Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2004 15 Trinitatissunnudag eru 75 ár, síðani Gjáar kirkja varð vígd. Hon er tann fyrsta før- oyska kirkjan, sum varð vígd á føroysk- um máli Trinitatissunnudagur tann 29. mai í 1929 var ein søguligur dagur við Gjógv. Tá varð kirkjan í bygdini vígd. Men dagurin er ikki bara søguligur í Gjáar bygdarsøgu, men í før- oyskari kirkjusøgu, tí hetta var tann fyrsta kirkju- vígslan á føroyskum máli. Tað vóru gjáarfólk, sum vildu hava kirkjuna vígda á móðurmálinum. Jóhan Kallsoy, sum var lærari í bygdini, skrivaði Jákupi Dahl, prósti, bræv við áheitan um, at alt, sum bleiv sagt í kirkjuni hendan fyrsta dagin, skuldi verða á føroyskum. Í brævinum skrivaði hann: "Tá ið tað nú ikki verður leingi, til kirkjan her er liðug, og ætlan okkara er, at hon skal verða vígd, tá ið skipsfólkið kemur aftur av Suðurlandinum um hvítu- sunnuleitið, vilja vit heita á tygum um at leggja okkum lag á við fyrireikingini til vígsluhátíðina. Vit rokna við sum sjálv- andi, at tygum víga kirkj- una, og tað er alment fólka- ynski her, at vígslan skal vera fullfíggjað føroysk. Hvat ið krevst til tess, vóna vit, at tygum vilja lata okk- um vita í góðari tíð framm- anundan, so at alt kann fyrireikast á besta hátt." Fyri at kunna eftirlíka ynskinum frá bygdarfólkin- um mátti prósturin spyrja seg fyri hjá biskupinum á Sælandi. Sjálvur gav próst- urin áheitanini frá gjáar- fólki síni bestu viðmæli. Tað vísti seg, at biskupurin hevði einki ímóti, at kirkjan bleiv vígd á føroyskum. Í brævinum hjá Jóhan Kallsoy til Jákup Dahl sæst, at gjáarfólk vilja hava vígsluna at vera "fullfíggj- að føroysk". Tí vóru sálm- arnir eisini føroyskir. Nevndin, sum skipaði fyri, hevði í samráð við próstin biðið H. N. Jacobsens Bókahandil í Havn prentað eitt lítið hefti við serligum vígslusálmum. Í heftinum vóru fimm sálmar. Teir vóru "Vit halgan anda biðja nú", "Á hesum halga Harr- ans stað", "Kirkjan hon er eitt gamalt hús", "Yndislig føgur" og "Títt orð er, Guð, várt arvagóðs". Í hesum sambandi kann verða nevnt, at prósturin yrkti sjálvur sálmin "Á hesum halga Harrans stað" í 1929, og tí er hugsandi, at hann yrkti hann júst til ta søguligu kirkjuvígsluna við Gjógv. Hátíðarløta Tað er einki at ivast í, at kirkjuvígslan hevði eisini verið ein hátíðarløta, sjálvt um kirkjan hevði verið vígd á donskum máli, men so mikið størri var løtan, tá kirkjufólkið hoyrdi próstin tosa á móðurmálinum, og allir sálmarnir vóru á før- oyskum. Í bók síni um Gjáar søgu hevur Petur J. Sigvardsen hesi brotini frá fólki, sum vóru í kirkjuni hendan dagin: "Teir ikki bert lurtaðu við oyrunum, men sjónligt var, at orðini fangaðu hinar djúpastu hjartastreingirnar. Í tí steinstappaðu kirkjuni var kvirt sum í grøvini - ein heilag andakt, sum neyvan nøkur fekk makan hvørki áður ella seinri." "Eingin hevur upplivað slíka hátíðarløtu nakra- staðni. At síggja hesar gomlu gjáarmenninar! Teir sótu við táravættum eygum og lýddu á gleðiboðskapin á teirra egna tungumáli. Og tá ið Dahl fór upp á præ- dikustólin at prædika á føroyskum, tá søkk Ring- berg, amtmaður, longur og longur niður í stólin." Hinir donsku gestirnir í kirkjuni sukku ikki niður í Kristian Vilhelm Nielsen, sóknarprestur, teknaði fleiri kirkjur í Føroyum, og tað var eisini hann, sum teknaði kirkjuna við Gjógv. Tann 26. november í 1926 legði hann sjálvur grundarsteinin til kirkjuna. Kirkjan er smáar 15 metrar long og 6,80 metrar breið. Joen David Jacobsen í Søldarfirði stóð fyri byggingini, og afturat sær hevði hann brøðurnar Jacob og Vensil Jacobsen og brøðurnar Jákup og Jóhan Hendrik Jacobsen, allir av Glyvrum, Jóhannes Mørkøre av Eiði og Martin Eldevig úr Elduvík. Gjáarmenn gjørdu alt arbeiðið ókeypis. Søgulig kirkja 75 ár Hans Edvard Joensen er helst fyrsta barn, sum er doypt á føroyskum undir einari guðstænastu Niels Kruse, listarmaður á Eiði, málaði altartalvuna við Gjógv. Myndaevnið er, tá ið Jesus gongur á vatninum, men her hevur listarmaðurin broytt Genesaretvatnið til Djúpini við Kalsoynni í baksýni. Í erva standa orðini "Harri bjarga mær" og í neðra "Fátrúni maður, hví ivaðist tú?" Framhald á næstu síðu 15 14 Nr. 105 - 5. juni 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Soleiðis man mongum hava runnið til hugs, tá ið boðini um, at okkara kæri gubbi og mammubeiggi ikki var komin aftur úr haga. Hann var sum so ofta farin burtur í haga at hyggja eftir seyðinum, nú lembingin var fyri. Boðini vóru tung, tá ið leitingarfylgið hevði funnið stavin á ovastu rókini í Norðbergi, har hann sum fáur annar hevur gingið frá barnaárum. Fjallmaður og bjargamaður var hann av teimum bestu - fimur, lættur og tordi væl, men tók ongantíð óráð fyri. Tí standa vit spyrjandi. Men einasti svarið er, at nú var hansara tími komin. Fyri okkum báðar var hetta sum at missa ein annan pápa. Kristina, sum vit nevndu Dina, og gubbi búðu hjá okkum á Argjum í 5 ár, tá ið vit vóru smáir. Á henda hátt vóru tey sum foreldur fyri okkum eisini. Hesi árini arbeiddi Sigvald hjá Pihl & Søn við spreingiarbeiði, tá ið vatnbyrgingin í Havnardali og Statshospitalið vórðu bygd. So tá tey fóru suður aftur at búgva, ja, tá varð hvør skúlafrítíð hjá okkum brúkt á tamb suðuri í Hvalba. Har sluppu vit á flot og eftir kalvalínu við Ørnini. Hoyggjanin og flettingin var altíð spennandi fyri okkum smádreingir. Hegnisliga lærdi hann okkum at luttaka í slíkum arbeiði, og sera væl lá fyri at læra frá sær. Spæl niðri í Flotanum, vesturi á Hamri, og svimjingin á Sandinum og Kúgvhylinum eru alt dýrabær minni frá hesari tíð. Sigvald hevði gott skil á ætt, og greiddi hann okkum frá røtum okkara úr Giljum og vesturi við Krógv. Minni og vitan, ið vit vilja bera víðari til næsta ættarlið. Dina og gubbin fingu nógv góð ár saman, og vóru tey miðdepil fyri báðar familjugreinarnar á Hamri og í Garðsenni. Sum ungdómar og vaksnir hevur tað verið ein sjálvfylgja at koma suður so ofta sum til bar. Hetta var okkara annað heim, sum altíð stóð opið. Kenslan av hita og kærleika dróg okkum suður um fjørð. Móttøkan, ið konur okkara fingu, var sum, tá ið døtur koma heim. Børnini tók gubbin altíð við at hyggja eftir lombunum ella kína tí stóra veðrinum í krubbuni. Sum barnleysur gleddist gubbin um, at familjur okkara øktust, og góður var hann við øll. Hjá Dinu og gubbanum vóru tiltøk í bygdalívinum