hósdagur 21. august 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
10
VIKUSKIFTI
Summarið
og Jóhan Viderø Gunnarsson
Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Enda setningin...
Sól og hiti fáa meg...
...út at renna ein langan túr.
Yndisstaðið at halda frí er...
...í Føroyum (um veðrið er gott!)
Hetta summarið ætli eg mær...
...at halda mína venjingarstøðu við líka, fyrireika meg til komandi
lestrarár og slappa av fyri rest.
Tað er summar í Føroyum,
tá ið...
...næturnar eru ljósar.
Føroyska summarið...
...er eitt sindur ov kalt eftir mínum tykki.
Tá ið veðrið ikki er gott, plagi
eg at...
...hyggja eftir einari góðari seriu á Netflix.
Mær dámar best...
...tá veðrið er gott á ólavsøku.
Ein góðveðursdag eti eg...
...breyð við skerpikjøti úti í teirri føroysku náttúruni.
Stevnurnar í Føroyum...
...eru ikki nakað, ið eg gangi serliga høgt uppí.
Fyri meg verður hæddarpunktið
á summarinum...
...ólavsøkutíðin.
Mítt yndissummarhitt er...
...Santana við sanginum Maria Maria.
Besta summarferiuminnið er...
...summarferiurnar á Viðareiði sum smádrongur.
mynd: privat