Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 94 · 22. august 2014 5 nýt­ist ikki at forklára, eg síggi tað. Nú kel­ar hon hundinum, sum ger seg lítl­an, tá ið hon setir seg í lenistólin, so pláss er fyri báðum. Og so snakka vit um okkara felags ungdómsár og eygna­krók­arnir torna og mítt í tí heila er Henn­ing aftur í tilvitskuni og tárini renna í stríðum streymum. -Eg sat hjá honum seinastu dagarnar og spurdi meg sjálvan, um hetta var veru­leik­in. Nú veit eg, at eg fái hann ikki aftur, sigur Sólvá. Jarðarferðin og hvar var eg? -Jarðarferðin stendur fyri mær sum ein ótýðiligur dreymur. Hvar var eg? Har var eitt øgiligt fólk og tað var heilt óveru­ligt. Kanska var ein uggi í, at har vóru so nógv fólk. Og erliga, eg veit ikki. Eg sat har í kirkjuni og hugsaði um Henning og eg gloymdi heilt meg sjálv­ an. Tað var eg sum hevði mist mannin, tað vóru børn míni, sum høvdu mist pápan, tað var okkum, tað var synd í og so sat eg bara og hugsaði um, at tað var synd í Henningi. Øll hesi fólkini kring meg, sum eg kendi væl, ta løtuna vóru tey heilt óverulig. -Jarðarferðin var virðilig og pen, men tað hjálpir ikki upp á sorgina. Vit vóru so klistraði saman, eg og Henning. Hann var eitt bleytt menniskja og hann Samanhaldið millum systkinni er enn sterkari eftir at tey mistu pápan. Frá vinstru Paula, Olaf og Ragna Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard