fríggjadagur 30. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NICLAS JOHANNESEN
Tjúgutals
ferðir
svíkti
streymurin Havsbrún tíðar-
skeiðið 14. februar til 8.
mars í ár.
Onkuntíð upp til tíggju
ferðir ein dag. Og hvørja
ferð steðgaði øll framleiðlsa
á Havsbrún upp.
Sambært stjóran á Havs-
brún Bergur Poulsen, so
hevur ússaliga streymveit-
ingin í longri tíð - áravís -
hingið sum ein marra yvir
Fuglafjørð. Fyri stóru ídn-
aðarfyritøkuna
merkir
skinklandi streymveitingin
milliónir í meirútreidslum.
Árliga.
Vit hava verið noydd at
biða skip fara avstað aftur,
tí vit ikki hava kunnað tikið
ímóti. Hvørja ferð streym-
urin fer av lagi - tá spenn-
ingurin broytist - so nervar
hetta okkara tól í so stóran
mun, at allar maskinur
mugu tømast fyri materiali.
- Hátøkniligu tólini gerast
í ørviti, og tey, sum vara av
tekniska partinum pøsa seg
upp við at stilla tólini av
nýggjum. Bert fyri at á-
sanna, alt alt kanska er farið
av lagi løtu seinni, sigur
Bergur Poulsen.
Hann leggur aftrat, at tað
ferð eftir ferð vísir seg, at
nakrar av teimum túsund-
tals el-eindunum fáa slíkan
hvøkk, at tær er brenna sam-
an og mugu skiftast út.
Niðurslítandi
- Tað sigur seg sjálvt, at slík
arbeiðsviðurskifti er sálar-
liga niðurslítandi fyri okk-
ara starvsfólk. Skipini liggja
við bryggjuna og bíða eftir
at verða landaði. Tey hava
ikki stundir at bíða.
- Livitíðin hjá fleiri av
okkara maskinum rýkur eis-
ini í botn. Rætt og slætt tí,
útgerðin er ikki bygd til so
primitiv viðurskifti, sigur
Bergur Poulsen.
Bergur Poulsen vísir á, at
bert eitt lítið blink í streym-
veitingini ger, at øll fram-
leiðsla steðgar upp.
- Kappingarneytar okkara
tosa slettis ikki um streym-
slit. Men hjá okkum er hetta
dagligur kostur. Hetta skað-
ar okkara kappingarføri al-
mikið.
Vandi
Bergur Poulsen vísir eisini
á, at tað heldur ikki er uttan
vanda, tá eitt stórt virki sum
Havsbrún brádliga steðgar
upp.
- Flutningurin av dampi
frá teimum stóru fiskamjøl-
sturkunum til inndamparan
steðgar jú eisini upp, og tað
førir við sær, at heiti damp-
urin goysir út í framleiðslu-
høllini, har talvur, motorar
og onnur elektrisk útgerð
stendur. Slíkt er eisini við
til at stytta munandi um liv-
itíðina hjá hesum tólunum,
leggur Bergur Poulsen aftr-
at.
Stjórin á Havsbrún sigur
seg óteljandi ferðir hava sett
seg í samband við SEV.
Teir eru fullgreiðir yvir okk-
ara støðu. Men enn er onki
munagott hent, sigur Bergur
Poulsen.
Tað er kortini ikki bara í
Fuglafirði, at streymurin
svíkir. Eisini á Bakkafrost
á Glyvrum nervar svikaligi
streymurin framleiðsluna.
Regin Jacobsen, stjóri, sigur
at tað hendir alt ov ofta at
streymurin fer.
- Fyri hvørt streymslit
missa vit tíggjutúsundtals
krónur, sigur Regin Jacob-
sen.
Hann leggur aftrat, at í
samrøðu við leiðsluna á
SEV hevur Bakkafrost fing-
ið tilsøgn um, at teir nú av
álvara eru byrjaðir at ar-
beiða við at tryggja økið
betur.
- Eystara síða á Skála-
fjørðinum hevur verið eitt
tað ringasta til streymslit í
Føroyum, men SEV sigur
Streymslit kosta
Havsbrún milliónir
Lágur spenningur. Yvirspenningur. Streymslit. Hetta er regluligur kostur hjá
Havsbrún í Fuglafirði. Stjórin Bergur Poulsen, sigur at vánaliga streym-
veitingin elvir til ótolandi arbeiðskor. Eisini Bakkafrost á Glyvrum er rakt.
seg nú hava sett fleiri ar-
beiði í verk fyri at betra
hetta, leggur Regin Jacob-
sen aftrat.
Kanna nýggja útgerð
Klæmint Weihi, stjóri á
SEV sigur, at hann ynskir
ikki at fara út í blað kjak
við teirra størstu kundar.
