hósdagur 21. august 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
8
VIKUSKIFTI
– Fólkini á skíðstaðnum hava ongantíð sæð kava og vita als ikki, hvussu
tey skulu bera seg at. Fyri fleiri teirra er tað næstan ein ómøgulig
uppgáva at skula læra at standa á skíð, og tí eisini ein stór avbjóðing fyri
meg. Soleiðis sigur 20 ára gamla Ester D. Kass, ið er útbúgvin skíðlærari.
Í summar arbeiddi hon á forkunnugum skíðstaði í Suðurafrika
samrøða
Orð: Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Húgvur, tjúkkar troyggjur, 10 kuldastig
og fjallasíður við nøkrum hundrað
fólkum á skíð.
Hetta er ikki júst tann myndin,
flestu okkara hava, tá hugsað verður
um Afrika, men í statinum Lesotho,
sum liggur í Suðurafrika, eru kuldi,
kavi og fólk á skíð eingin óvanlig sjón.
Lægsta punktið í fjallalandinum Les
otho er á umleið 1400 metrar, og tá vit
hava summar, er hávetur í Lesotho.
Afriski er eitt av bert tveimum skíð
støðum har á leiðini, og hvørt summar
halda fleiri túsund afrikanarar frí og
standa á skíð á tí heldur forkunnuga
skíðstaðnum. Hetta summarið hevur 20
ára gamla Ester D. Kass, sum uppruna
liga er úr Havn, men nú býr í Keyp
mannahavn, verið skílærari á Afriski
í Lesotho.
– Hetta hevur verið ein øðrvísi men
fantastisk uppliving at sleppa at royna
meg sum skíðlærara í Suðurafrika.
Stuttligt, men ógvuliga avbjóðandi,
sigur Ester D. Kass.
Tvey ár og á skíð
Fyri skjótt tveimum árum síðani bleiv
Ester D. Kass útbúgvin skíðlærari. Hetta
var eftir, at hon var liðug við miðnáms
skúlaútbúgvingina og ynskti at taka sær
av løttum í eina tíð.
– Onkursvegna var tað rættiliga
nærliggjandi fyri meg at gera okkurt í
skíðvinnuni, tí tað er ein vinna, sum eg
kenni hampiliga væl. Eg var einans tvey
ára gomul, tá eg stóð á skíð fyrstu ferð,
og líka síðani havi eg á hvørjum ári
staðið á skíð saman við familjuni. Mær
dámar tað ótrúliga væl og hugsaði, at
tað kundi verið ein upplagdur møgu
leiki at fáa mær eina útbúgving sum
skíðlærari, samstundis sum eg helt frí
frá tí veruliga skúlalívinum, greiðir Est
er D. Kass frá.
Gjøgnum felagið Blivskiinstruktør.
dk fór Ester D. Kass til Eysturríki í 2012,
har hon tók ymisk skeið, áðrenn hon
kundi fara til endaligu próvtøkurnar og
fáa skíðlæraraprógv.
– Próvtøkan er býtt í tríggjar partar.
Tú skal klára ein ástøðiligan part, skalt
vísa á hvørjum støði, tú sjálv ert á sum
skíðari, og eisini er neyðugt at tú dugir
nóg væl at læra frá tær fyri at klára
undirvísingarpartin. Og so er eisini
neyðugt, at tú klárar teg hampiliga væl
á týskum. Klárar tú allar hesar royndir
nar, fært tú skílæraraprógvið í hondina,
sigur Ester D. Kass, sum eftir at hava
fingið prógvið arbeiddi tvær sesongir á
skíðstøðunum Wagrain og Alpendorf,
eisini kallað St. Johann im pongau.
– Har vóru fyri tað mesta danskarar,
sum komu á skíðskúlan har, og tað var
rættiliga krevjandi, tí eg veit ikki, um
tað er serstakt fyri danskarar, men tá
teir hava goldið eina upphædd, vilja
teir eisini duga væl at standa á skíð,
tá tímarnir á skíðskúlanum eru lidnir.
Tað er ikki altíð líka lætt at læra fólk at
standa á skíð, so tíðin í Eysturríki var
góð men eisini til tíðir strævin, fortelur
Ester D. Kass.
Skíðlærari
í Afrika