Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 123 - 30. juni 2000 Á Varmakeldu gevur Fugl- afjarðar gentukór fløgu út. Hetta er brot úr tveimum konsertum onnur frá 1986 og onnur frá 1996. Tann fyrra er tikin upp av Ís- lendska Ríkisútvarpinum í Langholtskirkju í Reykjavík fyrts í juli 1986, og tann seinra er tikin upp í Fugla- fjarðar kirkju 4. August 1996. Hetta var beint áðrenn kórið fór á konsertferð til Østerdalen í Noregi hetta árið. Tað eru 10 ár runnin mill- um hesar upptøkur, og so- statt er hópurin ikki tann sami. Kórið hevur nú 20 ár á baki og hava einar 150 gentur sungið við í hesum kóri. 1984 kom band út við kórinum og nú er so fløga komin á marknaðin. Hon fæst til keyps í sølubúðu- num á Varmakeldu í Fugla- firði og frá Tutl í Tórshavn. Tað er plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út. Kórleiðari er Frits Jo- hannesen, klaver spæla Eyðun á Lakjuni, Jógvan á Lakjuni, Godtfred Joensen og Heðin kambsdal orgul. Fuglafjarðar gentu- kór gevur fløgu út Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Tað einasta ið bar til Nógv útgreiningararbeiði var gjørt í samband við fullveldisætlanina. Nógvar kreftir, onkur vil meina í so nógvar, vóru nýttar til at skriva Hvítubók. Í dag kunnu vit so hyggja at og kanska seta spurningar við, hvussu væl hesar útgrein- ingarnar hava hylnast. Ein niðurstøða í Hvítubók var millum annað, at tað fór neyvan at bera til at fáa økt sjálvstýri undir núverandi grundlóg. Eitt nú Javnaðarupp- skotið var tí ikki nógv viðgjørt í Hvítubók. Tað er eingin loyna, at fullveldisætlanin, sum hon sær út í dag, er nærum meinlík fullveldisætlanini, ið frammanundan var gjøgnumhugsað av eitt nú Tjóðveldisflokkinum og kanska serliga hevur verið myndað av Høgna Hoydal. Var gjøgnum- gongdin í Hvítubók nóg kritisk? Var arbeiðs- setningurin ov smalur? Vit kunnu undir øllum umstøðum staðfesta, at fullveldi við langari skiftistíð ikki ber til. Vit kunnu eisini staðfesta, at danska stjórnin tykist vera sinnað til at tosa um eina skipan, ið tryggjar meira sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Var hettar ikki júst tað, ið Hvítabók segði ikki bar til? Tað tykist sum um, at tað einasta, ið bar til, ikki ber til, meðan tað, ið ikki bar til, væl ber til. Eitt er, at politiskir flokkar og politikarar ganga og postulera alt møguligt um, hvat ber til og ikki, men um embætisverkið hevur skotið langt við síðunar í sínari fakligu politiskt óheftu ráð- geving, so stendur illa til. Vit hava her á hesum stað ávarað móti, at um- sitingin verður ov aktivt innblandað í politiskar verkætlanir og eitt nú faldarar, ið hava verið sendir í hvørt hús. Tað er sjálvsagt uppá sítt pláss, at umsitingin gevur óhefta fakliga ráð- geving til landstýrið, men ansast má eftir, at umsitingin ikki gerst ov ágrytin soleiðis at skilja, at hon fer um tað ikki altíð so vældefineraða markið millum politikk og embætisførslu. Spurningurin er, um ikki tað er tíð at gera eina lítla eftirmeting av tí arbeiðnum, ið var gjørt uppundir samráðingarnar við donsku stjórnina. Var Føroya Landstýri nóg væl fyrireikað, og var ráðgevingin og ikki minst kunningin til borg- arnar nóg góð? Onkur kritisk rødd var frammi í samband við framløguna av Hvítubók, men varð tipt við, at Høgni Hoydal almannakunngjørdi framløguprísin hjá viðkomandi. Spurningurin er, um niðurstøðan at illa ber til at fáa víðkað sjálvstýri undir núverandi grundlóg er ein nið- urstøða, ið øll serfrøðin herundir alt embætis- verkið kann standa aftanfyri á einum objektivt fakligum grundarlagi. Eitt er at útgeva eitt verk sum Hvítubók við tilfari og tonkum frá nógvum uttan iva sera gløggum og dugnaligum fólkum. Eitt annað er, hvussu hon er ritstjórnað, og hvør leggur fram. Tað hevði verið áhugavert at vitað, um nakað var skorið burtur úr upprunatilfarinum ella hvussu tað var stytt. Eisini hevði verið áhugavert at vitað, hvussu eitt nú einstakir serfrøðingar verða útvaldir burturúr mongum til at standa í fremstu røð og leggja fram, og kanska enntá tulka, tilfar úr útgreiningararbeiðnum, ið gjørt var til fullveldisætlanina. Vónandi verður alt endurskoðað fyri at vita, um nakar læripeningur er at vinna burturúr øllum tí, ið er farið fram. EIRIKUR LINDENSKOV Mikudagin