fríggjadagur 30. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 123 - 30. juni 2000
Nr. 123 - 30. juni 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Tá ið sjómansskúlanæm-
ingarnir í Havn fingu prógv-
ini handað hósmorgunin í
síðstu viku, helt ein av fyrr-
verandi næmingunum á
skúlanum, Tórbjørn Jacob-
sen av Glyvrum, røðu fyri
næmingunum.
Hann hugleiddi um sína
egnu skúlatíð, sambandið
millum ástøði og praksis og
um einasta lóggivna dikta-
turið í tí siviliseraða heimi-
num.
Tórbjørn víst á, at í sjó-
manslógini
stendur,
at
„skiparin kann taka tað til
at ráða, sum neyðugt er, til
at halda skil umborð á skip-
inum“.
- Eg plagi at arga maskin-
menninar við hesum og
greiða teimum frá, at hetta
er ein frumrættur, sum er
íkomin av tí, at navigatør-
arnir hava verið til síðani
jarðarinnar fyrsta vindblak,
meðan
maskinmenninir
hava lítið meira enn hundr-
að ár á baki í søgunnar ljósi.
- Men vit kunnu í hvussu
so er staðfesta, at skipara-
starvið ber við sær hitt ein-
asta lógbefalaða diktaturið
í siviliseraða heiminum. Og
tað er ikki so lítið at hava
rættin til og ábyrgdina av,
segði Tórsbjøn Jacobsen
við sjómansskúlanæming-
arnar.
Teori og praksis
Skiparin, sum eisini er
kendur sum politikari, tos-
aði eisini um sambandið
millum ástøði og praksis.
Hann greiddi frá, at cub-
anski diktatorurin, Fidel
Castro, hevði sagt, at hann
hevði gingið í tveimum
Skiparin er lógarfestur diktator
- Hóast tíðirnar eru broyttar, og
leiðsluhættirnir vorðnir meira
modernaðir, so er rætturin og autori-
teturin hjá skiparanum lítið broyttur.
Skiparastarvið ber við sær hitt ein-
asta lógbefalaða diktaturið í siviliser-
aða heiminum, segði Tórbjørn Jacob-
sen, tá hann helt røðu á Sjómansskúl-
anum í Havn hósdagin
skúlum í lívinum. Á lærda
háskúlanum í Havnna lærdi
hann einki, men í hinum
skúlanum - lívsins skúla -
lærdi hann alt, sum hann nú
einaferð dugdi.
- Og líkamikið hvat vit
meina um hendan mannin,
so eru orðini beinrakin. Tað
fáa tit at síggja. Í dagliga
stríði tykkara koma tit at
ásanna hesa credo.
- Sjálvandi kemur ástøði-
ligi kunnleikin hiðani úr
Nóatúni at liggja sum ein
latent vitanarbasa í tykkara
framhaldandi
foldarlívi,
men í praksis verður tað
sum við ísfjallinum; tað er
bara ein tíggjundapartur
undan vantskorpuni á gang-
in. Tað sum síðani skal til
harafturat, mugu tit sjálvir
tiltuska tykkum, segði Tór-
bjørn Jacobsen.
Ber ikki til
at gera leiðarar
Í tráð við hetta segði Tór-
bjørn eina søgu frá síni egnu
skúlatíð, har eitt leiðara-
skeið varð uppfunnið. Hetta
gekk fyri seg eftir skúlatíð.
- Undirvísingarligi úr-
mælingurin,
Ólavur
á
Heygum, stjórnaði hesum
skeiði, men hugurin var lítil
hjá næmingunum. Einu
ferðina sovnaði Hanus Han-
sen úr Klaksvík, og tá
snorkingin var komin upp í
ekstremar
hæddar,
fór
Ólavur á dyr í øðini. Hann
staðfesti turt, at Hanus ong-
antíð kom at gerast leiðari
fyri nøkrum sum helst,
greiddi Tórbjørn frá.
- Hanus hevur síðani ver-
ið rokskipari í eini 10 ár, og
hann er nú stjóri í størstu
fyritøkuni í landinum. Tú
kanst ikki gera leiðarar. Tað
er sum við grønlendska
sleðuhundinum, teir velja
seg sjálvar út viðsínum nátt-
úrliga førningi.
