Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 105 - 5. juni 2004 Fleiri av teimum, sum hava gjørt tænastu í kirkjuni við Gjógv, hava verið sera trúgvir í sínum starvi Síðani hon varð vígd fyri 75 árum síðani, hevur Gjáar kirkja havt tríggjar klokkarar, tríggjar deknar og fýra urguleikarar. Sofus Debes var fyrsti klokkarin í kirkjuni, og hann røkti klokkarastarvið frá 1929 til 1935. Tað árið tók Benadikt Johannesen við, og hann var klokkari í Gjáar kirkju í samfull 48 ár til 1983, tá núverandi klokkarin Óli Debes tók við. Í fleiri av teimum smærru bygdunum hevur tað verið vanligt, at lærarin hevur verið urguleikari. Ja, í summum bygdum var tað meiri ella minni ein treyt, at lærarin dugdi at spæla urgu. Síðani 1929 hevur Gjáar kirkja havt fýra urguleikarar, og teir vóru allir lærarar í bygdini. Frá 1929 til 1944 var tað Jóhan Kalsoy, frá 1944 til 1950 Erling Mortensen, frá 1950 til 1951 Poul Eide, og í 46 ár frá 1951 til 1997 var Hans Kristiansen urguleik- ari. Í dag hevur kirkjan ikki urguleikara. Í 1998 fekk hon elektroniska urgu, har sálmaløgini eru spæld til á fløgu. Tað er urguleikarin á Eiði, Hans Erland í Brekk- unum, sum hevur spælt løgini inn. Deknarnir hava bara verið tríggir í Gjáar kirkju. Frá 1929 til 1958 var Petur Christian Joensen deknur. Eftir hann kom Svend Joensen, og hann røkti deknastarvið í 41 ár til 1999. Tá tók Poul Johannes Johannesen við sum dekn- ur, og Páll Sivertsen er eykadeknur. Tvey prestagjøld Tey fyrstu árini var Gjógv partur av Fuglafjarðar prestagjaldi, men tá Eiðis prestagjald bleiv skipað í 1947, kom bygdin í tað nýggja prestagjaldið. Til 1934 var Carl Sørensen Hvas prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, og frá 1935 til 1947 var tað Hans Ejgil Sand. Tá Eiðis prestagjald bleiv skipað, var Zacharias Brimnes settur í embæti sum tann fyrsti presturin, og hann røkti embætið til 1967. Frá 1968 til 1970 var Frímann Símunarson á Brúnni prestur á Eiði, og árini frá 1971 til 1983 var tað Petur Martin Rasmus- sen. Í 1983 varð núverandi presturin Emil Olsen settur í embætið. Trúgvir kirkjutænarar Gjáar kirkja varð vígd tann 26. mai í 1929. Tað var trinitatissunnudag. Í ár er hann 6. juni, og tí verður 75 ára dagurin hildin tá. Klokkan 11 verður guðstænasta við altar- gangi, har Hans Jacob Joensen, biskupur, ið sjálvur er gjáarmaður, fer at prædika. Aftan á guðstænastuna bjóðar kommunan gjáar- fólki og gestum til døg- urða í samkomuhúsinum, og har eru øll hjartaliga vælkomin. Hátíðarhaldið endar við kvøldguðstænastu. Hon verður klokkan 18, og tá fer Bjarni Bæk, dómpróstur, at prædika. Nú kirkjan verður 75 ár, er hon málað innan og uttan við eitt sindur øðr- vísi litum, enn hon hevur havt. Nýggju litirnar hevur málarameistarin Thomas Michael Smith sett saman, og Niels Sør- ensen, málarameistari, hevur málað kirkjuna. Kirkjan hevur eisini fingið hátalaraskipan, sum kommunan hevur latið. Hátíðarhalda dagin stólin. Teir fýra donsku prestarnir, sum vóru í kirkjuni, lósu tekstir á før- oyskum, og skiparin á "Is- lands Falk", sum var komin við amtmanninum, próstin- um og øðrum, sang av full- um huga. Eftir vígsluna var barna- dópur. Tvey børn vórðu borin til dópin, og dópurin var eins og vígslan á før- oyskum máli. Hetta var helst fyrstu ferð, at børn vórðu doypt á føroyskum undir einari guðstænastu. Suður og norður Kirkjurnar í Føroyum venda eystur og vestur, men kirkjan við Gjógv vendir suður og norður við tornin- um norðureftir. Upprunin til hugskotið at venda kirkjuni suður og norður var, at á tann hátt sæst hon best frá sjónum. Soleiðis sum hon stendur í bygdini, er hon tað fyrsta, sum kemur undan, tá skip og bátar koma innan av havinum, og hon er so eisini tað seinasta, sum fer undir, tá farið verður til havs. Ein onnur frágreiðing, sum eisini hevur verið nevnd, er, at menn valdu at venda kirkjuni soleiðis, so at dyrnar venda ímóti bygd- ini, og at kirkjan á tann hátt bjóðar bygdarfólkinum innar. Framhald av síðu 15 Tað serliga sálmaheftið, sum bleiv nýtt til kirkjuvígsluna