mánadagur 25. august 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Strandferðslan vísir tí á,
at reelt má játtanin fyri 2013
tí vera 143,5 milliónir krónur.
Also umleið 4,5 milliónir
krónur meira enn tað, ið
løgtingið játtaði stovninum
á fíggjarlógini fyri 2013.
Sum skilst er tað her,
í
fíggjarlógararbeiðnum
fyri 2013, at upprunin til
støðuna á Strandferðsluni í
dag skal finnast.
Reyð ljós
Tá árið 2013 fer at halla
gerst alsamt meira greitt, at
játtanin fyri 2013 til Strand
ferðsluna fer ikki at halda. Í
desember kemur til skarp
skeringar, tá myndin vísir
ein akuttan fíggjartørv á
okkurt um fýra milliónir
krónur. Tað er um sama
mundið, sum løgtingið við
ger fíggjarlógina fyri 2014.
Mitt í viðgerðini brestur ein
bumba, tá fíggjarleiðarin á
Strandferðsluni í telduposti
til fíggjarnevndarlimirnar
ger varug við fíggjarstøðuna
á stovninum, soleiðis sum
hann sær hana. Fíggjarleið
arin heftir seg við, at í fíggj
arlógaruppskotinum
fyri
2014 er ætlanin at játta 139,5
milliónir krónur til Strand
ferðsluna
í
2014.
Fíggj
arleiðarin vísir á, at játtan
in til Strandferðsluna av
røttum átti at verið smáar
145 milliónir í 2013, og at løg
tingið er um at gera sama
mistakið einaferð afturat
við at játta ov fáar pengar
til stovnin í 2014.
Í brævinum til fíggjar
nevndina hjá løgtinginum
fer fíggjarleiðari so langt
sum at skriva, at eftir
hansara tykki er løgtingið
ført
handan
ljósið.
Upplýsingar verða hildnar
aftur fyri Fíggjarnevndini,
so nevndin ikki fær gjørt
sítt
arbeiði
til
fulnar.
Upplýsingarnar
elvdu,
sum vera man, til politiskt
rumbul.
Tá avtornaði varð játtan
in
til
Strandferðsluna
141,5
milliónir
krónur
á
fíggjarlógini
fyri
2014.
Men
tær
tvær
milliónirnar,
sum
komu
oman á játtanina í mun
til
fíggjarlógaruppskotið,
vórðu ikki játtaðar fyri
at bøta um raksturin hjá
stovninum.
Tvørturímóti.
1,5 millión var markað til at
lækka ferðaseðlakostnaðin
við skipunum hjá Strand
ferðsluni, meðan írestandi
hálva milliónin var markað
til at ”betra sambandið við
útoyggjar.”
Politikkur
Við útmeldingini hjá fíggjar
leiðaranum harðnaði tónin
millum
Strandferðsluna
og Vinnumálaráðið. Bogi
Mortensen varð sum nevnt
sendur til hús, og Johan
Dahl setti grannskoðara
fyritøkuna Januar at ganga
ígjøgnum og grannskoða
roknskapin, umframt gera
eina frágreiðing um fíggjar
støðuna á Strandferðsluni.
Arbeiðið var liðugt 10. febr
uar, og staðfesti frágreið
ingin meirnýtslu á nevndu
4,4 milliónir krónur, um
framt
at
peikifingurin
var á lofti í samband við
eina røð av viðurskiftum
í roknskapinum. Talan er
um somu grannskoðara
fyritøku, ið hevur grann
skoðað
roknskapin
hjá
Strandferðsluni øll árini
síðani 2008, tá stovnurin
varð
lagdur
undir
Vinnumálaráðið. Sambært
eini frágreiðing hjá Vinnu
málaráðnum hevur grann
skoðanin á fundi við ráð
ið 27. desember í fjør ført
fram, at í 2009 vóru fleiri
viðurskifti í bókhaldinum
hjá Strandferðslui ikki í
lagi, men tey komu í rættlag
eftirfylgjandi. Víðari skrivar
Vinnumálaráðið, vísandi til
sama fund, at ”grannskoð
arin staðfestir tó, at óskilið
í bókhaldinum ongantíð
hevur verið eins ringt og í
desember 2013.”
Mongu skjølini í máli
num vísa somuleiðis, at
Strandferðslan
í
januar
mánað í ár bað grann
skoðarafyritøkuna Januar
um at hyggja eftir og greina
sjálva játtanina til stovnin.
Tað
vildi
grannskoðarin
sum skilst ikki gera, uttan
so at hann fekk boð um
hetta
frá
Vinnumála
ráðnum.
Strandferðslan
metti tað vera neyðugt at
greina játtanina, tí eftir
teirra tykki lá størsti trupul
leikin har. Somuleiðis hevur
Strandferðslan biðið Gjalds
tovuna um at greina játtan
ina til stovnin.
Men í sínum frágreið
ingum
tvíheldur
Vinnu
málaráðið
um
sítt
–
nevniliga at trupulleiki er at
finna inni á Strandferðsluni,
sum ikki hevur megnað
at stýrt sínum rakstri á
fullgóðan hátt.
Myrk skýggj
Í maj mánað koma løg
tingsgrannskoðararnir
við sínum viðmerkingum
til roknskapin hjá Strand
ferðsluni fyri 2013. Í frá
greiðingini vísa løgtings
grannskoðararnir
á,
at
leiðslan á Strandferðsluni
fleiri ferðir gjøgnum árið í
fjør boðaði Vinnumálaráð
num frá, at pengar komu
at mangla í. Men lands
stýrismaðurin
bað
ikki
um eykajáttan, sambært
landsstýrismanninum
tí
at
roknskapartølini
hjá
Strandferðsluni
vóru alt ov ógreið. Í síni
niðurstøðu
átala
løg
tingsgrannskoðararnir
tó
hvassliga, at landsstýris
maðurin ikki kunnaði løg
tingið ella bað løgtingið um
eykajáttan, hóast hann var
vitandi um, at játtanin til
stovnin fór ikki at halda.
Frágreiðingin hjá løg
tingsgrannskoðarunum før
ir við sær, at Tjóðveldi, Javn
aðarflokkurin, Framsókn og
Sjálvstýrisflokkurin í felag
kæra landsstýrismannin í
vinnumálum til Landsstýr
ismálanevndina.
Kæran
verður í løtuni viðgjørd í
nevndini.
Samstundis
er
søgan
frá í fjør við at endurtaka
seg. Tær 141,5 milliónirnar,
sum løgtingið hevur játtað
Strandferðsluni í ár, fara
ikki at halda, og stovnurin
hevur tí brúk fyri fleiri
pengum. Seinni í hesi vikuni
verður
væntandi
greitt,
hvussu stórari eykajáttan
Strandferðslan hevur tørv á
í ár. Í samrøðu við útvarpið
hjá Kringvarpinum fríggja
kvøldið vísti Hilmar Eliasen
á, at í fjør varð tá avtornaði
neyðugt við eini játtan á
143,5 milliónir krónur (meir
nýtslan íroknað, red.), og
stjórin førdi fram, at reella
upphæddin at reka Strand
ferðsluna fyri er væl er har
á leið.
Greitt er tó, at politiska
rumblið
kring
Strand
ferðsluna
hevur
fleiri
eyka útreiðslur við sær
fyri stovnin. Ein stjóri er
sendur heim við løn í eitt
ár, tveir fyribilsstjórar hava
verið inni á stovninum
í
styttri
tíðarskeið,
grannskoðanin
gjørdist
munandi dýrari enn van
ligt og advokatrokningar
eru sum skilst eisini við til
at tyngja frammanundan
soltna kassan. Hartil er
fíggjarleiðarin, sum í des
ember í fjør gjørdi varug
við
støðuna
á
stovni
num, nú sendur til hús við
ætlanarskrivi um uppsøgn.
Hóast hansara svarfreist
ikki er úti fyrr enn miku
dagin, so er nýggjur fíggj
arleiðari longu settur á
Strandferðsluni. Sambært
Hilmari Eliasen skal Niels
Juel Arge fyribils taka sær
av uppgávuni at fáa fíggj
artølini fyri 2014 at hanga
saman, áðrenn lýst verður
eftir nýggjum fíggjarstjóra.
Fríggjadagin
segði
Hilmar Eliasen við in.fo, at
talan verður um ”nakrar
milliónir
krónur”,
sum
koma at mangla í hjá
Strandferðsluni í ár. Hann
sigur seg koma við eini frá
greiðing seinni í vikuni.
Áki Bertholdsen
- Eg kann bara enn einaferð
mæla føroyingum til at sissa
seg.
Peter Thaysen, sjefpoliti
inspektørur, endurtekur enn
einaferð, at føroyingar eiga at
lata limirnar í Sea Shepherd,
sum eru komin higar at mót
mæla grindadrápið, fáa frið.
Leygarkvøldið boðaði Sea
Shepherd annars frá, at ein
av teirra limum, sum helt
vakt í Skopun, varð álopin
og meiðslaður.
Sea Shepherd sigur, at
hann var drigin úr bilinum
og bukaður so illa, at hann
fekk blá eygu og breyt ein
fingur í royndini at verja seg.
Løgreglan hevur síðani
tikið álopsmannin og skuld
sett hann fyri harðskap.
- Tað gagnar ikki føroysk
um áhugamálum, at føroy
ingar gera seg inn á limir í
Sea Shepherd, sigur sigur
Peter Thaysen.
Hann ásannar, at støðan
ímillum føroyingar og limir
nar í Sea Shepherd, er spent.
Men hann minnir enn
einaferð á, at vit liva í einum
rættarsamfelagi og so leingi
fólk halda landsins lógir,
hava tey fullan rætt at vera
her, eisini tey, sum mótmæla
grindadrápi.
- Men tað tænir ongum
endamáli, at einstaklingar
taka lógina í egnar hendur og
gera seg inn á limirnar í Sea
Shepherd í sjálvtekt, sigur
hann.
Hann
staðfestir,
at
myndugleikarnir hava fult
tamarhald á støðuni og bróta
limirnir í Sea Shepherd lóg
ina, eru myndugleikarnir
heilt og fult til reiðar at taka
sær av tí.
- Vit hava fult tamarhald
á støðuni, so hóast fólk eru
ósamd við Sea Shepherd,
eiga tey heilt avgjørt at sissa
seg og lata myndugleikarnar
taka sær av málinum, leggur
Peter Thaysen afturat.
- Vit hava ikki brúk fyri
leysum kanónum, har ein
staklingar taka lógina í egnar
hendur,
sigur
sjefpoliti
inspektørurin.
Hann vísir eisini á, at
higartil hevur Sea Shepherd
hildið seg til leiðbeiningarnar
frá løgregluni um, hvussu tey
skulu fara fram ímeðan tey
eru her. Tí hava vit ikki brúk
fyri, at fólk gera seg inn á tey,
leggur hann afturat.
Røkka teimum ikki
Eisini Ólavur Sjúrðarberg,
formaður í Grindamanna
felagnum, heitir á føroyingar
um at sissa.
- Vit eiga ikki at lata
okkum provokera og leypa
fram av upp á nakran
syndugan máta.
Hann sigur annars, at
hann veit ikki, hvat er farið
fram á Sandi og tískil hevur
hann onga viðmerking til tað
ítøkiliga málið.
- Tað er eitt løgreglumál,
so tað lata vit ganga sína
gongd, sigur hann.
Kortini hevur hann var
hugan av, at sandoyingar
eru verri provokeraðir av
Sea Shepherd enn føroyingar
aðrastaðni.
- Sandoy er lítil, so limirnir
í Sea Shepherd eru ógvuliga
sjónligir og tá er størri vandi
fyri, at óhepnar støður taka
seg upp.
Men formaðurin í grinda
mannafelagnum heldur, at
yvirhøvur hava limirnir í Sea
Shepherd fingið góðan frið í
Føroyum og hann mælir til at
vit halda fram við tí.
Vit hava fult
tamarhald á
Sea Shepherd
SEA SHEPHERD
Tað gagnar ikki føroyingum, at einstaklingar
taka sakina í egnar hendur og gera seg
inn á Sea Shepherd, sigur løgreglan
Sissið tykkum
- Vit hava ikki brúk fyri leysum kanónum, sigur Peter Thaysen, sjefpolitiinsektørur