mánadagur 25. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kvinnuren
Liturin appilsingult setti av álvara dám á Havnina seinnapartin leygardagin, tá
Kvinnurenningin 2014 var á skránni. Tilsamans 1300 kvinnur í appilsingulum
blusum runnu ella gingu av Tórsbreyt og oman á Vaglið, og hóast talið er
eitt vet lægri enn í fjør, eru fyrireikararnir væl nøgdir við luttøkuna
Rannvá G. Fossaberg
Myndir: Sigmar Mørkøre
Leygardagin varð skipað fyri árligu
Kvinnurenningini, sum rennifelagið
Bragdið saman við blaðnum Kvinna
skipar fyri. Omanfyri 1700 kvinnur
vóru tilmeldaðar renningina, men
tá avtornaði leygardagin, vóru tað
umleið 1300 kvinnur, sum luttóku
í Føroya størsta ítróttartiltaki fyri
einstaklingar.
Hóast luttakaratalið í ár er
nakað lægri samanborið við tær
1500 kvinnurnar, sum runnu í fjør,
eru fyrireikararnir væl nøgdir við
luttakaratalið.
– Vit eru ógvuliga væl nøgdar
við, at tað aftur í ár møttu so nógvar
kvinnur upp til Kvinnurenningina.
Beint yvir 1700 kvinnur vóru til
meldaðar, men tað er nokkso van
ligt, at eini 25 prosent ikki møta
upp á sjálvum degnum, so saman
umtikið halda vit, at undirtøkan
hevur verið góð, sigur Sunniva
Bjarnastein frá Bragdinum, sum er
ein av samskiparunum av Kvinnu
renningini.
Brúktu farthaldarar
Hetta er sætta árið á rað, at Bragd
ið og Kvinna skipa fyri Kvinnu
renningini, og eins og undanfarin
ár varð byrjað á Tórsbreyt við eini
felags upphiting. Síðani runnu
ella gingu tær 1300 kvinnurnar
ta rutuna, tær høvdu valt sær.
Kvinnurnar kundu velja at renna
ella at ganga 2,5 kilometrar ella
5 kilometrar. Eins og í fjør varð
runnið Yviri við Strond, síðani
ígjøgnum býin og endað varð við
hugnaløtu á Vaglinum.
Sum nakað nýtt vóru sokallaðir
farthaldarar nýttir til tær kvinn
urnar, sum runnu og kundu hugsað
sær at klárað teinin innan eina ávísa
tíð. Ynskti tú at renna rutuna upp á
25 minuttir, skuldi tú fylgja teimum
báðum monnunum, sum runnu við
hvør sínari ballón, har tað stóð 25
á. Sami leistur varð nýttur til tær
kvinnurnar, sum vildu renna teinin
upp á 25, 30 og 35 minuttir.
– Nú var hetta fyrstu ferð, at vit
royndu okkum við farthaldarunum,
men tað riggaði so mikið væl, at
eg rokni við, at vit fara at brúka
farthaldarar aftur næsta ár, sigur
Sunniva Bjarnastein og leggur
afturat, at meginparturin av teim
um, sum runnu uttan steðg, hildu
seg til farthaldararnar við ballón
um, har tað stóð 30 og 35 á.
Fleiri yngri kvinnur
Til Kvinnurenningina hesaferð vóru
allir aldursbólkar umboðaðir, men
serliga vóru tað kvinnur í aldrinum
35 til 55, sum luttóku leygardagin.
– Tað er serliga tann aldursbólk
urin, sum rennur nógv, og tað síggja
vit eisini aftur í Bragdinum, sigur
Sunniva Bjarnastein og heldur
fram:
– Men í ár vóru nógv fleiri yngri
kvinnur við, í mun til hvat tað plagar
at vera. Eg haldi, at fleiri av teimum
vaksnu rennarunum, høvdu tikið
døtur sínar við, og eg haldi eisini, at
tað var ótrúliga hugaligt at síggja
so nógvar blaðungar rennarar, sigur
Sunniva Bjarnastein. Fyri nøkrum
árum síðani var markið annars 18 ár
fyri at luttaka í Kvinnurenningini.
– Okkum dámar væl, at eisini
gentur og ungar kvinnur eru við í
tiltakinum, tí tað er jú ætlað kvinn
um í øllum aldursbólkum, og tí
hava vit eisini avgjørt, at vit fara
at gera meira fyri teir heilt ungu
luttakararnar til næstu Kvinnu
renningina, sigur Sunniva Bjarna
stein.
rannva@sosialurin.fo