Í næstum fer ein sjómaður í rættin við einum málið, sum hann kann vænta sær at tapa. Orsøkin er, at hann hevur verið til skips. Karin Kjølbro á kriminalforsorgini heldur málið vera eitt álvarsamt dømi um, at paragraffir verða tiknar fram um borgarans trygd Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Málið snýr seg um ein sjó- mann, sum hevur mist koyrikortið vegna rús- drekkakoyring. Sambært galdandi rættarreglum kunnu hesir dómar roynast umaftur fyri at fáa frádøm- ingartíðina setta niður í eina helvt. Treytin er mill- um annað, at persónurin hevur verið í eini eftir- ansingarskipan í í minsta lagi 1 ár, og at eftir-ans- ingarmynduleikin skjal- prógvar, at hann hevur hildið seg edrúan hesa tíðina. Grundað á skjølini, ger fútin síðani tilmæli í málinum, áðrenn tað verður lagt fyri dómsvaldið. Lýkur ikki treytirnar Hóast áðurnevndi sjómaður hevur verið í eftiransingar- skipanini hjá kriminalfor- sorgini i 1 ár, sigur Finn Ougaard, fúti, seg ikki kunna mæla til, at maðurin fær viðhald í rættinum. Maðurin hevur nevniliga verið ein túr til skips í eftiransingartíðini, og sam- bært Finn Ougaard lýkir hann tí ikki treytirnar um eftiransing. Hetta kann tykjast eitt sindur løgið. Ikki bara tí, tað er lítið sannlíkt, at menn sleppa at ganga fullir, meðan teir eru til skips. Men eisini tí, ein av trupul- leikunum eftir øllum at døma er, at skiparar ikki uppfylla krøvini um at virka sum eftiransingar- myndugleiki á jøvnum føti við til dømis læknar og kriminalforsorg á landi. Hetta, hóast ein skipari hevur lógarfestan myndug- leika at virka sum bæði lækni, prestur og politistur, tá skipið er burtur. Í stríð við endamálið Karin Kjølbro á kriminal- forsorgini er ein av teimum, sum virkar sum eftiransing- armynduleiki í slíkum málum. Karin minnir á, at kriminalforsorgin onga beinleiðis ávirkan hevur á dómarnar, sum fella í hes- um málum, men hon dylur ikki yvir, at hon heldur viðferðina, sum sjómenn fáa, vera sera óhepna. Ikki bara tí viðferðin er órími- lig, men eisini til hon ar- beiðir ímóti endamálinum við eftiransingarskipanini. – Upprunaliga endamálið við eftiransingarskipanini er at tryggja borgaran so væl, sum gjørligt, móti rús- drekkakoyring, sigur Karin Kjølbro. Kanningar frá øðrum Norðurlondum vísa nevniliga, at eftiransingar- skipanin er við til at minka munandi meir um tilburð- irnar við rúsdrekkakoyring, enn um fólk í staðin fara inn at sita teir umleið 20 dagarnar, sum er vanliga revsingin í hesum málum. – At fáa frádømingar- tíðina av koyrikortinum setta niður í helvt er nakað, sum er komið afturat seinni, vísir Karin á. Og tað sigur seg sjálvt, at hesin møguleiki ger eftiransing- arskipanina meir lokkandi fyri fólk. Taka vit fyrimun- irnar við skipanini burtur, er tað væl skilligt, at fólk í staðin velja at fara inn at sita og harvið fáa tað yvir- staðið. Men kanningar vísa also, at so økist vandin fyri endurtiknari rúsdrekka- koyring eisini munandi. Hetta merkir í grundini, at borgarans trygd verður sett til viks, fyri at halda nakrar reglur, sum enntá eru rættiliga ógreiðar, sigur Karin Kjølbro. Sjómenn fyri mismuni Karin Kjølbro er dagligur leiðari á Kriminalforsorgini. Grannauppgerðin er ikki bara slagið um Havnina. Tað er eisini dysturin um, hvør skal sleppa at fylgja við Skála í oddastríð- num UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at taka seg aftur í, at teir báðir heitastu FM-kandidatarnir undan hesum kappingarárinum vóru tey bæði stóru høv- uðsstaðarfeløgini. Tvífaldu meistararnir úr HB styrktu sær í vetur enn meira um hópin, og har var málsetn- ingurin heilt greitt, at 100 ára dagurin skal haldast við enn einum gullmerki. Hjá B36 mundi støðan vera eins greið. Ikki minst eftir at stjørnusetta liðið í fjør »bert« fekk silvur, og ikki minst tí teir vilja leggja nógv fyri, soleiðis at HB ikki fær gull í føðingar- dagsgávu. Ongar blandaðar kenslur Og stríðið millum feløgini bæði fekk eina heilt aðra – og størri – dimensión, tá HB brádliga kundi boða frá, at teir høvdu fingið Jákup á Borg