Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 123 - 30. juni 2000 Nr. 123 - 30. juni 2000 Jenis av Rana er við at missa tolið Hendir onki í fullveldismálinum heilt tíðliga í heyst, fer hann at leggja uppskot fyri tingið um at halda fólkaatkvøðu um fullveldi, og hon skal vera sum skjótast ÁKI BERTHOLDSEN –Nú kunnu vit ikki bíða longur. Tí má fullveldismál- ið avgreiðast, ongantíð ov skjótt. Jenis av Rana, løgtings- limur fyri Miðflokkin og limur í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum er við at missa tolið við fullveldis- málinum. Hann sigur at fullveldis- málið hevur køvt alt annað samfelagskjak og alla aðra politiska viðgerð í Føroyum nú í tvey ár. – Hesi seinastu árini er øll politiskt og fyristingarlig orka brúkt upp á fullveldið ímeðan øll hini samfelags- málini lítla og onga viðgerð hava fingið og tað kann ikki halda fram. – Nú má fullveldismálið avgreiðast ongantíð ov skjótt, so at vit sleppa víðari at loysa øll hini málini, sum liggja á láni, sigur løgtings- maðurin fyri Miðflokkin. Uppskot fyri tingið Jenis av Rana sigur, at hend- ir onki í fullveldismálinum nú, fer hann sjálvur at gera sítt til, at tað kann vera avgreitt ongantíð ov skjótt. Tí ger hann nú púra greitt, at hendir ikki eitt avgerð- andi frambrot í fullveldis- málinum heilt tíðliga í heyst, fer hann at leggja uppskot fyri tingið um at halda fólkaatkvøðu um før- oyskt sjálvstýrið. Og hendan fólkaatkvøðan skal vera sum skjótast, held- ur hann. Hann heldur, at løgmaður hevur eina løgna støðu, tá ið hann sigur, at málið verð- ur ikki lagt fyri fólkið, fyrr- enn vissa fæst fyri, at tað verður samtykt. – Hetta er sami taktikkur, sum ES viðhaldsfólk í Dan- mark brúka. Vænta tey sær ikki undirtøku, bíða tey bara til veljarakanningar vísa, at rákið vendir og so leggja tey málini til fólkaatkvøðu. – Men einaferð má løg- maður verða mannfólk nokk til at siga við Føroya fólk, at hetta er úrlitið vit komu til, takið nú tit støðu. – Fellur málið er ein nýggj støða og so arbeiða vit víðari útfrá tí. Vit koma ikki víðari Og tað skilst á Jenisi av Rana, at hann er at kalla fullvísur í, at fullveldismál- ið kemur ikki longri, enn tað er komið nú. Hann heldur, at á seinasta fundinum í Keypmanna- havn varð nógv greidd, sum kanska ikki varð so greitt frammanundan Hann heldur at tað týdn- ingarmesta málið at loysa, er júst skiftistíðin. –Men har mugu vit á- sanna, at vit koma ikki longri. Tað hava nú verið tríggir samráðingarfundir og teir hava víst, at danska stjórnin er ikki at vika í hesum máli. Jenis av Rana sigur, at tí er bara eftir hjá føroying- um at at sláa seg til tols við, at skiftistíðin verður ikki longri enn fýra ár. – Og so er onki at gera, uttan at leggja vit fullveld- ismálið fyri fólkið at taka støðu til útfrá, tí nú eru sam- ráðingarmøguleikarnir á politiskum stigi, uppi. Hann heldur øll hini við- urskiftini ímillum Føroyar og Danmark eru ikki trupl- ari at loysa enn so, enn at tey hoyra heima á embætis- mannastigi, tí tað eru í veru- leikanum smálutir. – Bæði spurningurin um heilsumál, útbúgvingarmál og annað, eru mál, sum em- bætismenn hjá báðum lond- um fáa loyst við samráð- ingum. – Eg haldi eisini, at danir hava týðiliga boðað frá, at teir eru sinnaðir at sam- starva við føroyingar á øll- um hesum økjunum, hóast vit taka fullveldið Fullvísur fullveldismaður Sjálvur ivast hann ikki í, at atkvøða „ja“ fyri fullveld- inum, tá ið málið verður lagt til fólkaatkvøðu, hóast skift- istíðin bara verður fýra ár. – Eg ivist onga løtu í, at vit klára okkum sjálvi, hóast vit bara hava eina skiftistíð upp á fýra ár. Men hann leggur dent á, at hetta er hansara egna støða. – Hvat vit fara at mæla veljarunum hjá Miðflokk- inum til, vita vit ikki enn. – Tann spurningurin skal viðgerðast í flokkinum, tá ið eitt samráðingarúrslit fyriliggur. – Sjálvandi fari eg at verða trúgvur ímóti teirri avgerðini. – Men tað er ongin ivi um, hvar mín krossur verð- ur settur. Blokkurin vekk undir øllum umstøðum Jenis av Rana sigur, at hartil kemur, at danski forsætis- ráðharrin, Poul Nyrup Ras- mussen boðaði greitt og týðiliga frá á tíðindafund- inum eftir samráðingarnar tann 15. juni, at danska rík- isveitingin til Føroyar fer at verða skerd undir øllum umstøðum, um livistøðið í Føroyum fer uppum tað danska. Longu nú er livistøðið í Føroyum farið upp um livi- støðið á Bornholm og á Storestrøms Amt. – Sostatt endurtók hann tað, sum danski fíggjar- málaráðharrin, Mogens Lykketoft, hevði gjørt før- oysku samráðingarnevndini greitt á sjálvum findinum. —Aftaná hava so aðrir roynt at taka orðini aftur, men tað skerst ikki burtur, at danska stjórnin metti fíggjarligu støðuna í Før- oyum so, at blokkurin fer at minka undir øllum um- støðum. Stendur so valið hjá før- oyingum í veruleikanum í- millum eitt fullveldi við ong- um blokki, ella eitt heima- stýri við ongum blokki? –Í hvussu so er eitt heimastýri við, sum ikki fær tann blokkin, sum tað fær í dag. Hann kann skjótt hvørva, leggur Jenis av Rana afturat. Beinleiðis samráðingar ímillum Føroyar og NATO um herstøðina –Tað er ongin orsøk til, at Danir skulu fáa fíggjarligan vinning burtur- úr at NATO hevur støð í Føroyum. Tann peningin skulu vit sjálvir hava, sigur Jenis av Rana ÁKI BERTHOLDSEN –Føroyingar skulu taka upp beinleiðis samband um Føroyar taka sjálvstýri og um teir tá ætla at verða verandi. –Tað er pínliga greitt, at vit koma ikki longur í sam- ráðingum við danir, tí teirra støða er greið. Og tí eiga vit venda okkum beinleiðis við NATO. Jenis av Rana sigur, at vit mugu ikki gloyma, at tað er í Føroyum at herstøðirnar eru. Sjálvur ivast hann ikki í, at júst spurningurin um her- støðirnar verður eitt avgerð- andi spurningur á fólkaat- kvøðuni, sum verður um fullveldi. Sjálvur ivast hann nevni- liga ikki í, at støðin í Før- oyum eru ein fíggjarligur spurningur. Og vil NATO avgjørt hava støðirnar í Før- oyum, so er tað ongin orsøk við NATO. Tað heldur í hvussu so er Jenis av Rana, løgtingsmað- ur fyri Miðflokkin og limur í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Hann dugir tískil ikki at síggja meiningina við at Landsstýrið blívur