- Ja, kanska ber tað í
grundini ikki til at læra nak-
að sum helst, men bara at
styrkja um tey evni, sum tú
frammanundan hevur fingið
í vøggugávur, segði Tór-
bjørn Jacobsen í røðu síni
til sjómansskúlanæmingar-
nar.
– Kanska ber tað í grund-
ini ikki til at læra nakað
sum helst, men bara at
styrkja um tey evni, sum tú
frammanundan hevur
fingið í vøggugávur, segði
Tórbjørn Jacobsen í røðu
síni til sjómansskúlanæm-
ingarnar. Mynd: Jens
Kristian Vang
Matiné í Havnar kirkju
Leygardagin 1. juli kl. 11.30 verður matiné, fyrraparts-
tónleikur í Havnar kirkju við sangi og orgulspæli
Tveir gávuríkir føroyingar
Elsa Súsanna Dalsgaard,
sangur og Helgi Breiner Pe-
tersen, orgul, sum búleikast
uttanlanda, hava setty eina
stóra og krevjandi skrá sam-
an. Longu seinasta mána-
kvøld framførdu tey hana
fyrru ferð í Glyvra kirkju á
sera sannførandi hátt.
Her vóru bæði nýggir og
gamlir tónar at hoyra. Flestu
verkini hava ongantíð verið
framførd í Føroyum áður,
og tað í sær sjálvum er altíð
forkunnugt.
Ib Nørholm, Peter Møller
og Leif Kayser eru tóna-
skøld úr Danmark, sum
langtsíðani
eru
vorðin
klassikarar og ikki kann sig-
ast annað enn, at tað var ein
frægd at hoyra nýggja orgl-
ið á Glyvrum so vakurt
klingandi saman við tí ful-
tónandi røddini á Elsu Sú-
sannu. Elsa Súsanna er nú
á veg til operuna í Oslo, har
hon hevur fingið fast starv í
august, og fylgja henni
nógv góðynski á pallin har.
Helgi Breiner Petersen er
hóast unga aldur sín ein
seriøsur og kensluborin tón-
leikari, sum dagliga starvast
á Frederiksbergs slots-
kirkju, meðan hann ger seg
lidnan á konservatoriinum.
Framførslan var á inter-
nationalum støði, og øll
sum hava áhuga fyri kirkju-
tónleiki, hava nú høvi til at
hoyra verkini framførd
leygardagin í Havnar kirkju
kl. 11.30.
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Við hjálp frá skálanum við
Skálá í Vági, eydnaðist tað
mær at koma heim til súkk-
lukappingina „Grandprix
Føroya“ sum var á Jóan-
søku.
Ikki kan ein sammeta
kappingina við eina súkk-
lukapping í Danmark. Feltið
her heima, er ikki so stórt
og óivað heldur ikki so
sterkt, men kappingin er
kortini ikki heilt so einføld
at vinna, tí vit hava nakrar
súkklarar, sum eru rættuliga
góðir.
Til kappingina á Jóansøk-
u, hevði eg gjørt mínar tank-
ar um hvussu leikur fór at
fara fram.
Mótstøðan
Gunnar Dahl-Olsen hevur
verði einaráðandi í øllum
Grand Prix kappingum,
sum higartil hava verið.
Hann hevur vunnið tær allar
og nakrar av teimum sann-
førandi, og tí væntaði eg, at
hann eisini á Jóansøku skul-
di verða tann, sum fór at
geva mær størstu mótstøð-
una.
Eisini roknaði eg við mót-
støðu frá unga vágbinginum
og bygdarmanni mínum,
Kára Brattaberg. Hann hev-
ur annars tað heldur keð-
iligu støðu, sum eg sjálvur
hevði, tá eg búði har suðuri,
nevniliga at venja einsa-
mallur, tí har er rætt og slætt
eingin annar súkklari.
Kári var eitt gott boð uppá
eina góða kapping, og hann
koyrdi eisini gott ein stóran
part av kappingini, men
seinni vísti tað seg, at hann
skuldi verða óheppin hend-
an dagin. Hann hann fekk
trupulleikar við kervinum
og megnaði tí ikki at fylgja
við feltinum upp um sera
brøttu Krosslábrekkuna.
