Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 94 · 22. august 2014 11 skúlagongd Orð: Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Millum næmingarnar, sum mánadagin byrjaðu á HF-skeiðnum í Hoydølum, var 40 ára gamli Signar í Homr­um, ið føroyingar flest kenna sum tónleikara. Hann hevur ongantíð tikið miðnámsútbúgving, men hevur nú sett sær fyri at fáa hana og fara at lesa víð­ari eftir tað. – Eg mann ivaleyst verða elsti næmingur í Hoy­ døl­um í løtuni, men eg ivist ikki í, at tað fer at rigga at ganga í skúla saman við yngri fólki. Tað er eisini nakr­ir fyrimunir við at taka hesa útbúgving, tá mann er komin nakað upp í árini, heldur Signar í Homrum. Hann og 33 ára gamli Kristleif Zachariasen ganga í sama HF-flokki og fylgdust í skúla fyrsta dagin. – Eg segði við Kristleif, at øll fóru at halda okkum vera lærarar. Og soleiðis var eisini. Ein stuðul hjá ein­um næmingi kom yvir til okkum og spurdi, um vit vóru lærarar, tá vit vóru komnir í skúlan, greiðir Sign­ar frá. Fór í læru Sign­ar í Homrum tók eftir fólkaskúlan FHS á Hand­ ils­skúla og fór so í handilslæru í Kvettinum í Havn. Síð­ani hevur hann arbeitt ymsastaðni. Men tankin um at útbúgva seg meira er komin sníkjandi seinnu árini. – Eg havi í nøkur ár hugsað um at útbúgva meg meira, og konan hevur eisini sagt við meg, at eg skuldi gera álvara av tí. Í vár avgjørdi eg so at senda eina um­sókn til HF-skúlan, og eg avgjørdi samstundis, at slapp eg inn, so fór eg í skúla, sigur Signar. – Síðani eg fekk boðini um, at eg slapp inn á HF, havi eg í grundini glett meg og verið spentur upp á at byrja. Signar ætlar sær at taka HF upp á tvey ár, og hann hugs­ar um at fara at lesa víðari eftir tað. – Eg kannaði onkrar møguleikar fyri at fara und­ir lestur, men tað vísti seg, at eg mátti taka eina mið­ náms­út­búgving fyrst, og tað geri eg so nú, sigur hann. Avbjóðingarnar Tað hevur eisini onkrar avbjóðingar við sær at fara úr arbeiðslívi og aftur í skúla. – Eg skal fyrst og fremst venja meg við at hava eina tímatalvu at ganga eftir. Í skúlatíð kann eg ikki svara telefonini, og so má eg finna eina kaffiloysn. Eg plagi at drekka eina kannu av kaffi fyrrapart, og her eru ikki upplagdar umstøður til tað. Men tað kann eg ivaleyst loysa við einari termokannu, sigur Signar. Signar í Homrum er formaður í fótbóltsfelagnum EB/Streymi, men fram um tað mesta munnu fólk kenna hann sum tónleikara. Seinastu tvey árini hev­ ur hann av álvara havt undanvind sum solistur, og tón­leikurin fer ikki at líða undir skúlagongdini. – Tað passar væl at spæla tónleik, samstundis sum eg gangi í skúla, so tónleikinum haldi eg sjálvsagt fram við. Tað verða ivaleyst onkrar støður, har eg má taka atlit til skúlan, men tað taka vit so hvørt, sigur Sign­ar í Homrum. Signar aftur á skúlabonk – Eg skal fyrst og fremst venja meg við at hava eina tímatalvu at ganga eftir, sigur Signar í Homrum, sum í meira enn 20 ár hevur arbeitt og spælt tónleik. Nú er hann farin aftur í skúla Myndir: Martin S. Eidesgaard