leygardagur 5. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2004
19
Verður hugt á heimasíðuna hjá NordicBet, so stendur
tað púra greitt, at talan er um eitt sera opið umfar í
landskappingini. Størsti favoritturin er soleiðis VB,
sum tó gevur pengarnar 1,7 ferðir aftur, um teir vinna
útidystin á B68, meðan EB/Streymur gevur 1,8, um teir
vinna á ÍF.
Í hinum trimum dystunum er talan um odds, sum
liggja omanfyri tvey, og tað merkir, at til ber at vinna
munandi upphæddir, um tú altso megnar at kollgita
útfallið av dystunum.
Yvirlitið niðanfyri sýnir, hvørjum sannlíkindum tey
á NordicBet hava roknað við til dystirnar um
vikuskiftið.
-jm
Dystur
1
X
2
EB/S-ÍF
1,80
2,95
3,90
GÍ-NSÍ
2,05
3,70
2,55
KÍ-Skála
2,35
3,80
2,15
B36-HB
2,40
3,55
2,20
B68-VB
4,35
3,00
1,70
kelda: www.nordicbet.com
Julian skal venja føroyingarnar
Føroyska útisetafelagið, ÍF Føroyar, hevur í tíðinda-
skrivi boðað frá, at teir hava skift venjara.
Higartil í ár hevur tað verið danin, Bruno Simonsen,
sum hevur tikið sær av hesum, men í samráð við
nevndina í felagnum hevur Bruno gjørt av at steðga
samstarvinum nú.
Ístaðin verður tað gamla landsliðskempan, Julian
Hansen, sum fer at taka sær av føroyska útisetaliðnum.
Julian mundi vera fyrsti veruligi vongbakkurin í
Føroyum, og upp ígjøgnum 80’ini var hann tríggjar
ferðir við til at vinna FM við HB. Seinni var hann eisini
fastur fúsur á landsliðnum, og hann var millum annað
vil til fyrstu minniligu dystirnar, tá føroyska fótbólts-
landsliðið tók lut í altjóða kapping.
Seinnu mongu árini hevur Julian verið búsitandi í
Danmark, og hevur hann eisini roynt seg sum bæði
leikara og venjara hjá føroysku útisetunum.
-jm
Føroyar áttu besta liðið
Tað var ert í einari av teimum 21 kappingunum, at Før-
oyar ikki áttu fremsta svimjaran, tá millumtjóða kapp-
ingin við Orkney og Hetland var á skraðnni mikudagin.
Umframt hetta hugaliga úrslitið, so vórðu eisini tvey
bólkamet sett í kappingini, og tað fær ikki verið annað
enn hugaligt hjá landsliðsvenjaranum at staðfesta,
hvussu stór framgongdin millum yngru svimjararnar
tykist vera í løtuni.
Tað var Pauli Øssurson Mohr úr Fuglafirði, sum setti
nýggju metini í bólki trý. Hann svam 50 metra bringu-
svimjing upp á 36,36 sekund, meðan tað tók honum
28,16 sekund at leggja sama teinin aftur um seg í
frísvimjing.
-jm
Albrechtsen til Onglands
30 mió kr. var tað, sum skuldi til, fyri at enska West
Bromwich Albion fekk fingarnar í FCK-verjuleikaran-
um, Martin Albrechtsen.
Albrechtsen kom til FCK úr AB fyri tveimum árum
síðani, og eftir tvey silvurmerki í fjør gjørdist tað sum
kunnugt til tvey gullmerki í ár.
Sjávur sigur leikarin, at hann annars hevði glett seg
til at spæla Champions League undankappingardystir
við FCK, men at bretska tilboðið snøgt sagt var ov gott
til at vraka.
West Bromwich tryggjaði sær fyri stuttum uppflyting
til ensku Premier League.
Sambært BT roynir FCK nú ístaðin at ogna sær 23
ára gamla Dan Thomassen. Hann hevur seinnu árini
roynt seg í Italia, har hann hevur leikt við Padova í
seriu C, men sáttmálin har er nú liðugur.
Eisini hevur tað ljóðað seinastu dagarnar, at FCK
roynir at fáa hendur á Jan Michaelsen, sum seinnu árini
hevur leikt í grikskum fótbólti.
