fríggjadagur 30. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 123 - 30. juni 2000
Nr. 123 - 30. juni 2000
Hjúnini Eiler og Hergerð Samuelsen hava
rikið bakarí í Klaksvík í nógv ár, men nú
gevast tey.
Bakaríið, sum liggur í Nólsoyar Páls-
gøtu, skal framyvir rekast av einum øðr-
um bakara í Klaksvík, Símun Akursmørk,
sum frammanundan hevur bakaríið Hjá
Símun.
EYÐUN KLAKSTEIN
Klaksvíkingar fáa í næstu
viku nýggjan fotohandil.
Handilin letur upp í hølum
á Klaksvíksvegnum, og
hevur fingið navn eftir
donsku ketuni, sum hann
samstarvar við, Photo Care.
Brøðurnir Finn og Jógvan
Johannesen royna í hesum
døgum at fáa alt upp á pláss,
so handilin kann lata upp.
Ætlanin var, at handilin
skuldi lata upp í hesi vikuni,
men teir bíða eftir einum
luti til eina maskinu, og so
leingi teir ikki kunnu brúka
allar maskinurnar, vilja teir
ikki lata handilin upp.
–8Vit ætla at leggja okk-
um eftir at veita kunduum
eina góða tænastu, sigur
Finn Johannesen.
Nýggjur fotohandil í Klaksvík
Í komandi viku letur ein nýggjur
fotohandil upp í Klaksvík. Handil
samstarvar við donsku ketuna
PhotoCare
PhotoCare fer at selja
fototól, filmar og alt annað,
sum hoyrir heima í eini
fotohandli. Handilin fer
eisini at framkalla filmar
fyri fólk, og millum tæn-
asturnar er eisini tann van-
liga tímatænastan fyri fram-
kalling.
PhotoCare er ein keta við
umleið hálvthundrað handl-
um í Danmark. Ketan ger
millum annað sínar egnu
bøkur um, hvussu fólk
kunnu fáa sum mest burtur
úr sínum myndum, og hesar
bøkur verða eisini at fáa í
handlinum í Klaksvík.
Finn Johannesen væntar,
at nýggi fotohandilin letur
upp í næstu viku
Nú gevst
Eilers Bakarí
Mikudagin var móttøka í bakarínum hjá
Eileri, og har stukku nógv fólk inn á
gólvið at siga farvæl til Eiler og Hergerð.
Símun Akursmørk tekur yvir 1. juli,
og roknað verður við, at flestu av arbeiðs-
fólkunum, sum hava arbeitt hjá Eileri,
halda fram á bakarínum, nú Símun tekur
yvir.
Hjúnini Hergerð og Eiler Samuelsen hava nú selt bakaríið hjá sær. Mynd: JH
HØGNI MOHR
Eitt av størstu politisku ung-
mannafeløgunum í Noreg,
Landsfelag Mið-Ungdóma,
avgjørdi um vikuskiftið at
veita føroyingum sín fulla
stuðul í stríðnum fyri før-
oyskum fullveldi.
Mið-Ungdómurin stuðlar
norska Miðflokkin, sum var
í stjórn saman við teimum
kristiligu og Vinstraflokki-
num. Hendan stjórnin fór
frá í mars í ár. Síðani norski
Javnaðarflokkurin við Jens
Stoltenberg á odda tók við
stjórnarvaldinum í Noreg,
hevur Miðflokkurin verið í
andstøðu.
Eingin ímóti
Per Holmen, starvsmaður í
norska
Miðflokkinum,
Norskur stuðul
til fullveldi
FULLVELDI. Norskur ungdómur heitir á norsku stjórn-
ina um at hjálpa Føroyum at gerast sjálvstøðugt land
Formaðurin fyri ES-nevnd-
ina, Romano Prodi, vitjar
fyrst í juli mánaði Grøn-
land.
Grønlendski
lands-
stýrisformaðurin, Jonathan
Modzfeldt, og danski stats-
ministarin, Poul Nyrup Ras-
mussen, eru vertir fyri vitj-
anina.
Prodi kemur til Grøn-
lands 6. juli, og hann verður
á heimsins størstu oyggj til
9. juli.
væntar, at Miðflokkurin fer
at taka støðu í málinum,
men hann veit ikki nær
hendan støða verður tikin.
- Vit fylgja væl við, hvat
hendir millum Danmørk og
Føroya. Vit eru ímóti ES,
og hava altíð stuðlað norð-
urlendsku loysnina; við ser-
ligum atliti til nærdemo-
kratiið. Men eg veiti ikki,
hvør almenna hugsanin hjá
flokkinum er í hesum máli,
sigur Per Holmen.
Talsfólk í ungmanna-
felagnum siga við Sosialin,
at alt fundarfólkið tók undir
við yvirlýsingini, sum stuðl-
ar føroysku ætlanini um
sjálvræði.
Yvirlýsingin:
Mið-Ungdómur stuðlar før-
oyskum sjálvræðisstríði.
