leygardagur 5. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 105 - 5. juni 2004
Stendur tað til hagtølini, so
eru sannlíkindini fyri javn-
leikum lítil sunnudagin.
Talvan her sýnir, hvussu tað
hevur tørnað út, tá mót-
støðuliðini
sunnudagin
hava hitst seinastu tíggju
árini, og tað er merkisvert,
hvussu fáir javnleikirnir
hava verið í tali. Til samans
fevnir yvirlitið um 31
dystir, og av hesum eru bert
tríggir endaðir javnir, so tað
liggur tann vegin, at fimm
vinnarar skulu finnast.
Og av hesum tykist HB
hava greiðastu hagtølini.
Bara tvær ferðir seinastu
tíggju árini hevur tað eydn-
ast B36 at taka stigini, tá
teir hava átt heimavøll, og
tað er helst ein staðfesting,
sum tey í árstalsfelagnum
fegin vilja broyta. Javnleik-
ur var úrslitið, tá EB/-
Streymur fyri higartil ein-
astu ferð tók ímóti ÍF í
bestu deildini, og annars
tykjast heimaliðini hava
greiðan fyrimun – Í øllum
førum, tá vit tosa um hag-
tøl. Hvat úrslitið verður
sunnudagin, er so nakað
heilt annað.
-jm
Fáir javnleikir
1. deild menn
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 Skála
5
4 - 1 -
0
13
4
9
13
2 HB
5
3 - 1 -
1
12
5
7
10
3 B36
5
2 - 2 -
1
10
5
5
8
4 VB
5
2 - 2 -
1
7
4
3
8
5 NSÍ
5
2 - 2 -
1
10
9
1
8
6 GÍ
5
2 - 1 -
2
7
9
-2
7
7 KÍ
5
1 - 3 -
1
7
8
-1
6
8 EB/Streymur
5
1 - 2 -
2
5
9
-4
5
9 ÍF
5
1 - 0 -
4
10
14
-4
3
10 B68
5
0 - 0 -
5
3
17
-14
0
2. deild menn
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 TB
5
4 - 0 -
1
16
8
8
12
2 Royn
5
4 - 0 -
1
16
8
8
12
3 AB
5
3 - 1 -
1
10
7
3
10
4 FSV
5
3 - 0 -
2
18
9
9
9
5 Sumba
5
3 - 0 -
2
10
9
1
9
6 B71
5
3 - 0 -
2
12
15
-3
9
7 B36
5
2 - 0 -
3
8
13
-5
6
8 LÍF
5
1 - 1 -
3
7
12
-5
4
9 KÍ
5
0 - 1 -
4
8
14
-6
1
10 VB
5
0 - 1 -
4
5
15
-10
1
GÍ-NSÍ:
Bert sigurin telir
Skal GÍ hava glið á
aftur, er neyðugt við
einum sigri. Tað er
tað hinvegin eisini hjá
NSÍ, sum tykist hava
fingið nakað av ferð á
seinastu umførini
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað plagar vanliga at ganga
harðliga fyri seg, tá GÍ og
NSÍ takast, og eingin orsøk
er at halda, at hetta verður
øðrvísi sunnudagin. GÍ
hevði eina flúgvandi byrjan
upp á árið, men eftir sam-
anlagt átta sigrar á rað, er
liðið nú follið nakað niður,
og skal talan verða um at
hanga í oddinum, er ein
sigur kravið sunnudagin.
Tað er tað eisini hjá runa-
víkingum, sum hinvegin
hava havt eina uppgangandi
formkurvu seinastu dystir-
nar, har tað eisini hevur
eydnast liðnum at stríða seg
í bólkin av liðum, sum eru
beint undir oddinum.
Skerdir runavíkingar
Tí er einki at ivast í, at báðir
partar leggja nógv fyri, og
úr Gøtu eru boðini, at allir
mans eru tøkir.
– Vit hava ein hóp upp á
22 mans, og teir kunnu allir
spæla, so venjarin hevur ein
positivan trupulleika, sigur
Pauli Jarnskor, sum aftur í
ár er næsti maðurin hjá
Krzystof
Popczynski
í
Gøtu.
Og hann dylir ikki fyri, at
farið verður eftir stigunum.
– Tað var kanska vænt-
andi, at vit fyrr ella seinni
fóru at fáa ein lítlan niður-
túr, men so mugu vit bara
royna at venda hesum. Og
skulu vit uppeftir, so er ein
sigur kravið, heldur hann.