-jm
Opnir dystir
Nýggi venjarin sigur
fremstu uppgávu sína
vera at binda fyri í
verjupartinum, soleið-
is at tryggleiki kann
fáast aftur í spælið
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað varð í vikuni greitt, at
tað verður Trygvi Morten-
sen, sum tekur við stýris-
vølin hjá B68, eftir at Petur
Mohr legði frá sær, og hann
skal nú fyrireika seg til sína
fyrstu uppgávu við liðnum.
Hóskvøldið stóð hann
fyri fyrstu ferð fyri venjing-
ini hjá B68, og tá vit seinnu
skiftu orð við hann, tóktist
lagið avgjørt ikki vera tað,
sum annars ofta eyðkennir
venjaran hjá einum liði,
sum er statt í botninum.
– Eg haldi sjálvur, at
stemningurin til venjingina
í kvøld var góður. Og
leikararnir tóktust heldur
ikki vera so trýstir av støð-
uni, sum tú annars kundi
hildið. Í øllum førum fekk
eg tað fatan, at teir ætla sær
meira og betri enn tað, sum
stigatalvn vísir.
Og nýggi venjarin dylir
ikki fyri, at tað nú ræður
um at fáa stig.
– Enn er fjarstøðan til
hini liðini ikki so stór, og
fáa vit nakrar sigrar, so er
skjótt at broyta støðuna.
Men her og nú mugu vit
fyrst og fremst royna at
binda fyri í verjupartinum.
Sjálvandi skal dysturin
helst vinnast, men eftir eitt
slíkt tap, sum liðið fekk
seinast, má tryggleikin
fáast aftur í spælið heldur
altso Trygvi Mortensen,
sum til sín fyrsta dyst hevur
allar mans tøkar.
Fleiri skaðar
Tað sama kann ikki sigast
um Hans Nielsen, sum er
venjari hjá VB.
Har hevur skaðastøðan í
ár annars verið hampuliga
góð, men seinstu tvær vik-
urnar hava verið alt annað
enn góðar í so máta. Anders
Sørensen noyddist út við
skaða fyri tveimum vikum
síðani, og enn er hann ikki
tøkur hjá liðnum. Tað er
Dalius heldur ikki, eftir at
hann í vkuni fór undir
skurð fyri bruna í álbog-
anum, og Símun Samuel-
sen hevur eisini drigist við
skaða, og tað verður ikki
roknað við, at hann verður
tøkur.
Eftir stigatalvuni at meta
er tó einki at ivast í, at VB
fer eftir øllum stigunum, og
megna teir tað, er einki at
ivast í, at fótbóltsfepurin í
Vági av álvara fer at
nærkast hæddunum aftur.
Á Skála tykjast eyguni
bara at venda upp-
eftir, og aftur sunnu-
dagin fara teir eftir
trimum stigum
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann neyvan sigast nóg
oftani og nóg hart. Fót-
bóltsfepurin á Skála er
fleiri stig oman fyri tað
heilsuskaðiliga, og lítil ivi
er um, at norðoyastevnu-
gestirnir úr Eysturoynni
verða heilt nógvir í tali
sunnudagin.
Málið er framhaldandi at
halda fast um oddasessin,
men í mun til undanfarnu
dystirnar, verður tað ikki
heilt sama Skála-manning-
in, sum fer á vøllin.
Í øllum førum stendur
vist, at Dusan Jaic ikki
verður við, eftir at hann
fekk sítt triðja gula kort
móti B36. Hartil hava bæði
Bárður Danielsen og Alex-
andur Johansen drigist við
skaðar, og spurningurin er,
hvørt teir verða tøkir
sunnudagin.
Broytingar í væntu
Hjá KÍ er Símun Joensen
nú tøkur aftur, eftir at hann
sat yvir við leikbanni sein-
ast. Hinvegin verður Alex-
andar Djordjevic neyvan
við tey bæði komandi um-
førini. Hann hevur fingið
trupulleikar við rygginum,
og sunnudagin er so ikki
hugsingur um, at hann
verður tøkur, verður sagt úr
Klaksvík.
Og einki er at ivast, at
klaksvíkingar heldur enn
gjarna vilja sleppa at koppa
oddaliðnum. Ikki minst eft-
ir avrikið seinast, sum var
alt annað enn sannførandi,
og sum í øllum førum ikki
gav nakrar ábendingar um,
at KÍ vil vera við í toppin-
um, nú teir skulu halda sín
100 ára dag.
KÍ-Skála:
Oddaliðið vitjar til stevnudyst
B68-VB:
Trygvi skal lofta B68
Í fjør var Hjalgrím Elttør stóri maðurin, tá KÍ vant burturúr botnliðnum av Skála. Sunnudagin
er tó eingin Hjalgrím – og Skála er nú oddalið
Í øllum førum fekk eg tað fatan, at teir ætla sær meira og betri enn tað, sum stigatalvn vísir,
segði Trygvi Mortensen, eftir at hann hevði havt fyrstu venjingina við B68
19
18
Nr. 105 - 5. juni 2004
»Er tað nakar leikari hjá okkum, sum
mótstøðumenninir ræðast, so er tað Todi«
Flemming Østergaard í samrøðu við
Sosialin, apríl 2000
»Tað kann ikki vera rætt, at Todi líkist ein-
um, sum hevur verið í grindadrápi,
hvørja ferð hann hevur verið á lands-
liðnum«
Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í
FCK í mars 2001
»Eg havi onga avgerð tikið um tað enn,
men tað er klárt, at mann fer at hugsa eitt
sindur, tá skaðarnir konstant raka so
óheppið«
Todi við Sosialin í mars 2001, tá tank-
arnir um eitt møguligt landsliðsavboð
fyrstu ferð gjørdist almennir
»Eingin ivi skal ver aum, at eg fegin vil
spæla fyri Føroyar. Tað er nakað heilt
serligt. Men á hinari síðuni eru tað skað-
arnir og fótbóltsframtíðin«
Todi, 21. mai 2001, tá hann skuldi taka
støðu til landsliðsframtíðina
»Eg havi havt sera ilt við at taka avgerð-
ina. Hjartað hevur verið fyri at spæla við
Føroyum, men skilið hevur sagt mær, at
akkurát nú átti eg at givið avboð«
Todi í Sosialinum 23. mai 2001, tá av-
boðið varð veruleiki
»Tað er spell. Ikki bara fyri meg sum
venjara, men serliga fyri føroyska lands-
liðið, sum missur sín kanska størsta
profil«
Allan Simonsen, táverandi landsliðsvenj-
ari, eftir avboðið
»Og sjálvt um tað í eygunum á summum
sær út til, at landsliðið nú hevur mist all-
an brodd, so vita vit, at tað ikki er heilt
rætt. Men tað verður ikki tað sama«
Emil L. Jacobsen í Dimmalætting, tá av-
boðið var veruleiki
»Todi er kalla ein fullkomin spælari.
Hann hevur skjótleika og styrki sum fáur,
og eg haldi meg kunna siga, at hann er so
nógv tann besti leikarin, sum vit eiga. Tað
er einki, sum kann steðga honum«
Sibusiso Zuma eftir DM-gullið í 2001
»Todi hevur verið fantastiskur fyri okkum
í ár. Hann er ein veruliga stórur spælari,
og hann er eisini eitt gott menniskja«
Roy Hodgson eftir DM-gullið 2001
»Tað er eingin loyna, at flogvitið í før-
oyskum fótbólti, Todi Jónsson, eigur eitt
stórt pláss í mongum føroyskum fótbólts-
hjartað, og verða stórar vónir settar til
framtíð hansara í altjóða fótbólti«
Oddagrein í Sosialinum undan FCK-
Lazio í august mánaði 2001
»Og so skulu vit eisini hava Toda Jónsson
aftur á landsliðið«
Henrik Larsen, tá hann í mai 2002 varð
settur sum landsliðsvenjari
»Tað hevði verði synd, um Todi ongantíð
kom við aftur á landsliðið, tí hann er ikki
ungur longur, og eg haldi, at hann møgu-
liga broytir støðu einaferð«
Henrik Larsen á sama tíðindafundinum
»Todi Jónsson er besti álopsleikarin í
superliguni«
Christian Andersen – eg eri besti venjarin