við at gera herstøðirnar í Føroyum til eitt mál í fullveldissam- ráðingunum við danir. –Danska stjórnin noktar at tosa um herstøðirnar. Og hví skulu vit plága teir við einum máli, sum teir ikki vilja tosa um, spyr Jenis av Rana. Hann heldur, at ístaðin er tað so sjálvsagt, at føroy- ingar sjálvir venda sær bein- leiðis til NATO og spyrja verjufelagsskapin, hvat ætl- anin er við herstøðunum í Føroyum og hvat teir ætla, til at danski staturin fer við tí fíggjarliga vinning- inum, tí hann skulu vit hava sjálvir. Tó minnir hann eisini á, at Løgtingið hevur tríggjar ferðir samtykt, at herstøðirnar skulu ikki vera í Føroyum og at tann fólkaviljin skal eisini virðast. Men hartil vísir hann eisini á, at sjálvurt ivast hann ikki í, at NATO støðin hevur alstóran hernaðarligan týdning. – Alt annað er barnslig hugsan. Skjótt hava vit ein felags Evropaher, so tað trongist samanum hjá russarum allastaðni. Og skjótt hava teir ongan annan veg út í Atlantshav, uttan norðaneftir, beint framvið Føroyum. –Føroyski fólkaviljin er, at NATO skal úr Føroyum. Men skal herstøðin verða her, skulu vit hava vinningin –Tað er næstan pínligt at landsstýrið blívur við at biðja danir um samráðingar um fullveldi, tí nú koma vit ikki longur, sigur Jenis av Rana. Dia Midjord Hóast ta› hevur gingi› væl hjá Tórshavnar kommunu í nøkur ár, so ávarar b‡rá›s- forma›urin ímóti vælfer›- ini. – Vit mugu ikki gloyma, at Tórshavnar kommuna vi› árslok framvegis hevur einar 300 skuldarmilliónir. Ta› gongur rætta vegin, men enn eru vit ikki sloppin úr trupulleikunum, sigur Leivur Hansen, b‡rá›sfor- ma›ur í Havn. Vit skulu óiva› langt aftur í tí›ina, kanska til áttatiár- ini, at finna ein roknskap, har skuldin hjá kommununi er lægri enn inntøkan frá skatti. Vi› árslok er skuldin einar 300 milliónir og skattainntøkan einar 340 milliónir krónur. 30 mió. aftrat Tølini í ársroknskapinum hjá Tórshavnar kommunu fyri farna ár vísa eisini, at ta› stendur rættiliga væl til. Kommunan fekk 25 milli- ónir meir inn í persónskatti og 5 milliónir meir í parta- felagsskatti. 31. desember 1995 hev›i kommunan gó›ar 6 millión- ir í tøkum peningi at brúka. Gjaldføri›, i› hetta ver›ur kalla›, liggur í dag um 100 milliónir krónur. Í mars brúkti kommunan 50 milliónir av hesum at gjalda ni›ur eitt eykagjald av lániskuldini. Kunnu standa ímóti – Okkara meining er, at ein kommuna av slíkari stødd, eigur at hava einar 30-40 milliónir í kassanum at standa ímóti vi›, um okk- urt óvænta› og átrokandi tekur seg upp, sigur b‡rá›s- forma›urin. Nógvur byggiaktivitetur er at síggja ymsasta›ni í Havnini. Eru tit longu farnir at dansa um gullkálvin? – Nei, ta› eru vit ikki. Alt, sum er í gongd, eru arbei›i, har peningur er settur av á fíggjarlógini, sigur b‡rá›s- forma›urin. Tá tit hava so stórt avlop, hví byggja tit ikki eina risastóran barnagar› til eini 200 børn? – Ta› er ikki so einfalt at fáa bilbukt vi› ansingar- tørvin. Vit hava seinastu f‡ra árini útvega› 380 n‡ggj pláss, men hetta er tíverri ikki nokk. Tørvurin er so ó- metaliga stórur, sigur Leivur Hansen. Ikki