Landsfundurin hjá Mið-
Ungdóminum mælir stjórn-
ini í Stórtinginum til at
stuðla Føroyum í stríðnum
fyri sjálvræði.
Føroyar samráðast við
Danmørk um, hvussu skift-
ið til einar sjálvstøðugar
Føroyar skal vera. Men
donsku treytirnar eru so-
mikið harðar, at føroyskt
sjálvræði verður ógjørligt.
Mið-Ungdómurin heldur,
at Noreg eigur at stuðla før-
oysku krøvunum og hjálpa
Føroyum at gerast sætta
sjálvstøðuga Norðurlandi.
Prodi vitjar í Grønlandi
Á ferðini fer Prodi at hava
fundi við grønlendskar pol-
itikarar um framtíðar sam-
starvið millum Grønland og
ES, og hann fær eisini høvi
at síggja grønlendsku nátt-
úruna.
Jonthan Modzfeldt og
Poul Nyrup Rasmussen
eru vertir fyri ferðini hjá
Romani Prodi í Grønlandi
Nyrup væntar samráðingar í heyst
Á fundi við donsku Føroya-nevndina mikudagin gjørdi danski forsætisráðharrin greitt, at hann er sinnaður at halda
fram at samráðast við landsstýrið um fullveldi
JOHN JOHANNESSEN
Danska stjórnin er sinnað at
halda fram at samráðast við
føroyingar um fullveldi.
Men skiftistíðin verður ikki
longri enn fýra ár.
Hetta gjørdi danski for-
sætisráðharrin, Poul Nyrup
Rasmussen, sambært tíð-
indastovuni Ritzau greitt, tá
hann mikudagin kunnaði
Føroya-nevnd fólkatingsins
um seinasta samráðingar-
fundin, ið varð hildin 15.
juni.
Poul Nyrup Rasmussen
staðfesti eisini enn einaferð,
at hann ikki metir tað vera
neyðugt at seta ein felags
bólk av embætismonnum at
meta um neyðugu longdina
av búskaparligu skiftistíð-
ini.
– Vit síggja onga serliga
orsøk fyri at seta ein slíkan
bólk. Hetta er ikki ein spur-
ningur, man bara kann seta
serfrøðingar at loysa. Ein
rúgva av búskaparfrøðing-
um hava - eins og stjórnin -
sagt, at fýra ár eru nóg mik-
ið til, at føroyska samfelag-
ið kann bera seg, segði Poul
Nyrup Rasmussen eftir
fundin.
Danski forsætisráðharrin
vísti tó á, at stjórnin í løtuni
kannar lógartøkninligu og
verkligu avleiðingarnar av
einum serligum føroyskum
ríkisborgararætti og hvussu
eitt gjaldoyrasamstarv mill-
um Føroyar og Danmark
skal skipast. Hetta arbeiðið
skal vera klárt áðrenn fund-
in í heyst.
RÚNAR REISTRUP
- Vit hava verið nøkur ár
aftanfyri, og tað er kanska
eitt sindur pínligt, at vit ikki
gera tað fyrr enn nú, men
vit mugu bara gleðast yvir
at tað nú endiliga fer at
henda okkurt, sigur Øssur
Winthereig, leiðari á tíðin-
dadeildini hjá SvF um, at
tað komandi viku aftur fer
at bera til at síggja Dag og
Viku um internetið.
Sjónvarp Føroya hevur
gjørt avtalu við internet-
tænastuna Olivant um at fáa
tíðindasendingar sínar á net-
ið. Sambært avtaluni skal
link vera frá Olivant til eina
síðu, har møguleiki er at
síggja Dag og Viku. Hetta
er ein fyribilsloysn, sum í
fyrstu atløgu skal virka fram
til árskiftið, tá nýggja inter-
nettænastan hjá Sjónvarpi-
num sjálvum eftir ætlan skal
vera komin á netið.
Fyrsta tíðindasending, ið
kann síggjast frá Olivant,
verður eftir ætlan hon, ið
send verður komandi týs-
kvøld.
Sæð fyrr
Hetta verður tó ikki fyrstu
ferð at Dagur og Vika sæst
ígjøgnum internetið. Tað er
eftirhondini nakað síðan, at
Hans Blaasvær av sínum
eintingum legði bæði Dag
og Viku og tíðindasending-
arnar hjá Útvarpi Føroya út
á egnu heimasíðu sína.
Eftir eitt sindur av roki um
upphavsrættindi, varð avtala
gjørd millum Hans Blaa-
svær og SvF um framhald-
andi at senda tíðindasend-
ingina á netinum. Seinni yv-
irtók SvF tænastuna, og tá
hon stutt eftir datt niðurfyri,
hendi ikki meira á tí øki-
num.