í Danmark! – í august 2002
»Eg havi skilt á lagnum, at okkurt hevur
verið frammi um, at eg ikki eri áhugaður
á at spæla á landsliðnum. Tað harmist eg
um«
Todi við Sosialin í september mánaði
2002
»At venda okkara fræga spælara, Toda
Jónsson, bakið og ynskja hann har
piparið grør, tí hann ikki hevur vilja spælt
fyri tjóðarlandið í seinastuni, er lítið
uppbyggjandi. Hví ikki heldur lata farið
vera farið og heldur hyggja frameftir«
Oddagrein í Sosialinum, í juni mánaði
2003
»Eg vóni, at øll tey, sum hava eina áskoð-
an um hetta, og sum vilja spyrja meg um
hetta, nýta høvið til at gera hetta í
morgin. Tá ið tíðindafundurin er liðugur,
havi eg sagt síðsta orðið um, hví eg ikki
havi verið á landsliðnum«
Todi á heimasíðuni undan tíðindafund-
inum
»Tað hevur nokk rørt meg eina ella
aðrastaðni. Annars hevði eg ikki sitið
soleiðis í dag«
Ein sjónliga rørdur Todi um skrivingina,
sum ikki altíð hevur verið eins tespilig
»Eg má eisini siga, at eg onkra tíð hava
verið glaður fyri, at eg ikki havi verið á
landsliðnum hesi trý árini. Tí eg havi vita
av, at eg ikki hava verið førur fyri at
spæla fyri bæði Føroyar og FCK«
Todi á tíðindafundinum
»Eg hevði gjarna vilja spælt, men kropp-
urin vildi ikki«
Todi á tíðindafundinum
»Fyri meg hava tað verið trý sera hørð ár.
Pá ein ella annan máta eri eg glaður fyri,
at eg tók ta avgerð, sum eg tók, tí annars
hevði eg kanska kortini verði noyddur at
gevast – men eg eri eisini glaður um at
vera við aftur«
Todi við Útvarpið eftir tíðindafundin
»Eg føli meg hava nógv at geva lands-
liðnum. Og eg vil eisini gjarna hjálpa
teimum ungu leikarunum, sum nú eru á
veg fram«
Todi á tíðindafundinum
»Væl afturkomin!«
Suni Merkistein, tá hann endaði samrøðu
við Toda í Útvarpinum hósdagin
»Allir góðir leikarar eru sjálvandi væl-
komnir á landsliðið, og Todi er ein
klassaleikari. Hann verður ein risavinn-
ingur fyri okkum«
Henrik Larsen við Útvarpið eftir boðini
»Tað er deiligt fyri landsliðið og fyri
landið, at Todi nú er við aftur«
Henrik Larsen við Rás2
»Eg eri sjálvandi glaður fyri, at ein spæl-
ari av hansara kalibur er tøkur aftur á
landsliðnum«
Óli Johannesen, liðskipari, við Rás2
»Tað er eingin ivi um, at øll tey, sum
halda við landsliðnum, hava saknað
Toda«
Regin Egholm, formaður í 12. manni, við
Rás2
»Mann kann ikki garantera nøkrum eitt
pláss millum teir fyrstu ellivu. Men hann
er sjálvandi eitt gott boð«
Henrik Larsen við Rás2
Við Toda aftur á lið-
num, er einki at ivast
í, at føroyska fótbólts-
landsliðið hevur fing-
ið eitt eyka álops-
vápn. Tað er tó týdn-
ingarmikið, at hetta
ikki verður einasta
vápnið
TODI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Flestum kunnugt, so boðaði
Todi Jónsson frá, at hann
nú aftur er til reiðar at tørna
út fyri Føroyar, tá altjóða
uppgávur standa á skránni.
Eini boð, sum hjá teimum
allar flestu má metast sum
gleðiligt. Eisini hjá lands-
liðsvenjaranum, sum bein-
leiðis segði, at talan var um
ein »kæmpegevinst« fyri
landsliðið.
Hóskar til stílin
Tað er heldur einki at ivast
í, at ein leikari í tí flokkin-
um, sum Todi er í, eigur at
vera
ein
styrkur
hjá
landsliðnum. Spurningurin
tykist bara vera, hvussu vit
fáa sum mest burturúr hes-
um.