nakað, sum skuldi stuðlast. Bæði tvey vóru dyggir stuðlar hjá Royn. Í ungum árum spældi gubbin við Royn og var millum kvikastu áleyparar. Væl dámdi honum at ganga í dans í Roynhøllini, og dansari var hann avbera góður. Saknurin hjá gubbanum var stórur, tá ið Dina doyði í 1991. Við sínum lætta lyndi skapti hon lív og gleði, har hon var, men nú varð hann einsamallur í húsi. Nakað, sum kendist tungt. Barna- og ungdómsár hansara vóru merkt av, at abbi okkara varð tikin út av óløgi á Fiskieiðinum í 1943 og ikki kom afturíaftur. Sigvald var sjálvur við pápa sínum, tá ið ólukkan hendi. Omman sat nú einkja við trimum børnum, har Sigvald var yngstur. Hetta gjørdi, at hann fór seinni til skips enn aðrir javnaldrar. Omman vildi ikki sleppa honum avstað, fyrr enn hann var um 20 ára aldur. Hann hevði tá sæð lýsing í Dimmalætting, har teir bóðu um manning til Tindhólm vesturi í Sørvági. Vestur til Sonnu við Krógv at ringja, og við slapp hann. Seinni var hann við Drátti, Borgini og Leivi Øssursyni. Leivur Øssurson var eitt fíggjarligt megnar- tak tá á døgum, og var hann ein av partaeigarunum. Hetta var krav fyri at fáa kjans. Í hesu tíðini var hann, saman við øðrum hvalbingum, eisini við týskum trolara. Her lærdu teir týskarar at flekja og salta. Hann plagdi at siga frá, at maturin umborð var ikki nakað at minnast aftur á. Eitt týskt orð gloymdi hann ongantíð, og tað var "Gemüse". Nakað, sum neyvan hevur gagnast honum væl. Sum verkamaður á landi tókst gubbin við alt arbeiði, sum var at fáa hendur á. Hann var á Kolinum, var skúrformaður fyri Glyvraberg og Hamranes, og tá ið flakavirkið kom til Hvalbiar, arbeiddi hann har. Hann gleddist um, at flakavirki og trolarar komu til bygdina. Hetta merkti framburð fyri fólkið, sum annars mátti av bygdini fyri at vinna sær fyri sína útkomu. Sigvald dugdi sera væl við ungdómi, og hevði tað rætta tolni og viljan at læra ungdómin tað arbeiði, ið skúlin ikki lærdi. Hetta var galdandi bæði til fiskaarbeiði, arbeiði við seyði og fugli. Fyri nøkrum fáum árum síðan var hann túr úti í Oynni at leggja unglingi lag á at fleyga lunda. Gubbin hevði tá ikki verið í Lítlu Dímun í mong ár, og gleddi hann seg nógv til túrin. Hóast veðrið einki var til fleyg, so gekst kortini báðum væl ta vikuna, teir vóru úti, og upplivingina fingu teir stóra. Familjan og ikki minst bygdaumhvørvið í Hvalba kenna Sigvald sum tað, ið skrivað stendur í kenda sálminum: Eg veit ein góðan seyðamann. Og síni fylgi elskar hann; Tey teljast í mong túsund tal, Tó røktar hann øll líka væl. Sigvald hevði óvanliga gott skil á seyði og bar sjálvur sera stóran alsk til seyð og seyðahald. Hann var m.a. seyðamaður uttan Knúka, og hevði fram til henda dag verið seyðamaður har í 32 ár. Túrarnir í Vatnsdali munnu vera óteljandi. Fyri hetta fekk hann sera vakra heiðusgávu frá eigarunum á 30 ára "starvsdegnum". Ein gáva, sum hann í sínum vanliga lítillætni var ovfarin og sera fegin um. Annars hjálpti hann nógv til í Heiðunum, og var altíð til taks, tá ið á stóð - ikki minst til at kenna seyð. Eitt nú í lembing ringdi telefonin í heilum. Gerandis sum heilagt legði hann alt frá sær fyri at hjálpa bygdar- monnum