Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Birna Vesturgaard Myndir: Bárður Lydersen Tað mest vanliga er at fara til heitari lond á brúðarferð, ligg­ja við eina strond og njóta hvønn annan. Súsanna og Her­geir eru á brúðarferð, og tey njóta hvønn annan, men burtursæð frá tí, er teirra brúðarferð heilt øðr­ vísi enn hjá flest øðrum. Tey hava valt at brúka hveiti­ breyðs­dag­arnar á TeenStreet í Týsk­landi saman við 308 øðr­um føroyingum. Súsanna og Hergeir hittust á fyrsta sinni fyri trim­um árum síðani og blivu væl. Tá vóru tey 15 ára gomul. Hetta vinalag bleiv so sterkt, at tey avgjørdu at blíva par. Her­geir sigur, at hann bleiv skot­in í Súsonnu fyrstu ferð, hann sá hana, hon sá so fitt út, og hartil er hon so avbera vøk­ur. Hjá Súsannu var hetta ikki so einfalt. Hon merkti væl, at tey sótu væl um sátt, hon helt eisini, at hann var sera fittur, men tað var ikki, fyrr enn hon kom at kenna hann ordiliga væl, at hon bleiv veruliga forelskað. Í februar mánaði í ár bar Her­ geir upp bønarorð og spurdi Súsonnu, um hon vildi gerast kona hansara. Sús­ anna ivaðist onga løtu, tí frá tí degi, at hon bleiv forl­ipt í Hergeiri, visti hon, at hon ynskti at gerast gomul sam­ an við Hergeiri. Súsanna og Hergeir gift­ ust tann 7. juni 2014. Sjálvandi gled­du tey seg til dagin og høv­du ein fantastiskan dag sam­an við familju og vinum. Tey høvdu avgjørt tá, hvar tey skuldu fara brúðarferð og høvdu valt at fara til Týsk­ lands á TeenStreet. TeenStreet er ein lega, sum er fyri tannáringar úr øll­um heiminum, og hvørt ár eru á leið 4.000 ung frá uml. 17-18 tjóðum samlað at læra meira um Gud. Á hesari legu eru føroyingar sera væl umboðaðir hvørt ár. Bæði tannáringar og vaks­in fara avstað. Tað er brúk fyri nógvum vaksnum til at hjál­ pa til á ymiskan hátt. Í ár eru Súsanna og Hergeir so við í toymi­num, sum hjálpir til á TeenStreet. Tey, sum eru við á leguni, búgva á staðnum. Ant­in eru tey í teltum ella í stóra sovisalinum, sum er á stað­num, men Súsanna og Her­geir hava valt at fáa sær eitt lekkurt hotelkamar í býn­um. Tey eru við í tí bólki, sum eitur CleanStreet. Hesin bólk­ur av fólki vaskar og held­ur vesini rein. Tey eru til ar­beið­is hvønn morgun og hjálpa til við hesum í umleið fýra tímar. Seinnapartar eftir­hygg­ja tey øll vesini og syrg­ja fyri, at alt er, sum tað skal. Vit spurdu Súsonnu og Her­geir, hví tey hava valt at fara á TeenStreet og um, hvussu tað er at brúka teirra brúð­ar­ferð upp á at vaska ves­ini á leguni. Tey siga seg vera sera glað fyri dagarnar her, ikki tí at upp­gávan hjá teimum er at vaska vesini, tó er tað í roynd og veru slett ikki so keðiligt, sum tað ljóðar. Vit hava hitt so nógv fitt fólk her og hava knýtt nógv nýggj vinabond. – Vit eru til andakt um morgun­in, áðrenn vit fara til verka, og vit eru til møtini um kvøldið. Vit fáa ikki bara fysiska føði, men eisini góða andaliga føði hvønn dag, og tað eru vit sera glað og takksom fyri, tí vit ynskja at vaksa andaliga saman. Vit eru bæði vaksin upp í heimum, hvar vit hava lært um Jesus og at seta Hann fremst í okkara lívi, og tað er eisini tað, vit ynskja at byggja okkara hjúnaband á, nú vit eru flutt heimanifrá og hava sett føtur undir egið borð. Tey hava valt at búseta seg í heimbygdini hjá Hergeiri, men Hergeir er skjótur at siga, at tað var Súsanna, sum vildi til Skopunar at búgva, og tað var hann sera fegin um. Eftir summarsteðgin byrj­ ar gerandisdagurin aftur. Tey skulu tá ferðast til Havnar hvønn morgun við báti og síða­ni víðari við bussi. Hesin túr­ur kann taka uml. 45 min., men tað stúra tey ikki fyri, og um tað eru dagar, tá veðrið ikki er til vildar, liggur eisini væl fyri at gista í Havn hjá for­eldrunum hjá Súsonnu. – Tað eru nógv, sum hava spurt okkum, hví vit hava skund­að okkum so at giftast. Fyri okkara viðkomandi ken­ du vit tað, sum at hetta ikki var nakað at bíða við. Vit elska hvønn annan, og frá tí degi vit blivu par, vistu vit, at tað skuldi vera vit, og okkara mál er at velja hvønn annan hvønn dag í okkara lívi. – Vit eru so spent, hvat fram­tíðin fer at bjóða. Okk­ ara allar fyrsta mál er at fáa skúlan lidnan, síðani mugu vit fáa at síggja, hvat vit fara at læra til. Tá spurningurin kemur, um tey ynskja sær børn skjótt, so eru tey smílandi. Tey koma bæði frá stórum syst­kina­flokkum og eru von við børn, men tað kemur fram­tíð­in at vísa, eru tey samd um. Ein øðrvísi brúðarferð Súsanna og Hergeir eru farin til Týsklands á brúðarferð, har tey vaska vesi a TeenStreet leguni