Í Runavík stendur ikki
heilt so væl til við fólkin-
um. Messisa Perreira og Al-
exandar Jovevic eru báðir
úti við skaða, og roknað
verður ikki við, at teir eru
tøkir enn. Tað er Helgi L.
Petersen heldur ikki, eftir at
hann fekk triðja gula kortið
í dystinum móti KÍ.
Tó verður roknað við, at
runavíkingar hava mann at
seta í mans stað. Seinast
byrjaðu eitt nú Gert Lang-
gaard uttanfyri, eins og
Jústines Rasmussen gjørdi
tað, og teir tykjast uppløgd
alternativ til tøku plássini.
Tað sama er Súni Fríði
Barbá kanska, eftir at hann
nú er tøkur hjá runavíking-
unum, og so er spurningur-
in, hvørt máltevið, sum
annars hevur verið heldur
rustað seinastu tvey árini,
aftur er avpussað.
Serliga hjá fuglfirð-
ingum tykist ein sigur
sunnudagin at hava
alstóran týdning
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað lætti nakað um trýstið
hjá EB/Streymi, tá teir
seinasta vikuskifti vunnu
ein harðliga tiltrongdan
sigur í Sarpugerði. At sig-
urin so kanska ikki var heilt
so uppiborin, sum tølin
kundu bent á, hevur helst
minni at siga í so máta, og
fáast trý stig til høldar
sunnudagin, eru teir á fel-
agsliðnum helst eisini líka-
glaðir um, hvussu hesi eru
komin.
Hesaferð er tað ÍF, sum
kemur á vitjan, og júst ÍF er
liðið, sum EB/Streymur
dystast við, í royndunum at
sleppa heilt burtur frá
niðurflytingarstrikuni.
Fleiri broytingar
Við einum sigri sunnudagin
kann fjarstøðan her gerast
fimm stig, og tað er einki at
ivast í, at tað er hesum, sum
miðað verður eftir.
Eins og seinasta viku-
skifti, so noyðist Piotr Kra-
kowski at smyrja seg við, at
hann ikki fær valt millum
allar leikararnar til dystin.
Nico Dogaru er framvegis á
skaðalistanum.
Marni
Djurhuus fekk skaða í
dystinum í Gøtu, har Johan
á Stongum eisini fekk
reyða kortið, so teimum
báðum kann heldur ikki
roknast við. Eisini tykist
tað ivasamt, hvørt Jákup
Martin Joensen er tøkur at
spæla. Hann hevur drigist
við skaða seinasta mán-
aðin, men hann hevur tó
treiskast hvørja ferð, og so
er spurningurin, um tað
eisini
verður
støðan
sunnudagin.
Hjá ÍF stóð heilt illa til
við fólki seinasta viku-
skifti, men hesaferð tykist
støðan nakað bjartari í so
máta.
Magni og Bárður á Lakj-
uni vóru ikki við í Vági,
men teir eru báðir tøkir
hesaferð. Tað sama er
Fritleif í Lambanum, eftir
at hann hevði leikbann til
tann dystin.
Og so er spurningurin,
hvørt Sigfriður Clementsen
megnar at blanda kortini
somikið væl, at tað røkkur
til sigur á EB/Streymi. Í
øllum førum hevur ÍF illa
ráð at tapa dystin, soleiðis
sum talvan sær út.
EB/Streymur-ÍF:
Botnslag á Eiði
Krzystof Popczynski hevur
allar mans tøkar, tá hann
skal seta liðið til dystin móti
NSÍ
C
M
Y
K
20
Nr. 105 • leygardagur • 5. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ið málini
verða sett
Tinghellan á s. 6–7
Jógvan E. Ósá
Norðoyggjar og Klaksvíkin hava
altíð verið nær knýtt at sjóvinn-
uni – og nógvir av av okkara
monnum vóru burtur alt summ-
arið.
Men nú skuldu teir sleppa at
uppliva eina lokala ólavsøku – í
Klaksvík.
Tá ið eg fyri nakað nógvum
árum síðan var í Íslandi – í
Húsavík – fyrsta vikuskifti í juni
– upplivdi eg, at íslendingar
hildu »sjómannadag« – fyrsta
leygardag í juni.