Eisini roknaði eg við Jo-
han Brend, sum vanliga
koyrur fyri felagið CC.
Gladsaxe í Danmark. Hetta
felag húsast á Sælandi, og
er talan um sama felag, sum
Bogi Kristiansen og Egil
Rasmussen koyrdu fyri, tá
teir súkklaðu.
Johan koyrur í C. bólk-
inum, og tað hevur gingið
hampuliga væl hjá honum,
og hevur hann eisini vunnið
sær nøkur stig í bólkinum.
Johan hevur eisini tikið seg
nógv fram sum súkklari.
Hansara sterka síða, hevur
vanliga verið einkultstartir-
nir, men eftur at hann hevur
koyrt eitt hálvt kappingarár
í danmark, hevur hann ment
seg enn meira, til teir sam-
laðu startinir.
Sverri Mohr Edvinsson
varð mettur sum »jokarin«
í hesari kapping, og eg visti
ikki rættuliga hvussu hann
var koyrandi. Hann var
rættuliga væl koyrandi á
Oyggjaleikunum á Gotlandi
í fjør summar, men hann er
ikki besti vinur við ov bratt-
ar brekkur, og tað má man
siga at Krosslábrekkan var,
tí tað skuldi vísa seg, at tað
var ikki júst hansara drey-
mateinur, sum vit koyrdu
hendan dagin.
Trupulleikar av
ferðsluni
Veðrið var gott í Vági hend-
an jóansøkudag. Smyril var
seinkaður eitt sindur, so
kappingin var útsett umleið
ein hálvum tíma.
Nógv fólk var komið
saman fyri at síggja hesa
kapping, heilt fitt av fólkið
stóð niðan eftur Krosslá-
brekkuni. Har er gott at
standa, tí ferðin er ikki so
nógv niðan eftur tí brøttu
brekkuni, og tað er sum oft-
ast har, at kappingin verður
avgjørd.
Eitt sum eg haldi verða
stuttligt, er at fólk eru
byrjað at skriva nøvnini á
teimum súkklarum, sum tey
halda við, niður á vegin.
Hetta er ein háttur, sum
verður
nógv
brúktir
uttanlands, og eg beit
merkið í at navni á Johan
Brend var skriva ovast í
brekkuni.
Sjálvt um løgreglan var til
staðar, fyri at hava tamar-
hald á ferðsluni, vóru eitt
sindur av trupulleikum av
bilum á teininum, men av tí
at feltið ikki var so stórt, var
trupulleikin ikki til so stóran
ampa, at kappingin bleiv
tarnað alt ov nógv.
Kappingin
Kappingin byrjaði við at vit
koyrdu trý umfør við ró-
ligari ferð. Eftir hetta var
kappingin opin og tað bleiv
koyrt í 50. min + ein um-
gang.
Eg var greiður yvir, at tað
bleiv hildið eitt vakið eyga
við mær og hvat eg fór at
gera. Mín uppgáva var tí
heilt greið. Eg var noyddur
at sleppa av við Gunnar, Jo-
han, Kára og Sverra, ti tað
vóru hesir fýra, sum vístu
seg at verða best koyrandi í
feltinum.
Eftir at Krosslábrekkan
var koyrd nakrar ferðir, varð
Sverri tann fyrsti sum var
noyddur at sleppa hjólunum
hjá førara feltinum, so nú
vóru Gunnar, Johan, Kári
og eg eftir í hesum bólkium.
Tað sá út til at vit fýra koyr-
du brekkuna javnt gott, og
so var spurningurin, um allir
kundi halda til at koyra hana
uml. 25 ferðir við góðari
ferð.
Kári fekk trupuleikar við
kervinum og var tí settur í
brekkuni. Spell, tí hann sá
út til at koyra væl. Kári hev-
ur vant hendan teinin rætt-
uliga nógv, fyri at vísa
bygdarfólki sínum eitt gott
úrslit, nú koyrast skuldi á
heimavølli.
Nú vóru Gunnar, Johan
og eg eftur í førara feltinum.
Eg gjørdi onkra royndina at
sleppa undan teimum, men
teir arbeiddu væl saman og
megnaðu hvørja ferð at
koma upp aftur til mín.
