hósdagur 21. august 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
B36 vann 3-0 á Argjum, og fór fyri áttandu ferð
av vøllinum, uttan at mál varð skorað ímóti
toppliðnum, og HB vann 2-0 á heimavølli ímóti
ÍF og fór fyri níggjundu ferð av vøllinum, uttan
at mál varð skorað ímóti silvurkandidatinum
fótbóltur
Jóannes Hansen
Einki óvæntað úrslit var, tá
ið 20. umfar varð avgreitt í
góðveðrinum mikukvøldið.
Grannarnir í Gundadali, sum
eru tey einastu, ið framvegis
hava møguleika at vinna FM,
vunnu sannførandi sigrar,
og í botninum varð støðan
hjá Skála og B68 uppaftur
torførari, hóast bæði AB og
ÍF, sum eru tey bæði næstu,
heldur einki fingu burturúr.
Tað eru sjey umfør eftir
av hesum kappingarárinum.
Harvið ber í mesta lagi til
at vinna 21 stig. B68 er ell
ivu stig og munandi verri
málmun frá áttanda pláss
inum, og Skála er níggju stig
og verri málmun frá áttanda
plássinum.
Undan kappingarbyrjan
vórðu uppflytararnir rokn
aðir sum fremstu boðini upp
á evni at flyta niður. Tað er
einki, sum bendir á, at tað
ikki fer at verða soleiðis.
Einasta veruliga kapp
ingin snýr seg um, hvør skal
vinna bronsukrónurnar, og
hvør skal vinna fjórða pláss
ið, sum kann verða avgerandi
fyri europeisku luttøkuna
næsta summar. Vit sigrum á
botnliðunum lyftu bæði EB/
Streymur og Víkingur seg
nærri Víkingi, sum á heima
vølli ikki megnaði meiri enn
eitt stig ímóti KÍ.
Innanhýsis uppgerðirnar í
kappingini um bronsuplássið
verða lyklauppgerðir. Vík
ingur og NSÍ hittast í Gøtu
nú sunnudagin og í Runavík
mikukvøldið 17. september.
EB/Streymur eigur heima
dystir ímóti Víkingi í 23. um
fari og ímóti NSÍ í 24. umfari.
Grundarlagið undir góð
um úrslitum er, at tað hongur
væl saman í verjupartinum.
Gongdin og støðan hjá B36
og HB eru staðfesting av
hesum. Mikukvøldið megn
aðu mótstøðuliðini ikki at
skora mál ímóti B36, sum
vann 3-0 á AB og ímóti HB,
sum vann 2-0 ímóti ÍF. Hetta
var áttanda ferðin, at B36 fór
av vøllinum, uttan at mál var
farið ígjøgnum, og hetta var
níggjunda ferðin, at HB fór
av vøllinum, uttan at mál var
farið ígjøgnum.
FM stílur á Argnum
Tað varð roknað við, at ein
tann vandamiklasti snáv
ingarsteinurin hjá B36 fram
ímóti FM heitinum kundi
verða útidysturin á Argjum.
Soleiðis vísti tað seg als ikki
at vera.
AB málverjin Heðin Sten
berg ásannar, at tað var stór
ur munur á, tá ið B36 vann
3-0:
– Serliga í 1. hálvleiki
spældu teir okkum sundur
og saman. Tað varð frægari
hjá okkum eftir steðgin, men
vit mugu bara ásanna, at vit
vóru uppi ímóti einum nógv
betri mótstøðuliði, sigur AB
venjarin.
Úrmælingarnir í fremstu
røð skoraðu til 2-0 og 3-0, og
Adeshina Lawal kundi havt
verið tvífaldur málskjútti.
Hann misnýtti brotsspark,
tá ið støðan framvegis var
málleysur javnleikur. Heðin
Stenberg hálvbjargaði, men
ólukkutíð fyri AB var Høgni
Eysturoy, sum hesa ferð var
framrættaður í høgru í pláss
inum, har skaðadarvaði Ják
up á Borg plagar at spæla,
fyrstur á returbóltinum og
skoraði fyri fyrstu ferð í hes
um kappingarárinum.
B36
venjarin
ásannar,
at FM heitið er nærri nú,
enn tað var undan hesum
umfarinum, tí nú eru bara
sjey umfør eftir hjá HB at
vinna munin upp á sjey stig
innaftur. Men Sámal Erik
Hentze sigur seg ikki hava
fokus á FM og gullinum:
– Vit venja aftur í morgin,
og tá er dagsskráin heima
dysturin ímóti KÍ sunnudag
in, sigur B36 venjarin, sum
kortini ikki fjalir, at hann var
stak væl nøgdur við leikliga
avrikið á Argjum.
Eingin endi á ÍF
mótgongdini
HB var stórfavorittur á
heimavølli ímóti ÍF, sum
alt meiri líkist einum lasa
retti. Undan fráferðini til
Havnar vóru fleiri av lykla
spælarunum
skaddir.
