fríggjadagur 30. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 123 - 30. juni 2000
Nr. 123 - 30. juni 2000
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Gamla neystið hjá Havnar
Róðrafelag verður ikki bert
nýtt til kappróðrabátar fe-
lagsins longur. Gaman í,
gamli Havnarbáturin stend-
ur framvegis í. Eisini sæst
gamli Háskúlabáturin, sum
fyri gott tíggju árum síðani
broytti navn til Bláskel, eftir
at næmingar á Venjingar-
skúlanum høvdu yvirtikið
hann.
Tað, sum helst er mest
forvitnisligt við neystinum
í dag, er, at uppi undir vað-
ingini og fram við vangu-
num í neystinum eru hópin
av kajakkum skoraðar fast-
ar. Kajakkir, sum seinnu ár-
ini eru vorðnar ein alt meira
vanlig sjón úti á vágni.
Ítriv og ítrótt
Onkur vildi kanska mett
hetta sum eitt stuttligt, og
kanska spennandi frítíðar-
ítriv, men hetta er bara part-
víst rætt.
Talan er so sanniliga eis-
ini um eina ítrótt, og seinna
partin av juli mánaði, fara
tríggir føroyskir rógvarar at
kappast í Grønlandi, har
grønlendska meistaraheitið
í kajakkrógving stendur á
skránni. Teir tríggir eru Já-
kup Jacobsen, Páll Olaf Jac-
obsen og Thomas Davidsen.
Eisini var ætlanin, at ein
fjórði føroyingur, Jan Egil
Havnar Kajakkfelag hev-
ur trý ár á baki, og hesa
tíðina, sum felagið hevur
verið til, hevur áhugin fyri
ítróttini verið alsamt vaks-
andi.
16 kajakkir
Jákup Jacobsen, sum er
ein teirra, sum so at siga
dagliga er úti á vágni, sig-
ur, at tað javnan kemur
fyri, at eitt ella tvey fók
koma oman at royna hesa
ítróttina.
Um tú bert er forvitin,
og ætlar at royna hetta
eina tíð, nýtist hetta ikki
at vera nøkur stór útreið-
sla.
Í alt eru 16 kajakkir í
neystinum, har av felagið
eigur tær fimm, so tað ber
til hjá áhugaðum at læna
hesar eina tíð. Eisini vát-
drakt v.m. eru til taks í
neystinum, so har er snøgt
sagt einki at hugsa um.
Í longdini vil man kan-
ska eiga sína egnu kajakk,
og tá verður so talan um
eina útreiðslu. Sjálv ka-
jakkin kostar einar 10.000
– 20.000 kr. at keypa, og
harumframt skulu so rok-
nast útreiðslur til klædna-
Christiansen, skuldi vera
við á ferðini, men hetta varð
kortini av ongum.
Jákup, greiðir frá, at hetta
er komið í lag, eftir at teir
hava fingið eina innbjóðing
úr Grønlandi um luttøku.
Áður hevur tað verið so-
leiðis, at tað bert hava verið
grønlendingar, sum hava
havt møguleika at luttaka í
kappingini, men í ár er hon
so fyri fyrstu ferð opin fyri
altjóða luttøku.
Øðrvísi kapping
Hóast fólk kring allan heim-
in rógva kapp í kajakkum,
so er kappingin í Grønlandi
kortini eitt sindur øðrvísi.
Her verður nevniliga ikki
róð við teimum árum, sum
vit vanliga síggja í sjónvarp-
inum, men við upprunaligu
grønlendsku árunum. Bløð-
ini eru væl minni, enn stóru
bløðini á plastárunum, sum
annars verða nýttar, og
heldur ikki er árin snarað,
soleiðis sum vit síggja tað í
sjónvarpinum.
Í Grønlandi verða luttak-
ararnir bólkaðir í tríggjar
bólkar, sum tó allir skulu
nýta grønlendsku árarnar:
Grønlendingar í grønlend-
skari kajakk, útlendingar í
grønlendskari kajakk og so
útlendingar í kappróðra-
kajakk.
Munur er nevnliga á eini
grønlendskari kajakk og so
teimum, sum róð verður við
á Olympisku leikunum.