Sjálvur nart Todi eisini
við spurningin á tíðinda-
fundinum. Hetta tá hann av
fjølmiðlunum varð spurdur,
hvørt tað ikki var vandi
fyri, at landsliðið kanska í
ov stóran mun fór at leggja
spælið eftir honum.
– Tað kann sjálvandi ger-
ast ein trupulleiki, og tað
var eisini sjónligt onkran av
teimum dystunum, sum eg
leikti á liðnum. Tað komst
kanska eisini av tí, at vit
ofta vóru undir stórum
trýsti, og so er tað kanska
lættasta loysnin at sparka
langt niðan, í vónini um at
eg kann skapa okkurt, ella
kanska sleppa at renna
kapp við verjuna.
– Hinvegin, so haldi eg
ikki, at tann vandin er eins
stórur nú. Longu undir
Allan Simonsen byrjaðu vit
spakuliga at flyta spælið
longur niðan á vøllin, og
sjálvt um vit ofta vóru ov
bangnir til hetta, so hevur
tað gingið framá. Við
broyttu spælskipanini haldi
eg eisini, at vit hava nógv
betri fortreytir fyri at spæla
sum eitt lið. Mínar royndir
siga mær í øllum førum, at
tað er munandi truplari at
skora móti einum liði, sum
spælir 4-4-2. Um liðið væl
at merkja maktar at spæla
hesa skipanina.
Og so helt Todi heldur
ikki, at vit skuldu undir-
meta hinar leikararnar á
landsliðnum.
– Har eru jú leikarar, sum
hava gjørt eitt gott arbeiði,
fyri tað um eg ikki havi
verið tøkur, og tað fara teir
framhaldandi at gera. Og so
haldi eg eisini, at spælistíl-
urin hjá liðnum hóskar væl
til mín. Eg veit, at eg havi
ein skjótleika, sum ger, at
eg kann bjóða mótstøðu-
monnunum av, og vónandi
kunnu vit fáa gleði av
hesum.
Sosiali týdningurin
Tað er óneyðugt at siga, at
meiningarnar um fráveruna
hjá Toda hava verið nógvar
hesi trý árini, sum hann
ikki hevur verið tøkur. Nú
hann aftur er til reiðar, sig-
ur Todi, at hann í øllum
førum er til reiðar at geva
se fult út, fyri at gagna
liðnum best.
– Eg eri í øllum førum
motiveraður til at spæla á
landsliðnum. Tað hevur
altíð verið nakað serligt í
mínari verð, og tí ynski eg
bara at gera tað allarbesta.
Eg haldi eisini sjálvur, at eg
havi nógv at geva lands-
liðnum, og samstundis vóni
eg, at eg kann vera við til at
hjálpa teimum ungu leik-
arum, sum nú koma inn á
liði.
Og sum skilst á tí, sum
var at hoyra seinni um
dagin, so er heldur eingin
ivi um, at Todi er førur fyri
at hjálpa til í so máta.
Millum annað segði Óli
Johannesen í samrøðu við
Rás2, at hann ikki var í iva
um, at tað var ein stórur
styrkur hjá landsliðnum, at
Todi nú verður við aftur.
Ikki minst legði hann dent á
tær dygdirnar, sum FCK-
leikarin hevur uttan fyri
vøllin, og tað vildi so ikki
líkst klaksvíkinginum, um
hansara persónligheit var
broytt nakað munandi hesi
seinnu árini.
Tað verður so sjálvandi
upp til fyrst og fremst
Henrik Larsen at fáa tað
besta fram í Toda. Ein síða,
sum vit higartil hava sæð í
flestum av teimum 43 dyst-
unum, sum hann higartil
hevur havt á liðnum, og
sum nú tíbetur síggja út til
at gerast munandi fleiri í
tali.
Sagt og skrivað um/av Toda
Styrkur – ikki frelsari
Mínar royndir siga mær í øllum førum, at tað er munandi
truplari at skora móti einum liði, sum spælir 4-4-2, sigur
Todi, sum metir seg kunna fella væl inn aftur á føroyska
fótbóltslandsliðið
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
18