setti Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið Eyðgunn Samuelsen í Klaksvík starv sum deild- arstjóra í Vinnu- og Mið- námsskúladeildini frá 14. august at rokna. Eyðgunn Sameulsen tók prógv sum cand. mag í søgu og samfelagsfrøði á Ros- kilde Universitetscenter í 1992. Hon hevur starvast sum deildarleiðari á HT-deildini í Tekniska skúla í Klaksvík síðani 1993 og annars sum lærari síðani 1987. Eyðgunn Samuelsen hev- ur eisini luttikið á skeiðum innan sítt virkisøkið, og hon umboðar Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið góði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Svend Vilhelmsen doyði og varð jarðaður. Takk til heimahjálparar og heimasjúkrasyst- rar, sum vóru um hann tað seinasta hálva árið. Takk til starvsfólkið á Miðstovu og leiðara á Lágargarði fyri hjálp og stuðul. Takk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð í sambandi við jarðarferðina, og til sangarar, organistar, berarar og onnur fyri alla hjálp. Øllum tykkum, sum fylgdu honum til sein- asta hvílarstað hansara og sum við blómum, kransum, bakstri og á annan hátt vístu okkum heiður og hjálpsemi, takka vit hjartaliga. Fyri tey avvarðandi Ady, Ninna & Kaj Eyðgunn deildsarstjóri Eyðgunn Samuelsen er sett í starv sum deild- arstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum Mál viðv. ferðsluviðurskiftunum á Hvítanesvegnum Í sambandi við at borgarar á Hvítanesi hava víst á tey ótryggu ferðsluviðurskiftini hjá m.ø. skúlabørnum, ið ferðast dagliga á strekkin- um millum Hvítanes og Vegin Langa, hevur oman- fyrinevnda mál verið til við- gerðar hjá Tórshavnar kommunu. Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hev- ur saman við umboðum frá landsverkfrøðinginum lýst málið fyri teknisku nevnd og hvítanesnevndini, og eru uppskot gjørd, ið betra um ferðslutrygdina á nevnda strekki, og kostnaðarætlanir fyri umleið 1,5 mió. kr. fyri íløgurnar eru gjørdar. Við tað at talan er um trygdarábøtur á øki um og við landsveg, er fyrispurn- ingur settur landsverkfrøð- inginum um nær farast kann undir arbeiðið, og hevur bý- ráðið fingið upplýst, at rað- festingin í íløguætlanini hjá stovninum fyri nevnda ar- beiði ikki er høgt í metum, og tí heitir býráðið á løg- tingsumboðini fyri suður- streym at gera sína ávirkan, soleiðis at neyðugur pen- ingur verður settur av til endamálið sum skjótast. Einsljóðandi skriv er eis- ini sent hinum løgtings- umboðunum fyri suður- streymoy. Vinarliga, k.v. Leivur Hansen, býráðsformaður Jens M. Poulsen, kommunustjóri Viðmerking: Hvar er Flekk? Fyrsta teknmálsbók á før- oyskum? Hvar er Flekk?, sum Før- oya Skúlabókagrunnur nú hevur givið út, er prentað á tveimum málum: føroysk- um og teknmáli. Tey bæði málini hava ikki somu mál- lærureglur, t.d. ikki sama orðarað, og tá ið teknmál verður talað, verða munn- rørslur eisini gjørdar. Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin: Hvar er Flekk, sum kom út í før- oyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so Føroya Skúla- bókagrunnur givið hana út aftur í somu týðing umframt teknmálstýðingina. Flekkbøkurnar eru so- nevndar klaffabøkur. Á vinstru síðu stendur einhvør spurningur, og á høgru síðu er ein lúka ella hurð at lata upp og vita, hvat ið svarið er til spurningin. Føroysku teknmálstýð- ingina hevur Edny Poulsen, lærari og deyvatolkur, stað- ið fyri. Bókin, sum kostar 75,- kr., er innbundin í stíva permu og er tískil sera slit- sterk. Veljararnir vraka oljuútspælið Stórur partur av føroysku veljarunum heldur tað vera skeivt av landsstýri- num at nýta oljuna sum trumf fyri longri búskaparligari skiftistíð JOHN JOHANNESSEN Fýra út av hvørjum fimm føroyingum halda tað vera skeivt av landsstýrinum at bjóða donsku stjórnini møguligt ríkidømi úr und- irgrundini sum veð fyri at leingja búskaparligu skift- istíðina. Hetta vísir nýggja veljara- kanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sjónvarpið og Sosialin. Kanningin vísir, at heili 79 prosent av teimum spurdu halda, at landsstýrið bar seg skeivt at, tá tað á seinasta samráðingarfund- inum við donsku stjórnina um føroyskt fullveldi kom við nýggja útspælinum. Einans 12 prosent halda, at landsstýrið gjørdi beint, meðan 9 prosent ikki hava tikið nakra beinleiðis støðu til hendan spurningin. Hava