Avgerandi varð helst,
hvør megnaði at halda tørn
í brekkuni. Tað sá út til, at
Johan byrjaði at hava tru-
pulleikar í brekkni, men
hann megnaði fleiri ferðir
at koyra seg upp aftur til
feltið, men tá ein súkklari
byrjar at (sum danir siga)
koyra sum ein elevator, er
sum oftast bert ein spur-
ningur um tíð, til hann ikki
orkar meira. tá uml. 15. min
vóru eftir, vóru kreftinar hjá
Johan brúktar upp, og hann
varð noyddur at sleppa hjól-
inum hjá Gunnari og mær.
Nú var so Gunnar eftir,
Gunnar koyrdi brekkuna
sera væl, men eg var greiðir
yvir at skuldi eg vinna kapp-
ingina, so skuldi hann setast
í brekkuni.
Gunnar er sera spurtsterk-
ur og eg helt tað tí ikki vera
nakað gott at hugskot at
enda kappingina við einum
endaspurdi móti honum. Tí
royndi eg at koyra hann
troyttan í brekkuni og eftur
einar tvær tríggjar ferðir at
hava koyrt brekkuna við
nógvari ferð og har eftir at
seta ferðina enn meira upp,
tá vit vóru komnir upp á
slætt, eydnaðist tað mær at
sleppa burtur frá Gunnari,
men tað var ikki lætt.
Eg var ógvuliga glaður
um hendan sigur, tí hetta var
á ein hátt mín máti at siga
Skálanum við Skálá í Vági
takk, fyri at tey voru sinnað
at stuðla mær, soleiðis at eg
kundi koma heim til hesa
kapping.
Øktur áhugi
Einasti kvinnuligi føroyski
súkklarin Ann Zachariasen
var eisini við í kappingini.
Stuttligt er at síggja, at á-
hugin fyri súkkling, eisini
er millum kvinnur og vónin
er, at fleiri kvinnur farar at
súkkla, soleiðis at Ann fær
Súkkling á Jóansøku í Vági
Føroya fremsti súkklari var komin heim til Vágs á jóansøku, og tað eydnaðist honum eisini at vinna triðja umfarið í
Grand-Prix súkklukappingini. Tá hann sunnudagin sat í flúgvaranum á veg til Danmarkar, skrivaði hann nøkur orð
um súkklingina, og verða tey prentaði niðanfyri
onkra at kappast við.
Í Danmark eru nógvar
kvinnur sum súkkla. Tað eru
tveir bólkar, dame A og
dame B, og harumfdramt
eru tvey elite súkklulið hjá
kvinnum. Tey eru Team
Bornholm og Team Lol-
land- Falster. Tað er eisini
eitt kvinnulandslið og nak-
rar av teimum sum eru á tí,
súkkla sum proffar uttan-
lands.
So um kvinnunar taka seg
saman, er ikki óhugsandi at
vit eisini kunnu hava eitt
kvinnulandslið, sum kan
luttaka á komandi Oyggja-
leikunumð
Eisini eru nakrir ungir
súkklarar byrjaðir at súkkla,
tað eru hesir, sum vit skulu
byggja okkara álit á. Ásann-
ast má, at elitan í føroyskari
súkkling hevur ein høgan
miðalaldur, so um vit ikki
røkja okkara yngru súkkl-
arar væl, kan vantast at før-
oysk súkkling má byrja av
nýggjum og tað vil verða
eitt tungt stig at taka.
Nú stundar til stóru „kring
Føroyar“ kappingina. Hon
byrjar tann 19. juli í Klaks-
vík og endar tann 23. juli í
Havn.
Eg havi við mínari lut-
tøku á Jóansøku, avdúkað
mítt støði, men tað eru enn
stundir hjá súkklarnum
heima í Føroyum at menna
sítt venjingarstøgið. Tað er
óivað eisini tað, sum teir
fara at gera hesar komandi
vikunar fram til stóru etapu
kappingina, har vit skullu
súkkla kring Føroyar.
Tað er at fegnast um, at føroyskar kvinnur nú eisini eru farnar undir kappsúkkling
Sum væntað, so var tað serliga Gunnar Dahl-Olsen, sum royndist drúgvur hjá Rógva
at basa
Mynd: Áki Bertholdsen
Sosialurin - 311820
Vælkomin inn
á gólvið