- Vit vildu ikki brúka nak-
að serligt av peningi upp á
internettænastuna, og vit
fara framhaldandi at vera
varnir við at halda útreiðsl-
unum til internetpartin
niðri. Orsøkin er, at vit
mugu minnast til, at sjón-
varpsgjaldið, ið hyggjarar
okkara gjalda, er ætlað til
sjónvarp - ikki til internet,
og tískil er tað umráðandi,
at okkara íløgur í internet-
tænastur ikki hava við sær,
at minni verður í part til
sjónvarpstænastuna, sigur
Øssur Winthereig.
Halda seg á jørðini
Sjónvarp Føroya ætlar sær
tískil heldur ikki fyribils út
í nakað størri projekt á net-
inum.
- Vit arbeiða við at fáa
eina nýggja internetsíðu, ið
skal vera meira umfatandi
enn tann núverandi. Men
ambitiónirnar eru ikki størri
enn so, at vit fara at royna
at fáa internettænastuna til
at bera seg fíggjarliga, sam-
stundis sum hon kann vera
eitt íkast til sjónvarpssend-
ingarnar, sigur Øssur Wint-
hereig, leiðari á tíðinda-
deildini
hjá
Sjónvarpi
Føroya.
Sum er eingin peningur
ímillum Olivant og Sjón-
varp Føroya. Olivant hevur
veitt ta teknisku loysnina og
fær harafturfyri einasta link-
ið til tíðindasendingarnar.
Tað merkir, at øll, ið vilja
síggja Dag og Viku á neti-
num, fyrst mugu framvið
portalinum hjá Olivant, og
tað verður so í fyrstu atløgu
tann lønin, ið internettæn-
astan hjá Føroya Tele fær
fyri stríðið.
Dagur og Vika aftur
at síggja á netinum
Útvarp Føroya hevur í longri tíð lagt tíðindasendingar sínar út á
internetið, og tey bæði stóru bløðini hava eina enn longri internetsøgu.
Nakað væl afturúrsiglt stevnir Sjónvarp Føroya nú endiliga aftur út á
netið við sínum tíðindasendingum.
Løgmaður fær álitisváttan
Anfinn Kallsberg er besta boðið upp á løgmann, heldur føroyski veljarin
JOHN JOHANNESSEN
Triðji hvør føroyingur held-
ur Anfinn Kallsberg vera
besta boði uppá føroyskan
løgmann.
Hetta sýnir nýggja velj-
arakanningin, Fynd júst
hevur gjørt fyri Sjónvarpið
og Sosialin.
Anfinn Kallsberg er langt
fremstur millum teir tríggj-
ar, føroyingar meta vera
best egnaðir sum løgmenn.
Hann fær stuðul frá 32 pro-
sentum av teimum spurdu.
Næstur á listanum er Jó-
annes Eidesgaard. Hann fær
stuðul frá 20 prosentum av
teimum spurdu, meðan
Høgni Hoydal liggur á ein-
um triðja plássi við stuðuli
frá 13 prosentum.
Helena Dam á Neystabø
og Jenis av Rana eru sam-
bært teimum spurdi ikki væl
egnað sum løgmenn. Hel-
ena Dam á Neystabø fær
einans stuðul frá 0,23 pro-
sentum av teimum spurdu,
meðan Jenis av Rana fær
stuðul frá 1,58 prosentum.
Hóast
Sambands-
flokkurin hevur havt stóra
framgongd seinastu tíðina,
eru tað bert 7,2 prosent av
teimum spurdu, ið meta for-
mannin, Edmund Joensen,
vera væl egnaðan sum Før-
oya Løgmann.
OFFSHORE
NORHTERN
SEAS
2000 Á
olju-
ráðstevnu
Mánakvøld
21. august kl. 17.30 Vágar - Stavanger
Týsmorgun
22. august kl. 07.00 Vágar - Stavanger
Hósmorgun
24. august kl. 10.00 Stavanger - Vágar
Fríggjakvøld
25. august kl. 20.30 Stavanger - Vágar
Gist verður á "Barakkerne", á
rúmi við bað/toilett.
"Barakkerne" liggur 6 min frá
sentrum og 5 min frá
messusentrinum. Bussur koyrir
hvønn morgun og seinnapart til
og frá ráðstevnuni.
Kostnaður fyri gisting,
flogferð og ferðagjald:
2 nætur kr. 5.450
3 nætur kr. 6.325
4 nætur kr. 7.200
2 2 . a u g u s t k l . 14 . 0 0 t i l 2 5 . a u g u s t k l . 12 . 0 0
OFFSHORE NORTHERN SEAS
í Stavanger
Um tygum ynskja at vera við, so set tygum í samband við okkum:
e-mail travel@ff.fo • tlf 340 000 • fax 340 011
Aðrir upplýsingar um ráðstevnuna eru at síggja á www.ons.no
Í sambandi við oljuráðstevnuna bjóðar Flogfelag Føroya hesar túrar:
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
FLOGFELAG FØROYA
Áarvegur 6 • P.O. Box 3225 • FO-110 Tórshavn • Faroe Islands