mánadagur 25. august 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nnadag í Klaksvík
Tað týdningarmesta er, at fólk
hugna sær, sigur hann.
Tvey tons av rávøru
Eitt serligt tiltak í ár var sum sagt
stóra fiskaborðið. Har fóru ikki
minni enn tvey tons av rávøru
til at matgera til allar gestirnar,
sum fingu alskyns sløg av fiski
og skejladjórum ókeypis. Millum
annað vóru tríggir tunfiskar á
umleið 380-400 kg brúktir til
endamálið. Millum 30 og 40 fólk
hava hjálp til við fiskaborðinum,
sigur John William Joensen. Í alt
hava millum 80 og 100 fólk hjálpt
til. Summi eru sjálvboðin, meðan
onnur, um tey hava eina serliga
uppgávu, eru lønt. Alt er fíggjað av
stuðlum.
Tað var serliga fiskikappingin
fríggjadagin og fiskaborði leygar
dagin, sum drógu fólk til, og stórur
áhugi var somuleiðis fyri at vitja
kópakonuna.
– Vit sigldu eini 200 fólk út til
kópakonuna, og tað var somuleiðis
ókeypis. Onnur fóru við Strand
ferðsluni, og komu síðan til Sjó
mannadagin aftaná, sigur John
William Joensen.
Leygarkvøldið var ókeypis kon
sert á bryggjuni við tónleikabólkum
úr Klaksvík.
Mentunartiltak og
familjudagur
Sjómannadagarnir vóru uppruna
liga ætlaðir at varpa ljós á tað, sum
Klaksvíkin livur av, men eru í dag
eins nógv eitt mentunartiltak.
– Endamálið er at vísa børnun
um, hvørjum vit liva av, og greiða
teimum frá tí søguliga og sið
søguliga í fiskivinnuni hjá okkum.
Her síggja vit menn, sum vanliga
standa í einum egningarskúri uttan
at nakar sær teir, standa á einum
palli og egna, og teir hava høvi at
vinna eina kapping í at egna, og fáa
eina gullmedalju. Tað haldi eg eri
stuttligt, og vísir hvat tað er, sum
vit liva av, sigur John William. Hann
heldur, at Sjómannadagarnir eru
góðir fyri Klaksvíkina sum heild,
og at tiltakið hevur ment seg til eitt
mentanartiltak og ein familjudag.
Vanliga verður ein hvalur skorin
upp á sjómannadegnum, men tað
eydnaðist ikki at fáa fatur á einum
hvali í ár, sigur John William. Sea
Sheperd var á staðnum, men tey
skikkaðu sær bara væl, sigur John
William Joensen.
Nógvar ymiskar kappingar vóru á Sjómannadegnum
Vatnkríggið var stóra hendingin á sjómannadøgunum, har umleið 1.800 luttóku.
Nógvar kappingar vóru á
sjómannadøgunum millum annað
í agnskering, egning, trolbøting,
kassastabling og eplaflísing