Kappróðrakajakkirnar eru
vanliga stoyptar í plasti ella
glasfipuri, og eru yvirhøvur
bygdar eftir meira vísund-
aligum fortreytum, so tær
kunnu ganga best gjørligt.
Grønlendska kajakkin er
hinvegin bygd úr træi og so
klødd við antin kópaskinni
ella segldúki. Sniið er eisini
nakað øðrvísi enn á plast-
kajakkunum, og hetta við-
førir eisini, at hon er nógv
róligari í sjónum.
Undir kappingini skal Já-
kup royna seg í bólkinum
við grønlendskari kajakk,
meðan Páll Olaf og Thomas
skulu rógva í bólkinum við
kappróðrakajakkum.
Verður bitin
Jákup, sum er tann av teim-
um, sum hevur drúgvastu
royndirnar á økinum, greið-
ir frá, at tað var meðan hann
las í Danmark, at hann fekk
áhuga fyri ítróttini.
Nakrir grønlendingar vór-
u eisini í holt við lestur, og
tað gjøgnum hesar, at Jákup
so við og við fekk kunnleika
til rógvingina.
- At enda varð eg full-
komuliga bitin av hesum, og
tað havi eg verið síðani,
greiður Jákup frá. Hann
leggur í hesum sambandi
afturat, at tað er gjøgnum
ein av hesum grønlending-
um, at teir nú eru bodnir við
til kappingina í Grønlandi.
Seinastu sjey árini hevur
hann sostatt róð, um ikki
dagliga, so í øllum førum
javnan, og einki er at siga
til, at tað er vorðið huga-
ligari, nú teir eru fleiri, sum
kunnu venja saman.
Vanligi teinurin teir rógv-
a, er út móti Glyvursnesi
ella til hoyvíkshólmin og
pløggini, góðar 2.000 kr.
Kanska heldur onkur, at
hetta ljóðar av nógvum,
men os hevur tú eisini eitt
sjófar, sum heldur í eini 30
ár!
Um summarið verður róð
niðri í Álakeri, út í Sandá-
Áhugin er vaksandi
Áhugin fyri virkseminum hjá unga felagnum, hevur verið alsamt vaksandi undanfarnu trý árini
gerð, og so eisini móti Gly-
vursnesi og Hoyvíkshólm-
anum, og Jákup sigur, at øll,
sum hava áhuga, eru væl
komin oman at royna seg.
Eisini innandura
Vilt tú heldur royna teg
undir tryggari umstøðum,
ber hetta eisini til. Um vet-
urin verður nevniliga vant
uppi í Svimjuhylinum. Fyr-
imunurin er tá sjálvandi, at
ymsu trygdarvenjingarnar
kunnu roynast undir trygg-
um umstøðum, og so sjálv-
Sum nevnt aðrastaðni í
síðuni, so skulu tríggir
føroyskir kajakkrógvarar
til Grønlands at royna
seg.
Læra tíðliga
20. juli fer ferðalagið av
landinum, og umvegis
Danmark, verður kósin
síðani sett móti Grøn-
landi.
Sjálv kappingin byrjar
24. juli og síðani verður
hildið á fram til 31. juli,
tá seinastu kappingarnar
standa á skránni.
At grønlendingar læra
rógvikynstrið frá barns-
beini av, er eyðsæð. Sam-
bært kappingarskránni, er
yngsti
aldursbólkurin
børn 4-6 ár, og kappast
hesi bæði rógving og í
nýtslu av veiðureiðskapi.
Føroysku luttakararnir
luttaka tó sjálvandi í
kappingunum fyri vaksin,
og hesi hava so sanniliga
eisini sítt at takast við.
Nógvir kilometrar
Longsti teinurin, sum róð
verður, er einar 40 km
langur, og hetta í sjálvum
sær, er helst nóg mikið til
at faa tey flestu at setast
afturá og takka fyri seg.
Kappast verður tó eisini
í styttri teinum, heilt niður
í 1 km, og harumframt eru
eisini kappingar fyri lið,
kappingar í vendingum
o.s.fr.
