Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Eins væl sum B36 setti sín dám á dystin, so settu B36- viðhaldsfólkini sín dám á hýrin. B36 eigur nógv viðhaldsfólk, og tey halda seg ikki aftur við at rópa og at heppa. Tað er hetta, sum fær lív í fótbóltsdystirnar – frálíkt! Fimm gul kort í fyrra hálvleiki sigur væl alt um, hvussu ófantaliga fleiri leikarar spældu. Heldur enn eina reina kropstakkling ella at halda seg aftur, so vórðu fleiri lítið umhugsaðar takklingar at síggja. Hetta skapti óneyðugar steðgir. Brøður dystaðust Tað er ikki á hvørjum degi, at tveir beiggjar dystast ímóti hvørjum øðrum í Effodeildini. Men hetta var støðan á Argjum mikukvøldið, har brøðurnir Odmar og Sandri Færø dystaðust. Sandri er upprunaliga úr B36, men skifti í summasteðginum til AB. papp­írinum sá held­ur lætt út við tveimum brots­spark­ um. Men tað vóru tvey brots­ spørk teir ikki bara fingu, men vunnu sær. Annars var spælið til tíðir rót­ut og heili fýra gul kort vóru á lofti í fyrra hálvleiki – tvey til hvørt liðið. AB fekk ikki trýst Aftanfyri 0-2 og við einum hálv­leiki eftir at spæla var tað greitt, at AB varð tvung­ ið at leggja meiri fyri í álops­ part­inum fyri at vinna sær eitt mál og fáa spenning í aft­ ur dystin. Tað sást, at tað var ætlanin, men tað sást eisini, at ætlanin ikki riggaði. B36 dugdi snøgt sagt ov væl at halda fast um bóltin og gav AB fáar møguleikar at stápla álop á beinini. Tá ið farið var um tíma­ markið var tað um reppið, at Adeshina Lawal brast all­ar vónirnar hjá AB, men hó­ast hann tuskaði seg púra leys­ an, so eydnaðist tað honum ikki at skjóta mál. Hann kom ov tætt Heðini Stenberg í AB- málinum, opið minkaðist ov nógv og hann skeyt bóltin við síðuna av málinum. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, fekk AB hinvegin ein góðan mál­møgu­leika at vinna seg inn aftur í dystin. Hørður Mohr var hægstur á einum horna­sparks­innleggi við afturu stong, men hóast hann bæði var leysur og fekk nógva ferð á bóltin, so fór stútarin nak­að væl við síðuna av mál­in­um. B36 staðfesti Eina løtu ímóti dystarenda vísti B36 meistaraspæl. Tað kast­aði eitt nú møguleikar til Ró­ald Jakobsen og Adeshina Law­al av sær, men Heðin Sten­berg vardi fyri báðum skot­royndunum. Seinasti stóri mál­møgu­ lei­k­in hjá AB kom eitt gott korter fyri leiklok, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe bæði byrjaði og endaði eitt álop. Tað endaði við, at hann royndi seg við næsk­ari skotroynd frá brots­teig­ ar­markinum, men Tórð­ ur Thomsen toygdi hvørja lykkju í kroppinum og bjargaði skotinum meist­ar­ liga út til horna. Hetta var seinasta vónin hjá heimaliðnum, sum hvarv, tí fáar minuttir seinni varð B36-sigurin staðfestur. Væl upp­lagdi Lukasz Cieslewicz fann sær veg heilt oman ímóti baklinjuni, haðani hann stendi bóltin innfyri til ein leysan Adeshina Lawal, sum lættliga sendi bóltin í mál­ið til 3-0 til B36. Hetta var ein dystur, har B36 hevði bóltin væl meiri enn mótstøðuliðið og eisini mynd­aði dystin. Teir fáu møgu­leikarnar, sum AB fekk, vórðu ikki gagnnýttir, og hóast B36 hevði tørv á tveim­um brotsspørkum fyri at fáa gongd á, so var tað valla nakar ivi um, at sigurin var væl uppiborin. Sigurin var kærkomin hjá B36, sum eftir tíðindini um at HB eisini vann kundi Myndir: Sigmar Mørkøre Spæla okkum sundur og saman Vit venja aftur í morgin Heðin Stenberg, málverji hjá AB, hevði ilt at seta orð á hví teir ikki megnaðu at fremja eitt betri avrik ímóti B36. – Tað er ilt at siga. Tað er kanska tað, at vit ikki eru klárir frá byrjan. Men vit avtala beinanvegin, at vit skulu inn at berjast fyri hvønn bólt og spæla okkara spæl, men tað riggar bara als ikki í dag, segði Heðin eft­ir dystin og rósti síðani mót­ støðu­liðnum. – B36 er nógv ágrýtnari og spælir flottan fótbólt. Teir spæla okkum sundur og saman, og tað er fult uppi­ bor­ið at teir vinna 3-0, segði hann. AB hevði