misfatað málið Høgni Hoydal, landsstýris- maður í sjálvstýrismálum, heldur, at hesi tølini vísa, at fólk ikki rættuliga hava fat- að, hvat hendi á samráðing- arfundinum 15. juni. – Fólk hava bert lurtað eftir tí, sum andstøðan hev- ur ført fram um oljuútspæl- ið, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin vísir á, at tað, sum oljuútspælið í veruleikanum snýr seg um er, at nakrar avtalur millum Føroyar og Danmark frá 1992 og 1993, tá Føroyar tóku yvir ræði á føroysku undirgrundini, verða stað- festar enn einaferð. Hesar avtalur snúgva seg í stuttum um, at tað ikki er rættvíst, at Føroyar fram- haldandi fáa stuðul úr Dan- mark, um vit fáa stórar inn- tøkur frá eini møguligari oljuvinnu. 11 ár skulu rindast aftur Landsstýrið skeyt á seinasta samráðingarfundinum upp, at skiftistíðin skal vera fimtan ár. Men, at møgu- ligar inntøkur frá eini olju- vinnu skulu mótroknast stuðulinum, veittur verður eftir tey fyrstu fýra árini. Hetta merkir, at vit fáa blokkstuðul úr Danmark í fýra ár, eftir at Føroyar eru vorðnar fullveldisríki. Men stuðulin fyri tey ellivu árini, sum eftir eru av skiftistíðini, skulu vit rinda dønum aftur, finna vit olju. Rættvíst móti dønum Høgni Hoydal heldur tað vera rímiligt mótvegis døn- um, at vit mótrokna oljuna í skiftistíðini. Hann heldur tað eisini hava týdning, at vit ikki fáa eina krónu ov nógv úr Danmark, og hesa fatan heldur hann seg deila við ein stóran part av før- oyska fólkinum. Somuleiðis vísir lands- stýrismaðurin á, at tað er lít- ið sannlíkt, at danska stjórn- in fer at gera nakra avtalu við Føroyar, uttan at oljan á ein ella annan hátt er drigin upp í. Harafturat ger Høgni Hoydal greitt, at tað bert kostar Føroyum umleið fýra milliardir krónur at mót- rokna oljuna fyri hesi ellivu árini. Og hetta heldur hann vera lítið, tá talan er um oljuinntøkur. Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá løg- manni til úrslitið. Samd við andstøðuni Hetta úrslitið av veljara- kanningini sýnir heilt greitt, at veljarin er samdur við andstøðuni, tá tað um olju- útspælið ræður. Formenninir í teimum báðum stóru andstøðu- flokkunum, Jóannes Eides- gaard úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, søgdu nevniliga beinan vegin, tá tíðindini bórust um oljuút- spælið, at hetta var púra burturvið. Andstøðan metir hetta vera at selja burtur av arva- silvurinum hjá komandi ættarliðum. – Hetta kann sammetast við at spæla í V4 og vóna at fáa stóra vinningin, sigur Jóannes Eidesgaard. Skeivt við triðja parti Føroyski veljarin tekur ikki undir við ætlan landsstýrisins um at fáa ST ella annan triðja part upp í fullveldissamráðingarnar JOHN JOHANNESSEN Heili 66 prosent av føroysku veljarunum halda tað vera skeivt av landsstýrinum at draga ein triðja part upp í ríkisrættarligu samráðingarnar við danir. Hetta sýnir eitt av úrslitunum í nýggjastu veljarakanningini hjá Fynd. Av teimum 891 fólkunum, kanningin fevnir um, eru tað 592 fólk, sum halda tað vera skeivt at draga ST ella annan óheftan part inn í samráðingarnar. Talið av teimum, ið eru samd við landsstýrinum á hesum øki- num, er einans 168, og er hetta tað sama sum 19 prosent. Tey, ið onga støðu hava til hendan spurningin, telja 131, og er hetta tað sama sum 15 pro- sent. Høgni Hoydal, landsstýris- maður í sjálvstýrismálum, hevur verið ein tann heitasti talsmað- urin fyri at fáa ST upp í sam- ráðingarnar, og tað er hann framvegis. Men Høgni Hoydal skilir væl úrslitið av kanningini. Hann heldur, at fólk eru ímóti at fáa triðja part upp í samráðingarnar, tí tey halda halda hetta vera ov langt úti. Tey halda hetta vera eitt ov stórt stig at taka. – Veljarin ynskir, at partarnir skulu tosa saman sum vaksin fólk í staðin fyri at bera seg at sum nú. Og tað er væl skiljandi, at fólk meina, at hetta eiga vit at klára, uttan at ST kemur upp í leikin, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum heldur annars, at tað er ógjørligt at fáa triðja part upp í samráðingarnar, so leingi danska stjórnin sýtir fyri hesum. Danska stjórnin hevur nevniliga allan fólkaræðisligan avgerar- rætt í Føroyum, undir verandi skipan, sigur hann. 79% av veljarunum halda, sambært seinastu kanningini, at tað er skeivt av landsstýrinum at fíggja fullveldi við møguligum oljuinntøkum