Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10.000 til sjóman Marjun Dalsgaard 3.000 milk shakes, 2.000 kramarísar og 1.000 koppar av kaka eru læt­ nir børnum í Klaksvík ókeypis á Sjómannadøgunum. Tvey tons av rávøru vóru brúkt til stóra fiska­ borði, og samanlagt heldur John William Joensen fyrireikari, at minst 10.000 hava vitjað Sjó­manna­ dagarnar í Klaksvík. Tað eru 10 ár liðin, síðan klaks­ víkingar fóru undir at skipa fyri sjómannadøgunum, og tiltakið í ár var nógv størri enn nakrantíð. – Tað, sum kanska serliga hevur verið øðrvísi er, at vit hava havt stór tiltøk alla vikuna. Vanliga hevur tað mest verið í vikuskiftinum, men vit hava havt fyrilestur við Livar Nysted, sum greiddi frá síni ferð yvir um høv, og vísti fram lutir, sum hevur havt við sær. Arni Vatnhamar, hevur greitt frá síni ferð á Mount Everest og Hans Andrias Sølvará hevur hildið ein fyrilestur um Klaksvíksstríðið. Øll hesi tiltøk vóru fullset, men tað vóru serliga nógv í vikuskiftinum. 900 fólk vitjaðu fiskikappingina fríggjadagin og eini 6.000 vóru leygardagin til stóra fiskaborðið, sigur John William Joensen. Fiski­ vinnutingið var eittsindur minni vitjað enn vanligt, tí KÍ spældi sama kvøld, greiðir hann frá. Alt ókeypis Tað er av stórum týdningi fyri fyri­ skipararnar, at fólk hugna sær, og av tí sama skal alt vera ókeypis, sigur John William. – Eg havi fýra børn, og eg kenni alt ov væl til at fara í Tivoli ella Legoland við børnunum. Tá tú fer heimaftur eru børnini al­tíð fornermað, tí tey ikki eru sloppin at royna alt tað, sum tey vildu. Hetta skal vera eitt hugnaligt tiltak, og fyri at skapa ein positivan róma, hava vit gjørt av, at alt skal vera ókeypis, sigur hann. Av tí sama ber ikki til at keypa alkohol á Sjó­ mannadegnum. – Tað er ikki tí, vit eru ímóti, at fólk drekka eina øl, men hetta er ein familjudagur, og tað er eingin orsøk til, at pápin situr onkrastaðni yvir einari øl og prátar. Vit vilja gjarna skapa aktivitetir, sigur John William Joensen. Hóast tiltakið gjørdist størri enn nakrantíð, heldur hann, at tað kann gerast enn størri næsti ferð. Tað er tó ikki endamálið í sjálvum sær. – Hetta skal vera hugnaligt og tað er eingin grund til at stressa. Ofta hevur verðrið stóran týdning fyri, hvussu nógv fólk vitja Sjó­ mannadagin, so tað vita vit ikki. Fyreireikararnir av Sjómannadøgunum í Klaksvík meta, at umleið 10.000 vitjandi hava verið til tiltøkini seinastu vikuna Tvey tons av rávøru vóru brúkt til stóra fiskaborðið. Her var makrelur, svartkalvi, sild, havtaska, toskur, hýsa, kalvi, rækjur, laksur, fiskasúpan og skrubbir at fáa umframt grind og spik og eplir og grønmeti. Eisini var matgjørt við tara og smakkiroyndir. Fiskaborðið var ókeypis og 3.400 tallerkar vórðu lætnir gestum. Tríggir tunfiskar á umleið 380 kg fóru í magan á gestunum í Klaksvík leygardagin