Sum vera man, so eru
føroysku
luttakararnir
sera spentir at royna seg í
kappingini,
men
teir
Kappingin hevur fleiri endamál
Nógvir og langir teinar skulu rógvast, teri dagarnar, sum kappast verður í Grønlandi
leggja afturat, at teir vita
einki um, á hvørjum støði
hinir rógvararnir eru.
- Hetta er jú fyrsta ferðin,
at kappingin er opin, so vit
hava ongar tíðir at halda
okkum til, siga teir tríggir.
Teir leggja tó afturat, at tað
at fáa eina góða endastøðu
ikki er tað týdningarmesta
hjá teimum við luttøkuni.
– Tað er ein stór uppliv-
ing, bara at kunna vera við,
og harumframt betrar hetta
eisini um møguleikan fyri
øktum samstarvið, greiðir
Jákup Jacobsen frá.
Hóast hetta, so hava teir
sjálvandi vant dúgliga sein-
astu tíðina. Í nakrar mánaðir
hava teir verið úti einar
fimm ferðir um vikuna, og
vanliga verður vant í ein til
tveir tímar. Longsti teinurin,
sum teir higartil hava róð út
í eitt, hevur verið til Kald-
baks og aftur í Álaker. Hetta
tók teimum góðar tríggjar
tímar, so einki er at taka seg
aftur í, at ferðin á kajakk-
unum er á eini góðari leið.
Økt samstarv
Ætlanin er annars, at kom-
andi árini skal eitt sokallað
netverk byggjast upp, ser-
liga í Norðanlondunum og
Canada, soleiðis at sam-
skiftið innnan ítróttina kann
betrast.
At kappingin í Grønlandi
nú er opin, ístaðin fyri bert
at vera fyri grønlendingar,
er eitt stig á leiðini, men
ætlanin er at víðka nógv um
samstarvið í framtíðini.
Við hesum verður eitt nú
nógv lættari at finna fram
til, hvussu ein ber seg at,
um ein t.d. vil til Finnlands
at rógva á vøtnunum har,
ella um onkur svii hevur
hug at rógva á føroysku
firðunum. Ætlanin er í stutt-
um, at tú altíð skalt vita,
hvaðar tú skalt venda tær,
um áhugi er at fara aðra-
staðni at rógva. Upp á longri
sikt er so ætlanin, at hetta
eisini skal kunna nýtast í
samband við ferðavinnuna,
men enn er so einki fastlagt
hesum viðvíkjandi.
Takka fyri hjálpina
Fyrst og fremst er tað grøn-
landsferðin, sum teir tríggir
hava í huga, og í hesum
sambandi vilja teir fegnir
veita eina tøkk til stuð-
larnar, sum eru Grunnurin
Reykjavík-Nuuk-Tórs-
havn, Skipafelagið, Bal-
slev, Tryggingarfelagið og
Royal-Arctic Lines.
Einki er at taka seg aftur
í, at talan er um eina sera
kostnaðarmikla ferð, og
føroysku luttakararnir eru
sannførdir um, at uttan
stuðulin, sum teir hava
fingið, hevði tað verið
nærum ógjørligt hjá teim-
um at farið undir hetta.
aftur, men eisini hava teir
verið onkrar longri túrar.
Hóast kajakkirnar síggjar
lítlar út, so rúmast bæði
matur, telt og annað viðføri
í teimum, og um summarið
hava teir verið útferðir til
eitt nú vestmannabjørgini,
Nólsoy og Hestoynna, og
allir eru teir samdir um, at
hetta eru nakrar ótrúliga
spennandi og vakrar ferðir.
Trygdin er í lagi
Onkur vildi kanska hildið,
at tað mátti verið vandamik-
ið at farið slíkar ferðir við
somikið lítlum bátum, men
hesum eru teir tó als ikki
samdir í. Kajakkirnar liggja
sera væl i sjónum, og har-
umframt eru teir ílætnir
klæðum, sum kunnu verða
lívbjargandi, um so er, at
okkurt óhapp skuldi borist
á.
Teir leggja tó dent á, at
slíkar ferðir fara teir ong-
antíð einsamallir. Verður
róð einsamallir, er fjarstøð-
an inn til land ongantíð hin
stóra, tí sum teir siga: - Tað
er so einfalt, at nærri tú ert
við land, styttri er at svimja.
Vandin fyri at koppa úr
kajakkini er tó heldur ikki
hin stóri. Rógvarin er so at
siga skoraður niður í rúmið,
og skuldi tað hent, at ka-
jakkin koppar, ber altíð til
at mala seg upp aftur, og
hetta sýna teir okkum eisini
fleiri dømi um niðri í Ála-
keri. Bert til stuttleikar mel-
ur Jákup nakrar ferðir runt í
sjónum, um tað sigast til
stuttleikar, tá vatnið einans
er sjey hitastig. Tað er nú
ikki so kalt halda teir, og
vísa á, at í Grønlandi eru
tað bert tvey hitastig í sjó-
num.
Jákup sigur, at umframt
vátdrakt og onnur hóskandi
pløgg, er trygdin við ka-
jakkini tann, at tú alla tíðina
er fastur. Í øðrum førum er
trygdin aloftast tann, at tú
sleppur úr bátinum, um
hann hvølvist, soleiðis at til
ber at svimja upp. Her er
júst tað øvugta galdandi, so-
leiðis at tú altíð er fastur,
og fært snarað teg upp á
rættkjøl.
Skræaddaraseymað
Kajakkina, sum Jákup rør
í, hevur hann bygt sjálvur,
og er talan um eina grøn-
lendska kajakk, sum eisini
verður kallað havkajakk.
Bondini og ringarnir í hes-
um eru úr ask, meðan
stokkarnir eru úr furu, og
so er beinagrindin klødd við
segldúki.
Hálvan fimta metur long
og einans 52 sentimetrar
breið, sær hon ikki út av
nógvum. Vektin er einans
fimtan kilo, men hóast hett-
a, er einki at ivast í, at talan
andi at vatnið tá er heitari,
og tað var serliga hetta
seinna, sum vit báðir,
myndamaðurin, hugsaðu
um, tá vit søgdu nei takk
til at royna okkum niðri í
Álakeri.
Teir tríggir, Páll
Olaf, Jákup og
Tohmas, í fullari ferð
undir venjing. Skjótt
verður talan um
rættuliga kapping
hjá teimum
er um eitt sjógott far.
Spurdur, at tað ikki er
nógv stríð av at byggja eina
slíka kajakk, heldur Jákup,
at tað kann man kanska sig-
a. Einir 100 arbeiðstímar
munnu vera nýttir til end-
amálið, men talan hevur
verið um sera hugaligar tím-
ar. – Eg havi soleiðis gingið
og putlast gjøgnum veturin.
Ein tíma her og tveir har,
og tað haldi eg bara hevur
verið stuttlig og spennandi.
Sjálvandi ber eisini til at
keypa kajakkir, men i báð-
um førum er galdandi, at
kajakkin verður bygd til
eigaran.
- Tað er eins og við før-
oyskum klæðum. Skalt tú
hava eina kajakk, ert tú
noyddir at passa hana so
hvør, sum hon verður bygd,
greiða teir frá.
Rógvingin bítir frá sær
Kajakkrógving er í mangar mátar ein bítandi ítrótt. Tað kann viðvhørt verða bítandi kalt, men
samstundis verður tú púrasta bitin av rógvingini. Mikukvøldið vitjaðu vit í Álakeri, har tríggir
rógvarar fyrireika seg til altjóða kapping, sum verður í Grønlandi um knappan mánað
Í lýkkuni mikukvøldið gera teir tríggir seg út til enn eitt venjingarkvøld niðri í Álakeri, har felagið heldur til
Ógvusligt sær tað út, tá jákup vísir
myndamanninum, hvussu ein ger, um óhapp hendir,
soleiðis at kajakkin koppar. Fyrst fer hann við
heysinum fremst undir kav. Á næstu myndini vendir
alt á høvdinum, og á seianstu myndini er hann aftur
komin undan kavi. Einfalt og lætt ella hvat?
Fyrsta takið er sjálvandi at gera alt klárt til at fara. Her
tøma teir vatn úr kajakkini hjá Thomas
Jákup varð púrasta
bitin av ítróttini fyri
einum sjey árum
síðani. Hann hevur róð
støðugt síðani tá, og
eisini hevur hann bygt
tvær kajakkir sjálvur