Tá koma øll skip – sum kunnu
tað – inn at halda veitslu – tí tað
er »teirra« dagur – meira enn 17.
juni, tá ið tjóðardagur íslendinga
er.
Og tað var stuttligt at uppliva
hettar. Íslendingar smæðast ikki
burtur, tá ið tað kemur til veitslu-
lag – og dagurin var sera áhuga-
verdur og stuttligur.
Har vóru kappingar av ymisk-
um slag – kappróður, kapp-
sigling á vatnscootara (var tað
nakað vit skuldu roynt??), fót-
bóltur osv. – og so var veitsla
um kvøldið – og tað var veitsla
við lýt.
Tá ið seinni segði pápa mínum
frá hesum, segði hann, at hann
helt, at klaksvíkingar – teir ið
skipaðu fyri fyrstu norðoya-
stevnuni – høvdu fingið hettar
hugskotið júst úr Íslandi – frá
»sjómannadegnum« – og at tað
skuldi verða fyrsta vikuskiftið í
juni á hvørjum ári.
Um norðoyastevnuna skrivaði
Hákun Djurhuus, sáli, ið var við
til at skipa fyri fyrstu norðoya-
stevnu, í Norðlýsinum:
»Summar og stevnur hoyra
saman. Summarsins mjúka lot,
sveipandi mjørkatám og tær
gróðrardimmu líðir, døggtungar í
morgunroðanum er kransurin, ið
náttúran hevur gjørt stevnum frá
fyrndini av, og í mannabørmum
hevur hon eisini lagt tráan, ið
føst er bundin av hesum summ-
arins vakurleikum, og kann njóta
teir.
Norðoyastevnan er ein slík
stevna, ið grundar á forfedranna
kappingarstevnum, har teir komu
saman til ítrótt og leik, hvar ætt
hitti ætt og vinir funnust.
Ætlanin er at gera hana til
summarstevnu eisini fyri allar
teir Føroya synir, ið mugu rýma
frá tí føroyska summarinum.
Gera hana til eina hugnaliga
løtu áðrenn skilnaðin, eina løtu,
ið minnst kann vera á, tá
sjóbardir menn, troyttir av sleipi,
venda huganum heim aftur at
heimlandinum, og vónandi
kemur hetta at eydnast«.
Ta fyrstu norðoyastevnu var
keðiligt veður norðoyastevnu-
aftan – við regni og vindi – men
norðoyastevnudag var gott veður
við sólskini. Og KÍ, sum altíð
tabti ímóti TB, spældi ímóti TB
hendan dag og vann 2-1. So tað
var dagur í viku.
Pápi mín, ið doyði í 1999,
segði, at hann minnist ta fyrstu
norðoyastevnuna sum rættuliga
strævna. Hann róði kapp norð-
oyastevnuaftan og spældi á 1.
liði hjá KÍ norðoyastevnudag.
Men tá dysturin var liðugur, var
stuttligt at vera KÍ-ari og klaks-
víksingur.
Tað verður nógv gjørt burtur
úr ólavsøkuni – og alt gott um
tað. Men hvat hava teir meira
enn vit?? Jú, teir hava ein bisp í
fínasta skrúð – eitt løgting, ið
verður sett og Frelsunarherin á
Vaglinum. Eg minnist onki
meira. Basarin hjá nonnunum er,
so vítt eg veit ikki meira – so
hvat er alt hettar reypið?? Áh, jú,
so hava teir steypuni, ið skulu
handast – og tað tekur »100 ár«.
Tað mugu teir gjarna eiga.
Nei. Lat teir eiga ólavsøkuna.
Bara eg sleppi at eiga norðoya-
stevnuna – og norðoyingar
saman við mær. Og gestir skulu
verða vælkomnir. Bara teir ikki
taka hana frá okkum.
Eg gleði meg til at halda norð-
oyastevnu 2004. Gerð tú ikki
tað?? Hon er næst eftir jólaaftan.
Góða norðoyastevnu!
Norðoystevnan – »okkara ólavsøka«
Fyrsta norðoyastevnan varð hildin í 1936. Orsøkin var, at menn vildu, at okkara
sjófólk skuldu uppliva eina stevnu – eina »fest« – nú teir vóru komnir aftur av
Suðurlandinum – og áðrenn teir fóru til Grønlands. Tí fáur av teimum mundi fara
at verða heima á ólavsøku
21