við seyði, ið var komin illa fyri. Tað munnu vera mangar ær og lomb, sum hann við sínum meistar- liga hegni hevur bjargað. Veðrahaldið í Hvalba er ein táttur fyri seg. Kappingin um størsta og besta veðrin hevði tó ikki hansara áhuga, men heldur, at slagið var gott og vakurt skapt. Hvørt heyst hava vit, foreldur og seinnu árini eisini konur okkara og børnini hjálpt gubbanum við flett- ingini. Fyri okkum er heystið ein familjuhátíð burturav, har ymsu ættarliðini virka saman at fáa skurðin til høldar. Sum lítlibeiggin vóru mamma og gubbin serliga góð, og vit minnast við takksemi allar tær løtur, har mamma og gubbin stuttleikaðu sær og ikki minst smákeglaðust um slekt ella politikk langt út á næturnar. Lembingin og várið bera vanliga boð um lív - ein tíð, ið gubbin altíð frøddi seg um. Náttúran og hann fylgdust. Maður, sum altíð er at síggja í bø og haga, verður bygdamynd. Hetta var Sigvald. Tað er tung familjulagna, at bæði faðir og sonur skulu hava váta grøv vestanfyri - farnir á hvør sínum eiði. Henda dagin í Norðbergi doyði gubbin í sínum lívsverki, sum var seyðurin. Vit drýpa høvur í sorg, men kunnu í sorgini gleðast um alt tað góða, ið gubbin var fyri okkum og gav víðari. Góði Sigvald, fyri okkum, ið eftir sita, er bert eittans ynski, at fáa givið tær hvíld undir liðuni á Dinu úti á Leiribø. Við hesum vilja vit lýsa frið yvir minni um okkara kæra gubba og mammubeiggja Sigvald Hentze. Jóannes og Jóan Petur Sigvaldi Hentze til minnis f. 29. august 1934 - fallin í Norðbergi 1. mai 2004 TÍÐINDASKRIV frá Fiskirannsóknarstovuni Tann 26. mai í ár vardi Hjálmar Hátún doktararit- gerð sína við universitetið í Bergen. Ritgerðin, "The Faroe Current", viðger rák- ið av heitum Atlantssjógvi, sum fer eystureftir millum Ísland og Føroyar. Hesin streymur heldir okkara hav- leiðum lýggjum og er eisini við til at verma Norska- havið og høvini norðan fyri tað. Ritgerðin byggir á 4 greinir, sum eru komnar ella eru í ferð við at koma út í millumtjóða (peer- reviewed) tíðarritum og á eitt óútgivið handrit. Arbeiðið er gjørt sum liður í verkætlanini "Vest- nordisk Program for Oceanklimaforskning", sum verður fíggjað av Norðurlandaráðnum, og tað mesta av arbeiðnum er gjørt á Fiskirannsóknar- stovuni. Vegleiðarar hava verið Peter Haugan pro- fess-ari við universitetið í Berg-en og Bogi Hansen á Fiskirannsóknarstovuni. Teir báðir opponentarnir, Peter Rhines, professari á University of Seattle og Thomas Rossby, professari á University of Rhode Island vóru væl nøgdir við ritgerðina og verjuna og samdir um at lata Hjálmari Hátún Dr. Scient. heitið. Hjálmar Hátún: Doktaraheiti við universitetið í Bergen Mánakvøldið 7. juni kl 19 skipar Norðoya Sam- bandsfelag fyri almenn- um fundi í býráðshøllini í Klaksvík, við serligum atliti at fiskiveiðuni. Við á fundinum verða Kaj Leo Johannesen, formaður, og Bjørn Kalsø, fiskimálaráharri. Teir fara at hava hvør sítt innlegg um álvar- somu støðuna í fiski- vinnuni. Eisini verður Hanus Hansen, stjóri á JFK við á fundinum. Ætlanin við fundinum er serliga at varpa ljós á fiskiveiðuna, frá útróðri til langfaraskipini. eys Stórur fiskivinnufundur í Klaksvík C M Y K 14