undan dystinum fing­ið stig í sjey dystum á rað, og tað hevur skapt teimum sera góða støðu í mun til at yv­ir­liva – ja, kanska eisini at fara at hugsa um evropeiska lutt­tøku. – Vit mugu bara royna at hanga í og berjast fyri hvørj­ um stigi. Vit mugu royna at skava nøkur stig sam­an afturat, so kanska tað røkk­ ur, segði Heðin Stenberg at enda. Sámal Erik Hentze, venjari hjá B36, var fegin um at fáa øll trý stigini við sær aftur av Argjum. Tí, sum hann sig­ur, so var hetta ein trupul dyst­ ur. – Eg veit hvat hesir fýr­ ar­nir úti á Argjum standa fyri, og eg veit, at teir vilja stríð­ast og berjast. Hetta er ein trupul dystur, men so mást tú bara hugsa teg væl um áðrenn tú kemur út og kanska leggur spælið soleiðis at tú ikki fert í nærdystirnar, segði Sámal Erik og legði aft­ ur­at, at hann helt hesin takti­ kk­urin riggaði til UG. Hóast B36 nú er eitt fet nærri FM og tað gerast færri og færri stig at spæla um, so er Bagge, sum hann eis­ ini nevnist, eyðmjúkur og hev­ur bæði beinini á jørðini. Til spurningin, hvat hann nú ætlaði at siga við sínar leik­arar eftir dystin, svaraði hann: – Vit venja aftur í morgin. spælarameting 1 til 6 4 Tórður Thomsen Skal hava yvir miðal fyri at halda búrið reint og fremja eina stórbjarging í seinna hálvleiki. 3 Andrias H. Eriksen Avloysarin á høgra bakki kom lutfalsliga væl frá uppgávuni. Tó sjáldan undir trýsti. 3 Hørður Askham Tað er ótrúliga langt ímillum villurnar hjá trygga miðverjanum, sum altíð spælir í minsta lagi miðal. 3 Odmar Færø Tann meiri villi miðverjin aftur hesaferð - gav mótstøðumonnunum skarpan gang. 3 Alex Mellemgaard Altíð sjónligur við at taka sær av deyðbóltsstøðum og luttaka í álopsspælinum. Einki nevnivert, sum kann hála hann undir miðal. 3 Høgni Eysturoy Stór sveiggj í avrikinum á óvanda plássinum á høgra vongi. Misti nógvar bóltar, men skoraði og vann seg upp á miðal. 4 Klæmint Matras Arbeiðslagið var sum altíð í topp – eingin skeiv sending, tekniskt hepnaðist betur hesaferð enn áður sæð. Sleit seg upp og varð útskiftur. 4 Róaldur Jakobsen Ungi - men royndi - miðvallarin hevði gott eyga fyri spælinum. Væl upplagdur og skapti nógv. 3 Rógvi Poulsen Var ikki so eyðsýndur og endaði kanska í skugganum av øðrum framrættaðum leikarum. Kann meiri, enn hann vísti henda dystin. 5 Adeshina Lawal Framúr góðsku á bóltnertingunum og spurtandi bjóðaði hann AB-verjuni av. Misnýtti brotsspark, men svaraði aftur við einum máli til síðst. 5 Lukasz Cieslewicz Póllendingurin var her, har og allastaðni. Datt aftur á miðvøllin at skipa spælið, sum hann kom eins væl frá sum frá málskjótingini, har hann gjørdist tvífaldur málskjútti. Heðin Stenberg: Sámal Erik Hentze: AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg (Sandri Færø, 80.), Andreas B. Vágsheyg (Magnus Egilsson, 46.), Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen ■ – Jógvan Skeel Nolsøe, Hørður Mohr, Kári Nielsen ■ (Mikkjal T. Hentze, 72.), Jobin Drangastein ■, Sorin Anghel ■– Aleksandrs Cekulajevs B36: Tórður Thomsen – Andrias Eriksen (Rasmus Dan Sørensen, 72.), Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Høgni Eysturoy, Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras ■ (Símun Joensen, 76.), Rógvi Poulsen – Lukasz Cieslewicz ■ (Árni G. Nielsen, 87.), Adeshina Lawal Bárður Olsen AB-fjeppari Vit høvdu vitjan av oddaliðinum í kvøld og júst hví teir eru á odda vístu teir okkum í kvøld, hóast tað teir fingu tvey heldur bílig brots spørk. Vit komu aldrin orduliga í gear í kvøld so tann søgan bley ikki longri enn tað. Vit koma sterkt aftur tá EB/ Steymur kemur á vitjan. fjeppara sms fegn­ast um, at leiðslan áljóð­ andi sjey stig heldur sær. AB kundi harmast um at einki stig fáa, men tó fegnast um at tey bæði liðini, sum eru aftanfyri, B68 og Skála, held­ ur einki stig fingu og harvið ikki vunnu seg tættari at AB og bjargingini í Effodeildini. albinus@sosialurin.fo