rætta tí›in Ta› skurrar í oyrunum hjá b‡rá›sformanninum, tá vit nevna skattalætta. Hann heldur ikki, at hetta er rætta tí›in. – Vit hava 300 milliónir í skuld og hetta skal helst burtur, á›renn vit geva skattalætta, sigur hann. – Ta› er ikki serliga hepp- i› at seta skattin ni›ur og so seinni finna útav, at hetta ikki ber seg. Seta vit skattin ni›ur, so ver›ur ta› ikki broytt vi› bræ›i. Leivur Hansen vísir eisini á, at skattalætti í Havn, kann hava negativar fylgjur. – Fólk í bygdum har skatt- aprosenti› er høgt, ynskja kanska at flyta til høvu›s- sta›in. Fáa vit tilflytarar at hesu ávum, mugu vit út- byggja skúlar og barnagar›- ar. Og hetta klárar neyvan eitt so lágt skattaprosent, sigur b‡rá›sforma›urin. Leivur ræ›ist lánipening – Vit mugu ikki brúka meir, enn vit fáa inn í kassan, sigur b‡rá›sforma›urin og sipar til áttatiárini, tá kommunan lænti pening til íløgur B‡rá›sforma›urin veit væl, at ta› gongur væl hjá Tórshavnar kommunu, men vísir á, at kommunan framvegis hevur 300 mió. krónur í skuld at dragast vi› Dia Midjord Fyri kortum keypti Føroya Fiskasøla smápartafelagi› H. D. Bókhald, i› eigur 25 prosent ella ein fjór›ing av partapeninginum í saltfiska- virkinum Va›horn Seafood á Strondum. Árni Arge, fíggjarstjóri á Føroya Fiskasølu, sigur, at Fiskasølan er áhuga› í sjálv- um saltfiskakonseptinum hjá Va›horn. Hann vísir á, at umframt at hava eitt væl rik- i› virki og eina dygdarvøru, so eigur felagi› eisini part í tveimum skipum. – Ta› er trupult at fáa fat- ur á fiski í dag, og tí vilja vit gjarna kn‡ta okkum tættari at nøkrum virkjum, sigur Árni Arge. – Ta› kemur ikki upp á tal, at Fiskasølan fer í holt vi› framlei›slu, tí tann førleikan hava vit ikki. Men fyri at tryggja ney›ugu rá- vøruna í framtí›ini, hava vit víst framlei›slu- og vei›i- li›num størri áhuga, sigur hann. Eigarin nøgdur? Hóast Fiskasølan og Fiska- virking hava sama eigara, ver›ur líti› gjørt vi› sam- starv millum partarnar. Fyri nøkrum árum sí›an seldi Fiskasølan meir enn 60 pro- sent av framlei›sluni hjá Fiskavirking, men sølan er nærum minka› burtur í einki í dag. Fyri at tryggja sær rávøru í framtí›ini, hevur Fiskasøl- an so leita› sær n‡ggjar lei›ir. Ta› virkar kortini løg- i›, at Fiskasølan er noydd at fara inn á øki› hjá systurfel- agnum Fiskavirking. Og hetta kann neyvan vera ta› mest gevandi fyri eigaran Framtaksgrunnin. Fiskasølan keypt part av Va›horn Kappingin um ráfiskin har›nar meir og meir. Føroya Fiskasølu, i› higartil bert hevur selt fisk, er nú farin at vísa framlei›sluni og vei›ili›num størri áhuga støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 26 VIKA 26 1 American Pie 1 American Pie 2 Blue Str 2 Blue Streak eak 3 007 - 3 007 - The W The World is Not Enough orld is Not Enough 4 The Haunting 4 The Haunting 5 Mickey Blue Eyes 5 Mickey Blue Eyes 6 6 Fight Club Fight Club 7 Instinct 7 Instinct 8 End of Days 8 End of Days 9 T 9 Teaching Mrs. T eaching Mrs. Tingle ingle 10 The Ninth Gate 10 The Ninth Gate p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Blue Streak The Haunting