Og
tað gjørdi ikki uppgávuna
lættari, at Clayton Soares,
sum síðani summarsteðgin
hevur verið betri upplagdur,
enn hann var fyrr í ár, ikki
var førur fyri at spæla.
Albert Ellefsen royndi seg
við alternativari uppstilling,
og tað gjørdist uppaftur tor
førari, tá ið Jógvan Isaksen
tíðliga noyddist skaddur av
vøllinum, og tá ið eisini Arn
old Kristiansen undan steðg
inum noyddist av vøllinum.
Andrew av Fløtum var
aftur lyklaspælari hjá HB.
Eftir fínt innlegg frá Kristini
R. Mouritsen stýrdi hann
hegnisliga við hælinum bólt
in í málið, og tá ið tað restaði
eitt korter, staðfesti mið
vallarin Heini Vatnsdal 2-0
heimasigurin við stútara.
Mesta
partin
av
2.
hálvleiki
var
HB
undir
mannað, tí miðverjin Jóhan
Troest Davidsen sá reytt, tá
ið hann nýtti neyðbremsuna
ímóti Kristoffuri Jakobsen,
ið var leysur. ÍF hevði bóltin
mesta partin av tíðini, og í
einstøkum førum vóru fugl
firðingar vandamiklir. Men
yvirhøvur var hetta lektión
í, at fótbóltur snýr seg um
at vera tættur í verjuni og
at vísa brodd og at vera av
gjørdur, tá ið møguleikar eru.
– Vit hava trupulleikar
frammarlaga
á
vøllinum,
og vit hava trupulleikar at
skora, tá ið møguleikarnir
eru har. So verður tað torført
at vinna, staðfesti Fritleif í
Lambanum hjá ÍF, sum sam
an við liðfeløgunum gleðir
seg til steðgin í landskapp
ingini, sum verður, tá ið dyst
irnir sunnudagin vera av:
– Tað man sjáldan hava
sæð so illa út við skaddum
spælarum,
sum
tað
ger
hjá okkum nú. Onkrir eru
noyddir at spæla, hóast teir
eru hálvskaddir, so vit vóna,
at tað fer at verða betri, sigur
Fritleif í Lambanum.
Fróði Benjaminsen ásann
ar, at tað varð torført, tá ið
HB varð undirmannað:
– Vit megnaðu at halda
teimum frá at skora, og tað
kom væl við, tá ið vit øktu
um leiðsluna. Meðan tað var
eitt mál á muni, var møgu
leikin har fyri, at teir skuldu
javna. Hjá okkum snýr tað
seg um at vinna hvørja ferð.
So fáa vit at síggja, hvat tað
fer at røkka til, sigur HB lið
Allan Enghamar
HB-fjeppari
Vit fingu stigini og tað er tað
sum telur. Ikki so flott men tað
gekk, tíbetur eru ÍF ikki betri enn
eitt vist, annars kundi staðið
á at fingi stigini. Nú koyra vit
bara á, og vinna rest, meir kann
ikki gerast frá okkara síðu.
HåååBeee!
fjeppara sms
Kristian Joensen
KÍ-fjeppari
KÍ er sum Sjálvstýrisflokkurin, vit
taka tað stig fyri stig. Nú mugu
vit fáa 3 stig í Gundadali, ella
kunnu vit droppa alt um Europa
komandi ár. Koyr á KÍ
fjeppara sms
■ Føðideildin og RFF vóru størsta
hjálpin hja KÍ
( Víking-KÍ)
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Botnurin
er dottin
undan
Rúni Klein Joensen
Víkinga-fjeppari
Ein sera keđiligur og lítiđ
undirhaldandi dystur, tó so at
Víkingur kom til fleiri stórar
kjansir, men vit hava ongan sum
skorar fyri tíđina.
Umberingarnar hava veriď
nógvar seinastu vikurnar, men
tær fáa vit ikki brúkt til nakađ,
vit hava ongantíđ haft betri
hóp og spæla til tíđir væl og
stýra flestu dystunum, men
stigatalvan lýgur ikki og eru vit
ikki tađ toppliđiđ sum vónir var
um, 9 javnleikir telur ikki nokk og
hava vit 3 plássi uppá lánta tíđ.
NSÍ dysturin er líka vigtigur sum
Steypafinalan.
Her mugu ađrir bollar í suppuna
beint NÚ!!!!!!
WLYV
fjeppara sms
Birgir Petersen
ÍF-fjeppari
Taskan hjá okkara
fysioterapeuti er skralltóm,
kanska vit fáa LS sum sponsor
so vit fáa ambulansa standby,
fleiri spæla hálvskaddir. Væl
kempa drongir, vit koma sterkt
aftur.
fjeppara sms