- Eg kann bert siga, at
streymveitinin av Fugla-
fjørði er bøtt heilt munandi
seinnu árini. Íløgur eru
gjørdar í nýggjar háspenn-
ingskaðalar úr Kambsdali
til Fuglafjørð, soleiðis at
bygdin í dag hevur tríggjar
streymveitingarmøguleikar,
háspenningsringsamband er
gjørt í sjálvari bygdini og
transformarakapaciteturin
er øktur munandi.
- Klæmint Weihe leggur
aftrat, at sama er galdandi
fyri onnur økir í landinum,
har nógv íðnaðarvirki eru.
Hann vísir á, at tíðir broyt-
ast og nógv nýggj tøkni
verður nýtt, bæði í húsar-
haldinum ikki minst á virkj-
unum. Hetta merkir at krøv-
ini til spenningskvalitetin er
nógva ferðir størri enn áður.
- Hetta eru trupulleikar,
sum elveitarar um allan
heim kenna til. Tað verður
gjørt eitt miðvíst arbeiðið at
finna loysnir á hesum trup-
ulleika. Framleiðarar av el-
tekniskari útgerð hava ídag
loysnir sum kunnu nýtast,
men sum enn eru sera dýrar,
sigur Klæmint Weihe.
SEV stjórin leggur í hesum
sambandi aftrat, at kannað
verður um hetta kann nýtast
í sambandi við trupulleik-
arnar á Havsbrún.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at mongu
streymslitini ikki bara kosta milliónir. Tey elva eisini til
ørkymlan millum arbeiðsfólk
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost, sigur at eyst-
ari armur á Skálafjørði-
num hevur verið ein tann
ringasti til streymslit.
Bakkafrost missir eisini
tíggjutúsundtals krónur
fyri hvørt streymslit
Klæmint Weihe sigur, at
spenningsgóðskan er
nógvar ferðir størri enn
áður, soleiðis at bygdin í
dag hevur tríggjar streym-
veitingarmøguleikar, há-
spenningsringsamband er
gjørt í sjálvari bygdini og
transformarakapaciteturin
er øktur munandi
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 123 - 30. juni 2000
Nr. 123 - 30. juni 2000
Ónøgd við skúla-
buss og ætlanir
um útibarnagarð
DAGFINN OLSEN
MYNDIR: D.OLSEN
Fremmandir gestir í gøtu-
num í Havn halda óivað, at
her búgva blíð fólk. Og óiv-
að er tað eisini rætt.
Men í øllum førum skal
ein ikki ganga langt í Havn
í hesum døgum, áðrenn ein
gongur seg fram á okkurt
opið hús.
Tey eru fleiri. Men hvørt
hetta er talan og fráboðan
um gestablídni, sigur søgan
einki um.
Hinvegin, so kann stað-
festast, at tíðirnar broytast
og tað gera gamlar havnar-
Á Hvítanesi eru tey ikki glað fyri ætlanirnar um ein úti-
barnagarð í skúlanum, tí ferðsluviðurskiftini eru út av
lagi og børn eru yvirkoyrd. Eisini er trupult hjá skúla-
børnum á Hvítanesi at sleppa heim úr skúlanum í Hoyvík,
tí bussfarleiðin er sera ólagalig
DAGFINN OLSEN
Á Hvítanesi hava tey sein-
astu 30 árini havt trupulleik-
ar av, at sera trupult hevur
verið hjá børnum at sleppa
heim, eftir loknan skúladag
í skúlanum í Hoyvík.
Soleiðis er støðan enn.
Vanligt er aðrastaðni í bý-
num, at skúlabørn hava
bussfarleið heim. T.d. á
Norðastahorni og í Svanga,
men hetta hevur at gera við
ávísa frástøðu, ið tey búgva
frá skúlanum.
Á Hvítanesi mugu børn-
ini heim við býbussi. Hesin
koyrdi áður framvið skúla-
num við Vegin Langa og
sneiddi oman á Hvítanes.
Tað ger hann ikki longur og
børnini mugu oman eftir
Mannbrekku og yvir um
vegin, ið er ein av ferðslu-
tyngstu vegum í landinum.
Annar trupulleiki er, at
við skýlið uppi á Hvítanesi
er loyvi at koyra 80 km/t
framvið og tað er komið fyri
meira enn einaferð, at børn
eru yvirkoyrd .
Ein mamma á Hvítanesi,
sum vit hava prátað við sig-
ur, at ætlanir og lyfti hava
verið um eina sonevnda via-
dukt, ella tunnil undir vegin,
men enn er einki hent og
hetta er landsmál.