í leikara- hópin. Eitt skifti, sum fyri mong – í báðum feløgunum – mundi tykjast óhugsandi, men sum so kortini var veruleiki. Higartil hevur Jákup tó ikki leikt ein einasta dyst við nýggja felagi sínum. Ístaðin hevur hann roynt seg í donskum fótbólti hjá HB, men tann leiguavtalan er nú liðug, g hvat hóskar seg betri, enn at fyrsti dyst- ur hansara fyri HB verður móti júst B36. Nakað sum leikarin sjálvur tó ikki tykist hava so nógv ímóti. – Tað eru júst slíkir dystir, sum gera tað stuttligt at spæla fótbólt, so tað er heilt víst, at eg gleði meg til uppgávuna. Men er tað við blandað- um kenslum, at tú fert til dystin. – Ikki blandaðum. Eg spæli fyri HB nú, og har vil eg gera mítt allarbesta. Men tað verður kanska eitt sindur løgið. Og ert tú kanska eitt sindur óttafullur fyri, hvussu áskoðararnir fara at reagera, tá nøvnini á leik- arunum verða rópt upp? – Áskoðarar eru jú so ymiskir, og tað verður helst okkurt at hoyra. Men tað má eg bara respektera. Tey føla nógv fyri sínum felag, og tí er tað eisini í lagi, at tey ikki eru glað um mítt skifti. Men hinvegin, so má eitt mark vera, og tað verð- ur vónandi ikki so, at hvørki grísahøvd ella tomatir verða tveittar á vøllin, heldur hann. Og so er spurningurin, hvørt Jákup byrjar millum teir fyrstu ellivu. HB hevur at kalla alt fólkið tøkt til dystin, og eftir góðu gongd- ina seinastu umførini er ikki heilt upplagt, at skifti skulu gerast. Men tað er tó lítið at ivast í, at Heine Fernandez onkursvegna ætlar sær at finna rúm fyri nýggja manninum, og spurningurin er helst, hvørt tað verður í álopinum ella í høgra miðvallarborði. Ongar sersømdir Og skuldi nakar ivast, so eru leikararnir í B36 eisini spentir til at spæla móti Jákupi. Hóast skiftið til HB, so tykist ikki vera nakað agg millum leikarar- nar. Nakað sum eisini varð undirstrikað, tá vit hós- kvøldið royndu at fregnast um liðini bæði. Tað vísti seg nevnliga, at John Petersen var staddur heima hjá júst Jákupi á Borg, har barnaføðingardagur stóð á skránni. Men hóast teir báðir gomlu álopsmakkaranrir soleiðis framvegis eru eins væl, so undirstrikaði John, at sunnudagin skuldi vera liðugt við blíðskapinum. – Vit ætla okkum so ikki at forera nakað sum helst. Tað er ein dystur, sum vit skulu vinna. Bæði tí vit hava eitt – vil eg siga – eyð- mýkjandi tap at vaska av okkum, men so sanniliga eisini, tí stigatalvan sigur, at vit ikki hava ráð at missa meira. Og er tað so eisini nakað serligt, at tit nú skulu spæla ímóti Jákupi? – Tað er nokk meira ser- ligt hjá honum, enn hjá okkum. Men hinvegin, so er tað sjálvandi ein motiva- tiónsfaktorur afturat, og hann skal so ikki rokna við, at hann fer at fáa nakrar sersømdir á vøllinum. Í B36 rokna tey annars við, at allir leikarar eru tøkir. Jens Erik Rasmussen var sjúkur seinast, men hann er komin fyri seg. Tað sama var Jens Kristian Hansen, sum tó kom inn av beinkinum, men roknast kann helst við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu hesaferð. Og so er Bárður Mortansson nú eisini tøkur, eftir at hann var leikbannaður til dystin á Skála. Nr. 5 • leygardagur • 5. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið 1. deild menn Dagf. Dystur Dómari 06.06 B36-HB Petur Skarðenni 06.06 GÍ-NSÍ Suni Johansen 06.06 B68-VB Georg Rasmussen 06.06 KÍ-Skála Dagfinn Olsen 06.06 EB/S-ÍF Birgir Sondum 2. deild menn 05.06 B36-AB Hans F. Hansen 05.06 TB-LÍF Jens P. Brattalíð 05.06 Sumba-FSV Rúni Gaardbo 05.06 B71-Royn Eiler Rasmussen 05.06 KÍ-VB Oddmar Andreasen 3. deild menn 06.06 Fram-HB Rúni Gaardbo 06.06 SÍ-Skála Kristin av Kák 06.06 GÍ-NSÍ Hans F. Hansen 06.06 B68-TB Edvard Højgaard 06.06 EB/S-ÍF Jónleif Frederiksen 1. deild kvinnur 06.06 AB-B36 Finnur Andreasen 06.06 KÍ-FSV Jan Gardar 06.06 EB/S-GÍ/B68 Jan á Líðarenda B36-HB: Meira enn grannauppgerð Saman vóru teir kanska vandamesta álopsparið í landinum, og uttan fyri vøllin hava teir altíð verið væl. Sunnudagin standa Jákup á Borg og John Petersen tó hvør sínu megin, tá fyrra slagið um høvuðsstaðin er á skránni C M Y K 17 16