fríggjadagur 30. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 123 - 30. juni 2000
Nr. 123 - 30. juni 2000
út at koyra
Toyota MR2 komin aftur íaftur
Magnus Gunnarsson
Flest øll í Føroyum hava
sæð hendan lítla svarta
sportbilin í SVF-lýsingu-
num hjá LM-Handilinum,
ella á bilaframsýningum.
Verkfrøðingarnir
høvdu ein dreym
Fyrsti Toyota MR2 kom í
1985. Nýtt snið kom í 1990,
ið varð gjørt til 1995. Tá
teir góvust við at gera MR2
hildu teir uppat at gera bilin,
tí hann gjørdist nakað dýrur
og gav ov lítið avkast til
Toyota.
Tað at bilurin er aftur her
nú kemur av, at nakrir
treiskir verkfrøðingar hjá
Toyota høvdu ein dreym um
ein lítlan kompaktan sport-
bil, og arbeiddu teir í roynd
og veru aftan fyri ryggin á
leiðsluni við verkætlanini
um at gera ein nýggjan
MR2.
Tá ætlanin varð løgd
fram fyri leiðsluna, saman
við
tekningunum,
gav
leiðslan seg yvir, og ein
nýggjur MR2 sá dagsins
ljós.
Midship Runabout 2
Tað MR2 stendur fyri er: M
stendur
fyri
»midship
engine«, R stendur fyri
»runabout«*, og 2-talið
kemur av at hann er ein bil-
ur til tveir persónar.
Sjálvt um bilurin er lítil,
er gott pláss til stórar per-
sónar, og beinplássið er
gott.
Leðurrættið kann stillast
í hædd, og setrini eru av
slagnum »Whiplash Injury
Lessening« (WIL).
Endamálið við hesum
setrum er at minka um
vandan fyri skaða, tá bilur-
in verður ákoyrdur aftanífrá.
Cabriolet, stofftak
ella coupé
MR2 er ein sportbilur, sum
sær væl út, koyrir væl og
vekir ans, har hann kemur.
Porsche Boxter hevur nokk
verið fyrimyndin, tí teir líkj-
ast bæði uttan og innan.
Bilurin kann brúkast sum
ein cabriolet við ongum taki
ella við stoffgalesjuni, ið er
løtt at sláa upp ella niður,
uttan at skula úr bilinum.
Ein triðji møguleiki er at
keypa ein hardtop í sama liti
sum bilurin, og tá hava vit
ein elegantan MR2 coupé.
Við bakhjólstrekki og
motorinum í miðjuni fær
bilurin gott vegtak og vekt-
býti.
Motorurin, ið er ein 1.8
litur, 4 syl. 16V og 140 hk,
situr lágt fyri at fáa tyngd-
arpunktið niður.
Bilurin hevur ikki somu
dekkstødd aftan og framm-
an. Dekkini framman eru
185/55-15 við 6" felgum, og
aftan eru dekkini breiðari,
205/50-15 við 6,5" felgum.
Alt hetta ger, at bilurin koyr-
ir so væl, at tað næstan ber
til at stýra gjøgnum sving
við speedaranum.
Bilurin kom higar sum
ein framsýningarbilur, og
vónandi verður hann verð-
andi í landinum.
* Runabout er ein opin sport-
bilur, ofta við tveimum setrum
og galesju
Toyota
MR2
Motorurin
4 syl. 1.8 VVTi
bensin 16V 140 hk
0-100 km/t
8.1 sek/5 gear
bensinnýtsla
13.5 km/l
Toppferð
210 km/t
Dekkstødd
framman 185/55-15
aftan 205/50-15
Stødd og vekt
Longd 388.5 cm
breidd 169.5 cm
hædd 124.0 cm
Eginvekt
950 kg
Totalvekt
1225 kg
Viðførisrúm
90 litrar
Prísur
kr.268.000,-
Søluumboð
Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Telefon 313040
út at koyra
Dýrt
ævintýr
Rover ævintýrið hevur
kostað BMW umleið
55 milliardir krónur, frá
1994 til í dag.
Kelda: Motor Magasinet
Dekk-
messa
í Essen
Næstan 400 framsýn-
arar vóru á altjóða
dekkmessuni „Reifen
2000“ í Essen í Týsk-
landi, sum byrjaði 20.
og endaði 23. juni.
Kelda: Motor Magasinet
Sam-
starva
við
Porsche
Porsche hevur menn-
ingarsamstarv við Mer-
cedes, og sølusamstarv
við Subaru. Teir keypa
karrossaríir frá BMW,
Mercedes og VW. Selja
Tiptronic- gearkassar
til Peugeot og Hyundai.
Kelda: Bilen Motor &
Sport
Seat fingið designara frá Alfa Romeo
MAGNUS GUNNARSSON
Á bilaframsýningini í Gen-
eve sýndi Seat nýggja kon-
septbilin, Salsa, sum tann
sera dugnaligi teknarin,
Valter de Silva, ið er komin
frá Alfa Romeo, hevur
teknað.
Valter de Silva hevur t. d.
teknað Alfa Romeo 156,
sum bleiv ársins bilur í Eu-
ropa í 1998, har ein av próv-
førslunum var, at hann
hevði eitt design, sum vakti
ans millum kappingarneyt-
arnar.
Fýrahjólstrekk
og 18" hjól
Seat hevur stórar ætlanir nú,
síðan VW yvirtók fyritøku-
na, um at vinna týdningar-
miklar partar av marknaði-
num við Walter de Silva á
odda.
Nógv bendir eisini á, at
Seat fer at fáa góð úrslit.
Hóast Seat Salsa er eitt boð
uppá ein framtíðarbil, held-
ur teknarin, at Salsa sum
onki kann koma á markn-
aðin beinanvegin, tí hann er
fyrst og fremst ein fram-
komin sportbilur - og so er
hann eisini góður til langar
túrar, eins og hann er væl-
egnaður til ferðslu í býnum.
Salsa er ein 2+2 bilur, við
pláss til tvey vaksin og tvey
børn.
Motorurin er ein 2.8 litrar
V6 við 250 hk, við Tip-
tronic gearkassa frá VW, og
fýrahjólstrekk.
Dekkstøddin verður 225/
50-18.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Fyrrverandi Alfa-teknarin,
Valter de Silva, arbeiðir
nú fyri Seat…
Volvo CUV við Focus undirvogni
Magnus Gunnarsson
Síðan Volvofyritøkan í fjør
varð yvirtkin av Ford og
kom í luksusklassan hjá
Ford, »Premier Automot-
ive Group« (PAG), hevur
svenska leiðslan hugt nærri
at framtíðar modellskránni
saman við Ford.
Eitt úrslit av samstarvi-
num er, at Ford fyribils
hevur slept eini ætlan um
ein stationvogn til 5 ella 7
persónar, sum skuldi koma
á marknaðin í 2002.
Ístaðin væntast hann at
koma sum ein Volvo, ið er
bygdur yvir ein Ford Focus
undirvogn. Á tekningini
hjá DeLusi er bilurin í 4x4
útgávuni.
Kelda: FDM / Motor