Útibarnagarð
Mikukvøldið var fundur
á Hvítanesi, har borgarar og
umboð
úr
Tórshavnar
Býráð vóru til staðar.
Býráðið í Havn hevur
nevniliga ætlanir um ein
útbarnagarð í skúlanum á
Hvítanesi.
Men eftir tí, ið frættist av
Hvítanesi, so eru tey ikki
trygg við hesar ætlanir, so
longi sum ferðsluviðurskift-
ini eru, sum tey eru í dag.
Hóast tey á Hvítanesi
kundu ynskt sær útibarna-
garð, so eru tey ikki trygg
við støðuna, sum nú er.
Landsmál
Leivur Hansen, býráðsfor-
maður í Havn sigur, at tað
kom fram á fundinum, at
tey eru ikki trygg við
ferðsluviðurskiftini á Hvíta-
nesi. Men hann váttar sam-
stundis, at hesin trupulleikin
er ikki nýggjur.
Hann sigur, at Býráðið
hevur tingast við Lands-
verkfrøðingin um eina via-
dukt. Trupulleikin er, at har
hava tey eina ov lítla játtan
til trygdarábøtur og mugu
raðfesta. Og ein viadukt er
ikki fammaliga, eftir tí, sum
býráðsfomaðurin
hevur
fingið at vita.
Talan er sostatt um
landsveg og landsmál. Tí
hevur býráðið heitt á
borgarar á Hvítanesi, um at
venda sær til politikarar í
Suðurstreymi, fyri at fáa teir
at gera sína ávirkan gald-
andi.
Býráðið sjálvt skrivar eis-
ini bræv, sum skal sendast
til politikarar í Suður-
streymi, og har Býráðið
heitir á teir um at gera sína
ávirkan galdandi. (Sí aðra-
staðni í blaðnum).
– Ímeðan kanna vit, um
busskoyringin kann um-
leggjast, so viðurskiftini
verða trygg hjá skúlabørnu-
num komandi skúlaár, sigur
Leivur Hansen.
Hann sigur eisini, at ætl-
anirnar um útibarnagarð eru
so háttaðar, at talan skal
fyrst vera um eitt royndarár.
Hann er vísur í, at borgarar
á Hvítanesi, Landsverkfrøð-
ingurin og Býráðið finna
eina loysn á trupulleiku-
num, so øll verða nøgd.
– Talan er um rímulig
ynski frá borgarunum á
Hvítanesi, sum vit fara at
lurta eftir, sigur býráðs-
formaðurin í Havn, Leivur
Hansen.
Á Hvítanesi eru tey ótrygg við ferðsluviðurskiftini hjá
skúlabørnum og ikki trygg við ætlanirnar um at leggja ein
útibarnagarð á staðnum undir núverandi ferðsluviðurskift-
um
(Savnsmynd)
Mega
Í greinini um skeiðsmiðdeplin í Mið-
býnum í Havn, sum menninir aftanfyri
handlin Mega eiga, kom onkur villa í.
Heldur ikki var myndin við í greinini.
Tað bøta vit um her.
M.a. varð nevnt í greinini um ymiska
tøkni, sum KT- Centrum hevur til taks.
Har skal sjálvsagt standa viðvíkjandi
ljóðinum, at talan er um surround sound.
Og so er tað sjálvandi í matsteðgi-
num, at skeiðluttakarar kunnu spáka
oman í Rio Bravo, sum KT-Centrum
hevur avtalu við.
Hósat talan ikki er um nakra mega
stórar villur, so eru tær nú rættaðar.
-blðm -
Mark Joensen í nýggju og
hugnaligu hølunum hjá KT-
Centrum í Miðbýnum í Havn
Opið hús í Havn
Í veruleikanum er talan um fleiri opin hús. Og ein kann
bert skriva sær aftanfyri oyrað, at tíðirnar broytast og tað
gera gamlar havnarmyndir eisini
myndir eisini. Fyri 10 árum
varð Lotið in-staðið, tá um
dans ráddi. Áðrenn tað var
tað smiðja. Í dag er har eitt
gapandi hol, ið tosað verður
aftur og fram um.
Á Áarvegnum fara broyt-
ingar fram og eisini har gap-
ar í hesum døgum. Talan er
eisini um at gera annað hol,
nevniliga í vegin, so Havn-
ará kemur til sín rætt aftur.
Og húsini hjá Gulu
Skótunum uppi við viðar-
lundina eru lyft upp, so har
gapar í løtuni eisini undir
teimum.
Hol. Í Føroyum eru vit
framvegis í fer við enn fleri
berghol. Onkur segði, at eitt
hol er einki. So kunnu vit,
keglast, hvørt tað er rætt,
ella ikki.
Tíðirnar broytast og
tað gera gamlar
havnarmyndir eisini