Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2004 23 2 Sosialurin Nr. 105 - 5. juni 2004 SAMRØÐA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Sæð útifrá, var barndómurin hjá Kaj Magnus ikki øðrvísi enn hjá so mongum øðrum. Men innaní honum bylgdust lívsins stóru spurningar. Og hann minnist enn, hvussu hann longu sum smá- drongur á sín egna barnsliga hátt gekk og grunaði yvir, hvør meiningin við lívinum var, og hví vit menniskju eru her á jørðini. – Slíkt er ivaleyst vanligt fyri ung fólk, men fyri meg hóttu hesir spurningar alla tíðina við at rykkja fótafestið undan mær. Tað kom enntá hartil, at á einum summartúri til skips, sum 13 ára gamal, setti eg mær fyri at gera av við meg sjálvan fyri at sleppa upp í himmalin og fáa frið, greiðir Kaj Magnus frá. – Eg minnist, at eg klintraði uppeftir afturi í hekkuni og skuldi leypa á sjógv. Men meðan eg klintri, hoyri eg eina rødd, sum rópar og biður meg steðga. Fyrst haldi eg tað vera skiparan, sum rópar. Tað er tað ikki, so eg klintri víðari. Tá røddin kortini rópar aftur, eri eg vísur í, at hon kemur av himli, og at tað er Gud sum rópar. At hann royndi at steðga mær, mátti merkja, at vegurin til friðsæla himmalin also ikki var at gera av við seg sjálvan. Tað fekk meg at broyta kós – bæði har í hekkuni, men eisini í mínum máta at liva og hugsa um lívið, minnist Kaj Magnus. Youth With A Mission Broytingin hevði við sær, at Kaj Magnus seinni fór til Noregs á bíbliuskúla í altjóða felagsskap- inum Youth With A Mission (YWAM). – Uppá nógvar mátar var hesin felagsskapur alt tað, eg hevði leitað eftir. Tað, sum hugtók meg mest, var hugsjónin um, at tað ber til at fáa fólk úr øllum heim- sins tjóðum og kristnu rørslum at arbeiða saman um eitt felags aðalmál: at fara út um alla verð- ina at boða Guds orð og soleiðis vera nakað fyri onnur og gera ein mun í heiminum. Tað er jú ongin loyna, at kristnar rørslur ofta eru merktar av sundurbýting og ósemjum, og tað hevur altíð órógvað meg. Í YWAM sá eg, at soleiðis nýtist tað als ikki at vera. – Umframt at fara út at boða Guds orð, leggur YWAM nógva orku í hjálpararbeiði og at út- búgva sínar limir innan felags- skapin. Til hetta hevur YWAM sín egna lærda háskúla, Uni- versity of the Nations, ið hevur høvuðssæti á Hawai. Tað er eisini har, eg sjálvur havi tikið ymisk skeiðir og arbeitt innan leiðslumenning í góð 2 ár, greiðir Kaj Magnus frá. Tvørturum mørk Kaj Magnus var virkin limur í YWAM í 16 ár, og tey seinnu árini var hann fyri tað mesta leiðari í ymsum verkætlanum. – YWAM er ein sera stórur og virkin felagsskapur. Teir umleið 12.000 trúboðarnir koma úr 180 ymsum londum, og á hvørjum ári verða umleið 25.000 fólk send út um allan heimin at boða Guds orð í longri ella styttri tíðarskeið. YWAM hevur altíð lagt stóran dent á at laga sín boðskap eftir málbólkinum, tað veri seg teimum ungu, gomlu ella teimum, ið ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin fyrr. Tí kann ein verkætlan snúgva seg um alt frá sjónleiki, konsertum, dansi ella ítróttartiltøkum sum liður í trúboðaravirkseminum. Ein sera stórur partur av orkuni fer til hjálpararbeiði. Onkrar metingar vísa, at YWAM er við til at hjálpa umleið 400.000 menniskjum árliga, líka frá gøtubørnum og rúsevnismis- nýtarum til flóttarfólk ymsastaðni í heiminum. – Arbeiðið í YWAM var sera gevandi, og eg lærdi ótrúliga nógv av tí. Men tað var eisini krevjandi, og ein dag segði kroppurin hjá mær stopp. Eg fekk alt ov høgt blóðtrýst og diskusprolaps og mátti sjúkra- meldast. Út í vinnulívið Kaj Magnus hevði tá heldur ikki bara seg sjálvan at hugsa um longur. Hann var giftur og átti tvey børn, so tá hann fór til arbeiðis aftur, gjørdi hann av at Óvissan er – Finnur tú tað, tú leita eftir, kan tað vera líka mikið, hvar í verðini tú ert, sigur Kaj Magnus Klein av Strondum, sum fór á bíbliuskúla í Noreg at vera í eitt ár. Fyribils er tað eina árið vorðið til 24, og í løtuni hevur hann ongar ætlanir um at flyta heimaftur C M Y K 23 22