hósdagur 21. august 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
6
VIKUSKIFTI
vildi gera alt fyri meg. Tað var gott,
at eg ikki visti, hvussu skilnaðurin á
gravarbakkanum fór at vera. Tað hevði
eg ikki klárað, um eg visti tað eg veit
í dag. Hvar var Sólvá í øllum hesum?
Møttust í Noregi
Sólva var í Noregi í 1980 og her møtti
hon Henningi, og tey gjørdust góð.
-Eg var smekkforelskað og hann var
mín fyrsta stóra kjerligheit. Vit gingu
saman og í 1983 fór eg at læra til frisør.
Hetta gekk fyri seg í Havnini. Eg var
liðug í 1987 og tá giftust vit á Strondum
og hildu risa brúdleyp fyri 400 fólkum
í bygdarhúsinum. Síðan fluttu vit til
Noregs, har Henning hevði hús og hann
hevði innrættað frisørsalong í kjallara
num, sum stóð klár, tá ið vit komu yvir.
Tá ið vit høvdu verið gift í fýra ár kom
fyrsta barnið, sonurin Olaf og siðan
komu Paula og Ragna.
Vaksin nógv seinasta árið
Ragna kemur inn. Hon tekur koyrikort
í hesum døgum og stríðist við ferðslu
lógina og koyring. Paula, sum gongur
á handilsskúlanum hevur planir um at
gerast politistur. Og Olaf er móður av
arbeiðsdegnum, teir seta eini Norð
seturhús upp á Strondum, og tað dámar
honum, stutt til arbeiðis. Tey eru øll
nógv merkt av at hava mist pápan og
tað hevur knýtt systkini enn meira
saman. Hann var tann bleyta typan,
sum ikki setti mørk og skuldi nakað
sigast í heiminum, var tað Sólvá, sum
setti knyklar í brýr og øll børn hava
brúk fyri báðum síðunum.
-Eg eri vaksin ella ment skjótt hetta
seinasta árið sum einkja. Eg slerdi
græsplenuna fyri fyrstu ferð í lívinum
í gjár. Eg eri óruddilig og Henning var
tað øvugta. Og nú taki eg upp. Eg havi
ikki orð fyri sorgini. Ein troyst var
undir jarðarferðini. Tað vóru andlitini
á øllum einkjunum á Strondum, sum
eg møtti. Eg hugsaði, at tá ið tær hava
klárað tað, tá klári eg tað eisini.
-Tað var gott, at eg møtti Henning.
Betur mann fær mann ikki og hann var
eisini ein góður pápi. Vit fingu 26 ár
saman og náddu at halda stórt silvur
brúdleyp. Vit livdu saman, sum um vit
skuldu liva altíð og nú havi eg lært.
Nú gongur bønin til Gud um at eg skal
kenna vilja hansara og einki annað.
Henning var kendur millum strand
ingar. Hann arbeiddi hjá kommununi
við fyrifallandi arbeiði og var sera fittur
í hondunum Niðri við Bátafisk, niðri á
ytsta havnalagnum á Strondum, beint
uttanfyri brimgarðin og staðið hevur
allarhelst eitt navn, sum eg ikki minnist
nú, standa tvey neyst. Tað eina hevur
Henning sett í stand til eitt lítið og noss
ligt summarhús. Hetta hevði hann stóra
gleði av at gera,men fekk ikki heystað
ágóðan av tí. Og heima var hann altíð
í sving við okkurt, og fekk ting gjørd
liðug. Hitt neystið eigur Hilmar Kass og
tað er meira at rokna sum eitt vanligt
neyst og onki galið er í tí.
Lívið í Eyrgøtu 13 gongur víðari.
Sólvá rekur sína fyritøku og gevur
skallutum og tunnhærdum føroyingum
meira hár og børnini eru í fullari ferð
við at menna seg til lívið. Ein partur
av teimum vitjar í tonkunum ofta inn
til Sjóvar til gravsteinin har navnið á
pápanum er meitlað í stein. “Elskaði
maður og pápi, Henning Funderud,
f. 26/1-1956 – d. 20/8-2013. Takk fyri
kærleika og umsorgan. Í lenistólinum
hjá Henning liggur hundurin. Hann erí
djóraheiminum og er altíð beint í løtuni
her og nú, hann stúrir ikki, hann syrgir
ikki og hann minnir húsfólkini á, at tað
er júst soleiðis vit eiga at liva fyri tað
allarmesta.
55 ára gamal einkjan á síni síðu
í hjúnarrúminum. Her meitlar
sorgin Sólvu til eina nýggja
kvinnu og ein nýggja byrjan
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard