hósdagur 21. august 2014síða 40
Tekstur á síðuni
nr. 94 · 22. august 2014
12
VIKUSKIFTI
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
SpurnarSíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
spurningar og svar
Flyting
Tú skalt melda flyting á Borger ser vice í
tilflytingar kommununi.
Tú
skalt
møta
persónliga og hava pass og skjalprógv fyri
títt føroyska P-tal við.
Bið um at fáa upplýst títt danska CPR.nr.,
tí tú skalt søkja SU, tá tú hev ur fingið títt
CPR.nr. skalt tú biðja um at fáa NemId.
Samstundis velur tú ein lækna og umleið
14 dagar seinni fært tú eitt Sundhedskort
sendandi, ið tú skalt brúka, tá tú fert til
lækna og tann lækna.
NemId
NemId er ein atgangskota til internetið,
ið ger tað sikkurt at senda persónligar
upplýsingar gjøg num netið. Fyrimunurin
er, at tú hevur eitt loyniorð og eitt lyklakort,
sum kann nýtast til samskifti við al mennar
myndugleikar t.d. Skat, søkja SU, e-boks og
fyritøkur t.d. net bankar í Danmark. Fyri at
fáa NemId skalt tú hava eitt danskt CPR.nr.
SU
Søk um SU undir minSU á heimasíðuni hjá
Statens Ud dannelse s støtte www.su.dk – rita
inn við NemId.
Um tú ikki hevur nakran bústað at melda
til og tí onki CPR.nr. hevur, skalt tú senda
ein teldupost til su@uds.dk – Undir evni
skrivar tú, at tú ert føroyingur uttan CPR.
nr., tú skalt upplýsa útbúgving og út búgv-
ingarstovn, so sendir SU neyðuga tilfarið til
tín, so tú kanst søkja SU.
Um tú hevur spuningar við víkj andi hes-
um, ring (+45) 72 31 79 30. Minst til, at tú ikki
kanst søkja um SU við aftur virkandi kraft, tí
er tað umráðandi, at tú søkir skjótast gjørligt.
Skattur
Tú skalt fyribils skattaskráseta teg hjá Skat –
upplýsa hvørjar inntøkur tú væntar at hava
í árinum.
Tú kanst gera tað umvegis heima síðu na
hjá SKAT www.skat.dk - ella ringja á telefon
(+45) 72 22 18 18 Tað ber eisini til at skriva til
Skat (adressur á Skattacentrinum finn ur
tú á heimasíðuni hjá Skat - www.skat.dk.
Persónlig viðtala er bert eftir avtalu.)
Um tú ikki skattaskrásetir teg trekkir SU
55 % í skatt.
Heimasíður
Á www.borger.dk finnur tú upplýsingar
um nærum øll viðurskifti og á heimasíðini
hjá Ráðgevingini finnur tú nógvar hentar
upplýsingar.
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. (+45) 33 23 99 80
www.radgevingin.dk
radgevingin@radgevingin.dk
Spurningur 1
Eru tøk pláss at søkja nú í august?
Vinarliga
Seinur
Svar:
Góði Seinur,
Flestu útbúgvingar í Norðurlondum og Stóra Bretlandi geva
ungfólki møguleikan at søkja um at sleppa inn á tøku plássini,
tá uppgerðin yvir tey, sum hava søkt inn ”rættstundis”, er
gjørd.
Tøk pláss í londunum rundan um okkum
Í Danmark: ufm.dk
Í Noregi: www.samordnaopptak.no/info
Í Svøríki: www.antagning.se/se/start vel “Fler sökalternativ”.
Í Stóra Bretlandi: http://www.ucas.com/how-it-all-works/
undergraduate/results/if-you-have-no-offers
Vinarliga Bjørg & Holger
Spurningur 2
Hvussu er við hernaðarskyldu tá mann flytir til Danmarkar?
Vinarliga Jens.
Svar
Góði Jens
Sambært Værnepligtsloven § 1 stk. 3 (lovbekendtgørelse nr.
225 af 13. marts 2006) kunnu føroyingar søkja um undantøku
frá hernaðarskyldu.
Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at
have haft ophold der i mindst 10 år, kan af forsvarsministeren
eller den myndighed forsvars- ministeren bemyndiger til det,
fritages for værne- pligt. Ansøgning om fritagelse skal afgives
senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg
om at møde til Forsvarets Dag, jf. § 13, stk. 2.
Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fært tú eitt
bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Her verður upplýst um
møguleikan fyri undantøku, og umsóknarblað er hjálagt.
Um tú hevur fingið útsett hernaðartænastuna eftir
teimum gomlu reglunum, fært tú í flestu førum upplýsing
um møguleika fyri undantøku.
Um tú verður innkallaður til Forsvarets dag, fylgir ein
faldari við, har greitt verður frá møguleika fyri undantøku.
Tú skalt skjalprógva, at tú hevur búð í minsta lagi 10 ár í
Føroyum. Tú kanst venda tær til Landsfólkayvirlitið og fáa
útskrift av bústaðarskrásetingini.
Nærri upplýsningar eru at finna á heimasíðuni:
www.forsvaretsuddannelser.dk
Umsóknarblaðið "Ansøgningsskema om fritagelse for
værnepligt i Danmark (Færøerne)” finnur tú við at trýsta
á leinkið: http://www2.forsvaret.dk/temaer/vaernepligt/
downloadskemaer/Pages/default.aspx
Umsóknin skal sendast til:
Forsvarets Rekruttering (PF7)
Jonstrupvej 240, Postboks 145
2750 Ballerup
Vinarliga Bjørg & Holger
Yvirlit í samband við flYting til danmarkar