðir, men í luft- og nærdystum stóð hann seg væl. Samanumtikið miðal. 2 Beinir Ellefsen Sum dysturin útartaði seg kom hann at standa nógv í verjustøðu. Vágaði tó ikki nógv frameftir. 3 Jógvan S. Nolsøe Hevði nøkur góð inntriv og var við til at skapa tær hendinga vandastøður, sum vóru hjá AB. 3 Kári Nielsen Hevði stríðsviljan við sær, men kom at standa nógv í verjustøðu og styrkin – avleveringarnar – komu ikki til sín rætt. 2 Hørður Mohr Gjørdi brotsspark og misti ov nógvar bóltar til at hann kann fáa miðal. 3 Jobin Drangastein Tuskaði, sum altíð, runt á miðvøllinum. Viljanum bilti einki, men fekk ikki nógva tíð á bóltinum. 2 Sorin Anghel Gjørdi eitt brotsspark og stutt eftir harðliga takkling, sum kundi givið reytt kort. Hetta, heldur enn góð inntriv, sermerktu hansara avrik. 3 Aleksandr Cekulajevs Nýggi áleyparin var tryggur á bóltinum og royndi seg við langskotum. Ein av teimum frægu hjá heimaliðnum. 3 Magnus Egilsson (innsk. í 46. min.) Gott yvirblikk og átti onkra góða fríspæling, men einki var dystaravgerðandi og fekk lítið av tíð at gera seg merktan. Miðal. spælarameting Pætur Albinus Før­oyskir fótbóltsfjepparar plaga ikki at setast aftur tá ið fótbóltur er á skránni mitt í viku, og tað var ei­held­ur støðan á Argjum miku­kvøld­ ið, har sera nógv fólk vóru kom­in saman at hyggja at granna­uppgerðini ímillum AB og B36. AB hevur áður spælt bæði B36 og øðrum toppliðum eitt puss, og tískil var spenn­ ingurin til staðar hó­ast greiða oddaliðið í Effo­deild­ ini, B36, hevur víst sann­før­ andi avrik. Leikliga var ein lítil strika í rokningini ímóti Skála tríggjar dagar framm­ anundan, so B36-spæl­ið mátti pussast eitt sind­ur, skuldu teir gera sær vónir um at varðveita fjar­støðuna til eltaran úr granna­fe­lag­ num HB. Ein uppgáva at loysa hjá B36 var eisini at steðga røðini hjá AB við sjey dystum á rað utt­an at tapa. Brotsspark Byrjanin av dystinum var held­ur linlig við tveimum lið­um, sum bardust um mið­vøllin og royndu at lúra hvønn annan av. Tað var lítið og einki at skriva heim um fyrstu 10 minuttirnar, men inni­haldið í einum rættiliga und­ir­haldandi hálvleiki byrj­aði júst í hesi løtu við ein­ari vandamiklari støðu til Høgna Eysturoy, sum hegn­ is­liga varð spældur leysur av Ró­aldi Jakobsen. Temjingin var tó ikki nóg góð til at fáa meiri burturúr. Lítla løtu seinni var tað nýggi lettiski áleyparin hjá AB, Aleksandrs Cekulajevs, sum royndi seg við langskoti. Hó­ast ferðmikið, so fór tað við síðuna av málinum. B36 byrjaði spakuliga at leggja trýst á AB og otaði seg alt nærri brotsteiginum, og tá ið eitt korter var far­ið kom hol á. Lukasz Cies­le­ wicz var varð feldur í brots­ teiginum og dómarin, Rans­ in N. Djurhuus, peikaði á brotssparksblettin. Heð­in Stenberg bjargaði brots­ spark­inum hjá Adeshina Law­al, men Høgni Eysturoy var sum ein køttur á ret­ur­in­ um og skeyt B36 á odda 1-0. Aftur brotsspark Hóast tað ikki eydnaðist B36 at fáa hol í AB-verjuna og skapa stórar møguleikar, so var leiðslan hóast alt helst uppiborin. Liðið, sum hevði myndað fyrsta kort­ erið og havt upptakt til málmøguleikar, var B36. Fimm minuttir eftir leiðslu­ mál­ið var Høgni Eysturoy tætt við at gerast tvífaldur mál­s­kjútti, men Kári Nielsen kom í vegin fyri skoti hans­ ara í evstu løtu. Góðar tíggju minuttir fyri hálvleik varð aftur dømt brotsspark til B36. Sor­in Anghel var alt ov var­in í verjuspæli sínum í brotsteiginum, og hetta fekk hann í eina somikið vanda­ mikl­an – ella ófantaligan – nær­dyst tætt við málið, har bólt­urin stakk í hondina hjá hon­um. Hóast misnøgdur við avgerð dómarans, so kundi hann við minni smædni sparkað bóltin úr komm­un­ uni alt fyri eitt. Hesaferð skeyt Lukasz Cies­lewicz brotssparkið, og hann umsetti tað trygt til mál og 2-0 til B36. Fyrra hálvleik átti B36. AB royndi seg við tveimum mis­eydnaðum langskotum, með­an B36 skapti sær nógv­ ar vandastøður og nakr­ar mál­møguleikar, hó­ast tað á Við greiðum 3-0-sigri á útivølli ímóti AB mikukvøldið er B36 nú eitt fet nærri FM-gullinum. Tað skuldu tvey brotsspørk til at fáa B36 á máltalvuna, men AB formáddi sær ógvuliga lítið og uppiborni 3-0-sigurin hjá B36 var ongantíð í vanda. Harvið endaði røðin hjá AB, har teir ikki høvdu tapt í sjey dystum á rað. 1 til 6 (0-2) 0-3 0-1: Høgni Eysturoy, 14. 0-2: Lukasz Cieslewicz, 35. (br.) 0-3: Adeshina Lawal, 83. Dómari: Ransin N. Djurhuus Málið reint í 283 minuttir Talan hevur ikki verið um teir nógvu stórsigrarnar hjá B36 í ár, men gongdin síðstu tíðina vitnar um, at B36 stendur seg væl í verjupartinum. B36 hevur nevniliga ikki latið nakað mál ígjøgnum seinastu tríggjar dystirnar – nærri nágreiniliga í 283 minuttir. B36 beina kós ímóti FM B36 beina kós Jóannes Niclasen B36-fjeppari Bagge er eitt geni, hvat gera vit í móti AB, jú vit broyta liði nakað verjuspælirari fram á vongin og vongur aftur at verja, og sovori smáting, og hvat hendi..? fressurin fóra at renna eftur egnum hala, visti ikki síni livandi ráð, og tá vit so eisini spæla sum einglar so er sigurin vísur, flott dreingir, ein fyri allar, allir fyri ein, HVÌTIR. fjeppara sms