hósdagur 21. august 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
4
VIKUSKIFTI
EITT MÓÐURMERKI TÓK
MANNIN OG PÁPAN
LAGNUSØGA
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Í dag í skrivandi stund, mikudagin 20
august, er júst eitt ár ligið, síðan norð
maðurin Henning Funderud, búsitandi
á Strondum, andaðist einans 57 ára
gamal Eftir hann sita konan Sólvá og
børnini. Tey eru 18 ára gamla Ragna, 21
ára gamla Paula og 23 ára gamli Olaf.
Hetta eru virkin børn, genturnar ganga
í skúla og sonurin lærir til timburmann
hjá Norðsetur. Og har er eisini ein fittur
lítil hundur, sum eitur Figo og broyttist
í medferð, tá ið Henning andaðist.
Hann er fittur og blíður, losar ikki og
biddar ikki við borðið, alt í alt ein óvan
ligur hundur, sum nýtir gott av, at tey
ungu í húsunum kappast um at vera
góð við hann.
Ársdagurin fer ikki bara framvið
hjá familjuni Gærdum Funderud í Eyr
gøtu 13. Tey eru í sorg og sorgin tyng
ir hjarta í løtum, fyri aftur at sleppa
lívinum framat. Gravsteinurin kom
upp týskvøldið. Hann stendur í kirkju
garðinum við Sjógv og mynd er av
Henning. Hann stendur millum tríggjar
aðrar gravsteinar, sum allir eru úr Eyr
gøtu á Strondum og sum eru komnir
upp seinastu árini. Eyrgøta er vorðin
ein sonn lagnunargøta. Innan tvey ár
er annar makin deyður í fýra húsum
og sum skaldið tekur til, har fá brenna
ljós undir lágari lon, sæst gjølla, um
eitt av teimum sløknar. Her eru einkjur
og einkjumenn og tveimum av teim
um farnu, gekk eg í flokki saman við
á Strondum.
-Mynd á gravsteinum er so moder
nað í dag og tað vildu børnini, sigur
Sólva. Hon er 55 ára gomul og vit kenn
ast heilt frá barnaárunum, vit gingu í
sama skúla á Strondum. Hon var eitt
lívsstykki sum barn og í uppvøkstrinum
og tað er hon enn og lívsgleðina klárar
ikki eingang sorgin at knekka, hóast
hon hevur roynt av øllum alvi.
-Henning gjørdist bara 57 ára gamal.
Vit ætlaðu at gerast gomul saman. Tað
er ringt við børnunum og hinvegin, tey
hava meg. Men tey sakna pápa sín og
eg sakni hann nakað so grúsomt. Vit
vóru altíð saman sum familja og vóru
ógvuliga tætt knýtt, sigur Sólvá. Vit
sita øll við borðið og frammanfyri meg
stendur rúkandi fiskasuppa við kókað
um toski og rækjum. Børnini rósa
mammuni fyri matin og eta hugagóð.
Hundurin liggur í sofuni, har Henning
plagdi at sita. Hann hevur yvirtikð
plássið.
-Eg veit ikki, hvussu eg havi tað
við kirkjugørðum. Tað er ikki har tann
Henning er, sum eg elski og tað var
har eg segði honum farvæl. Hann er
onkunstaðni og eg veit, at vit fara at
síggjast aftur, sigur Sólvá.
Eitt óskyldugt móðurmerki
Í oktober 2010 leggur Henning
merki til eitt pinkulítið móðurmerki
aftanfyri vinstra oyra. Hann hevði
eitt sindur fortre av tí og fór til lækna.
Hann varð kannaður. Í 2011 bara vaks
móðurmerkið og í februar 2012 varð
hann lagdur undir skurð og móður
merki varð skorið burtur.
-Alt sá gott út. 14 dagar seinni
verður Henning uppringdur, og fær
at vita, at talan er um krabbamein i
samband við móðurmerki. Tað var
sum ein gardina fór niður fyri. Vit
vóru fullkomiliga skelkað. Hann skuldi
beinanvegin niður og varð aftur lagdur
undir skurð í februar/mars. Eftir sum
páskir vóru í nánd, fóru vit heim við
góðum boðum. Síðan niður aftur, enn
ein stór skurðviðgerð, krabbin var nú
komin í lymfurnar og teir vissaðu okk
um um, at nú var alt skorið burtur. Her
var kontroll oman á kontroll og alt var
gott, sigur Sólvá við tárum í eygunum.
Nýggjársaftan í 2012, knappar átta
mánaðar áðrenn Henning doyr, fær
hann knappliga sterka høvuðpínu og
tað endar við at ambulansin kemur eftir
honum. Tey fara niður til Danmarkar
fjórða januar 2013 og tá varð staðfest,
at hann hevði fingið metafasur í heilan
av móðurmerkinum. Og av hesum
hevði hann fingið heilabløðing, men
hendan var tó ikki so álvarslig, at hann
var óhjálpin.
-Vit fingu alla tíðina at vita, at alt
var í lagi og vit trúðu upp á tað. Í juli í
fjør fekk hann eina nýggja heilabløðing
og nú var hann rættuliga merktur av
hesum. Og nú gekk alt knappliga so
skjótt. Sjeynda august fingu vit at vita,
at nú kundu læknarnir ikki gera meira
og vit vóru spurd, um vit ynsktu, at
hann skuldi doyggja á sjúkrahúsinum
ella heima. Hetta var alt so óveruligt og
eg haldi als ikki, at tað var gingið upp
fyri mær, at eg fór at missa Henning.
Vit vildu heim og 13. august kom hann
heim.
-Alt var gjørt klárt heima og hvar
var eg? Songin var sett upp í stovuni og
vit vóru um hann. Hann var nú óhjálp
in og bara onkuntíð hugsaði eg, at hann
skuldi doyggja og aðrar tíðir var tað
bara sum ein heilt óveruligur filmir.
Hann andaðist 20. august og eg haldi,
at tað er ikki fyrr enn nú, eitt ár aftaná,
at tað veruliga er gingið upp fyri mær
at maður mín Henning, pápi av mínum
børnum, Henning, mín lívs størsta og
einasta kjerligheit eru deyður og kemur
ongantíð aftur. Og tað er eisini gingið
upp fyri mær, at eg má nú læra meg
at liva uttan hann. Hetta er veruleikin,
sigur Sólva.
-Sorgin kemur í rykkum og síðan
hvørvur hon, forklárar Sólva. Og henni
Sólva og Henning í Turkalandi í feriu. Lítla móðurmerkið hómast aftanfyri oyrað. Tí ið myndin varð
tikin, vóru tey lukkuliga óvitandi um, at móðurmerkið skuldi vera banin á teirra eydnu
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Í DAG Í SKRIVANDI STUND, MIKUDAGIN 20 AUGUST, ER JÚST EITT ÁR LIGIÐ, SÍÐAN
NORÐMAÐURIN HENNING FUNDERUD, BÚSITANDI Á STRONDUM, ANDAÐIST
EINANS 57 ÁRA GAMAL EFTIR HANN SITA KONAN SÓLVÁ OG BØRNINI