Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt 17. desember í fjør varð stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mort­en­sen, sjúkrameldaður í tríggj­ar vikur. Hann kom ong­an­tíð aftur í stjóra­sess­ in, tí 13. januar í ár gjørdi Vinnumálaráðið frá­far­ingar­ avtalu við Boga Morten­sen, ið fór heim við løn í eitt ár. 13. august fekk fíggjar­leið­ar­in Hans Petur Joen­sen æt­lan­ar­ skriv um up­p­søgn. Hoyrings­ freist­in er úti miku­dagin, men tað tykist longu greitt, at fíggj­ar­leið­ar­in er fortíð á Strand­ferðslu­ni. Harvið eru tveir av mest týð­andi lyklapersónum á Strandferðsluni burtur, sam­ stundis sum stovnurin liggur í einum eljustríði við sítt aðal­ráð. Eitt stríð um nakað so grundleggjandi sum sjálvt fíggj­ar­liga grundarlagið und­ ir Strandferðsluni. Longu í oktober í 2012 gjørdi táverandi stjórin á Strand­ferðsluni løgtinginum greitt, at teir pengar, sum æt­ lan­in var at játta stovn­in­um á fíggjarlógini fyri 2013, fóru ikki at strekka til, uttan at munandi inntriv vórðu gjørd í ferðaætlan og/ella ferða­ seðla­prísir. Trupulleikin Á fíggjarlógini fyri 2013 játt­ aði løgtingið tá avtornaði til­ samans 139 milliónir krónur til Strandferðsluna. Við at hygg­ja inn í útgreinaðu fíggj­ar­lógartølini sæst, at byrjun­ar­ætlanin var 135,2 millión­ir og harafturat kem­ur ein raðfesting á 3,82 millión­ir. Sambært leiðsluni á Strandferðsluni er tað her, at trupulleikin byrjar. Tí meðan Vinnumálaráðið tví­held­ur um, at ein mun­ andi raðfesting er gjørd, so­leið­is at raksturin hjá Strandferðslan er komin í eina lutfalsliga trygga legu, so sigur leiðslan á Strand­ ferðslu­ni seg ongantíð síggja nakað til hesa raðfesting. Vinnu­mála­ráðið vísir á, at Strandferðslan fær mun­ andi fleiri pengar til olju, til­ samans 9,2 milliónir krónur, um­framt 2,9 milliónir krón­ ur eyka til útreiðslur av nýggj­um hvílitíðarreglum fyri manningina. Og har­um­ framt verður víst til spar­ ing­ar, sum eru nevndar í Bú­ skap­ar­frágreiðing-1 frá mars 2012 og sum Strand­ferðslan fær ágóða av í 2013 og árini fram­eftir. Aftur her er trupulleikin, sambært leiðsluni á Strand­ ferðsl­uni, at tað lekur millum teori og praksis. Sambært stovni­num eru reelt langt frá játtaðar 9,2 milliónir til øktu olju­út­reiðslurnar, og har­ um­framt eru spar­ing­ar­nar óveruligar av tí einføldu or­søk, at tær eru ikki settar í verk. Stríðið um svartaper á Strandferðsluni Eitt eljustríð fer fram millum Vinnumálaráðið og Strandferðsluna. Stríðið stendur um, hvørt trupulleikin er at finna í rakstrinum ella játtanini til stovnin. Útfallið kann hava avgerandi týdning, nú landsstýrismaðurin verður kannaður í Landsstýrismálanevndini, samstundis sum høvdini rulla á Strandferðsluni 13. januar varð Bogi Mortensen sendur til hús við fráfaringarløn í eitt ár, og sjey mánaðir seinni varð fíggjarleiðarin Hans Petur Joensen somuleiðis sendur til hús. Johan Dahl tvíheldur um, at leiðslan megnaði ikki at stýra rakstrinum, meðan nú fyrrverandi leiðslan tvíheldur um, at trupulleikin liggur í sjálvari játtanini, har tað lekur millum teori og praksis strandferðslan