hósdagur 21. august 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
2
VIKUSKIFTI
Summarredaktørur: Eyðun Klakstein
Forsíðumynd: Sigmar Mørkøre
Fríggjakvøldið verður útikonsert
úti í Klaksvík. Hesa vikuna og um
vikuskiftið eru Sjómannadagar í
Klaksvík, og í tí sambandi verður
konsert í søguliga umhvørvinum í
Klaksvíksgarðinum í kvøld. Jassuti
poppbólkurin Quarter To Three
leggur fyri kl. 22.00, og síðani
taka Danny And The Veetos við,
áðrenn Grandma’s Basement
hevur seinastu framførsluna.
Millum framførslurnar
spælir DJ-X tónleik.
Læra
føroyingar
at eta tara
Einaferð varð tað mett sum reina armóð at
eta tara, men tíðir broytast, og nú verður tari
brúktur í fínari matgerð burturi og heima.
Hetta setir Sjómannadagurin í samstarvi við Ny
Nordisk Mad eisini sjóneykuna á leygardagin.
Millum kl. 13 og 16 verða ymisk sløg av tara
sýnd fram. Agnes Mols Mortensen, sum er
taraserfrøðingur, og Ruben Busk, sum er
leiðandi kokkur á Hotel Hafnia, fara at greiða
frá tarasløgunum og hvussu tey kunnu brúkast
í matgerð. Eisini verður onkrar smakkiroyndir
at fáa.
Monkey-
Rat
á Sandi
Fríggjakvøldið fáa sandoyingar vitjan av
tónleikabólkinum MonkeyRat. Høvuðsfólk í
bólkinum eru Anna Lachino og Arnold Ludvig,
og afturat sær hava tey Rúna Eysturlíð, Brand
Jacobsen og Elin Brimheim Heinesen, ið er
serligur gestasangari hetta kvøldið. MonkeyRat
fer at framføra sangir av sínum útgávum
og onkrar nýggjar sangir. Konsertin verður á
Virkinum á Sandi fríggjakvøldið kl. 21.00.
Altjóða orkestur
spælir Wagner
og Sibelius
Sokallaði FIMM festivalurin verður í hesum
døgum hildin í Norðurlandahúsinum.
Festivalurin er møtistað fyri tónleikalesandi
og yrkistónleikarar úr Føroyum og útlandinum.
Festivalurin bjóðar verksmiðjur, masterclasses
og konsertir, og alt endar við, at FIMM
Festivalorkestrið hevur konsert sunnudagin
kl. 16.00. Í orkestrinum eru ungir klassiskir
tónleikarar úr Føroyum og Italia saman við
altjóða solistunum Guntis Kuzma, klarinett,
Sergey Ostrovsky, violin og Kristina Blaumane,
cello. Dirigentur er Federico S. Morresi.
Á konsertini spælir orkestrið verk eftir eitt nú
Richard Wagner, Gioachino Rossini, Dobrinka
Tabakova og Jean Sebilius.
Ups! Hvar
fór handan
heimaupptøkan?
Hóskvøldið varð filmurin Sex Tape frumsýndur
her á okkara leiðum. Filmurin snýr seg um
hjúnini Jay og Annie, sum gera eina upptøku av
teirra ástarleiki. Men tað, sum skuldi verða til
stuttleika, verður ikki so stuttligt, tá ið teirra
heimagjørda video verður uploadað á netinum.
Sex Tape er skemtifilmur úr Hollywood,
har Jason Segel og Cameron Diaz hava
høvuðsleiklutirnar.
Grandma´s Basement úti í Klaksvík