hósdagur 21. august 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
9
Slapp til Afrika
Í fjør fór felagið blivskiinstruktør.dk
undir at senda skíðlærarar til privata
skíðstaðið Afriski í Lesotho, og í summ
ar, tá felagið sendi 10 skíðlærarar til
Afriski, fekk Ester D. Kass møguleikan
at fara við.
– Ein stóran part av summarinum
havi eg lært afrikanarar at standa á
skíð, og tað hevur verið nakað heilt ser
ligt, tí Afriski er heilt annarleiðis enn
tað, eg eri von við í Eysturríki. Tað er
eitt sokallað privatresort, og tískil er tað
ikki eitt stórt stað, sigur Ester D. Kass.
Á skíðstaðnum er pláss fyri 250 sovandi
gestum og vanliga eru eini 1000 vitjandi
gestir hvønn dag.
Av tí at talan er um eitt privat skíð
stað, er alt økið innhegnað, og fólk
skulu betala fyri at koma inn á økið.
– Teir afrikanararnir, sum koma á
Afriski, eru fyri tað mesta vælhavandi
fólk, tí tað er ikki heilt bíligt at brúka
økið. Tey flestu hava hoyrt um møgu
leikarnar at standa á skíð í Europa, men
tey hava ongantíð sjálvi sæð kava og
vita annars lítið og einki um at standa
á skíð, fortelur Ester D. Kass.
Hóast skíðstaðið liggur uppi í fjøll
unum, og tey eisini hava vetur har á
leiðini, gerst tað tó ongantíð nóg kalt
til, at heilt nógvur kavi legst.
– Tað merkir, at tey eisini brúka
eftirgjørdan kava fyri at tað skal vera
møguligt at brúka tær tríggjar skíð
brekkurnar, sum eru ætlaðar byrjarum,
blandað og so vandum, sigur Ester D.
Kass.
Aftur til Lesotho
Ester D. Kass vísir á, at umframt at
sjálvt skíðstaðið í Lesotho er øðrvísi
enn flest onnur skíðstøð, so er eisini
munur á at undirvísa europearum og
afrikanarum.
– Frálæran er fyri so vítt tann
sama sum aðrastaðni, men alt tekur
bara longri tíð, tí fólkini skulu venja
seg við at vera úti í kava og at brúka
útgerðina. Av tí sama haldi eg eisini,
at motorikkurin skal veruliga standa
sína roynd, tá tey skulu læra at
standa á skíð fyri fyrstu ferð, og tað
er avbjóðandi fyri ikki at siga trupult
fyri skíðlærararnar, sigur Ester D. Kass
og heldur fram:
– Ein annar munur á at undirvísa í
Eysturríki við danskarum og so afrik
anarum í Lesotho er, at afrikanarar
hava ein heilt annan hugburð ella øðr
vísi tilgongd til at læra nýggj ting – hó
ast teir hava goldið fyri frálæruna. Tey
eru ógvuliga glað og takksom fyri alla
hjálp, men tykist tað torført, so geva tey
skarvin yvir alt fyri eitt. Eg minnist, at
ofta kom helvtin av holdinum, eg und
irvísti, ikki aftur, tá vit høvdu havt tann
fyrsta steðgin. Tey søgdu við einum
stórum smíli ”hetta er simpilthen for
hart, og eg tími tað ikki”, og so fóru tey
heldur at seta seg við eini øl og veruliga
slappa av og halda feriu, sigur Ester D.
Kass, sum ikki einans arbeiddi við at
geva frálæru í skíð.
– Ein onnur uppgáva hjá okkum
skíðlærarum var eisini at standa fyri
einum parti av undirhaldinum á skíð
staðnum um kvøldarnar. Til dømis
høvdu vit serlig shows, har vit skuldu
standa á skíð við stórum faklum í
hondini og so framvegis. Tað var ótrú
liga stuttligt eisini at uppliva tað, sigur
Ester D. Kass.
Herfyri kom Ester D. Kass aftur til
Danmarkar, og í hesi vikuni er hon
byrjað at lesa búskaparfrøði á uni
versitetinum í Keypmannhavn. Hon
viðgongur tó, at kavi, kuldi og skíð í
Lesotho javnan er í huganum.
– Eg kundi avgjørt hugsað mær at
farið aftur til Afriski, men hinvegin so
er tað ikki heilt bíligt at ferðast hagar,
og tú ert eisini langt burturi frá fam
ilju og vinum, tá tú situr heilt niðri í
Suðurafrika. Afriski er tó eitt skíðstað í
stórari menning, og tí spæli eg mær við
tankan um, at møguliga at fara aftur til
Lesotho um nøkur fá ár. At geva frá
læru og ikki minst sjálv standa á skíð
í Suðurafrika er nakað heilt serligt, og
eg tími væl at uppliva tað aftur, sigur
Ester D. Kass.
Myndir: privatar
Teir flestu afrikanararnir hava hoyrt um
møguleikarnar at standa á skíð í Europa, men
teir hava ongantíð sjálvir sæð kava og vita
annars lítið og einki um at standa á skíð